Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-21, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71 26 Sosialurin Rógvi Nybo Klokkan 14.05 í gjár setir Atlantsflog RC1415 úr Glas­ gow seg í Vágum. Umborð eru 20 ferðafólk, sum hava verið føst í Bretlandi, orsak­ að av øskuni, teirra millum sjey næmingar og tríggir ferða leiðarar av Rásini í Saltangará, sum er eitt skúla­ tilboð til ung við breki. Síðani flogbann varð sett í flestu loftrúmum í Evropa hós dagin í farnu viku, or­ sakað av gosøskuni úr Eyjafjallajøkli í Íslandi, hava hundraðtúsundtals ferðafólk verið ávirkað og seinkað, og fleiri túsund flogferðir eru avlýst ar. Tey flestu hava klár að seg væl, summi hava tikið nýtslu av alternativum ferða háttum, eitt við skipi ella øðrum. Tó hevur seinasta viku­ skiftið hjá fleiri verið merkt av, at tey ikki vistu um tey vóru keypt ella seld. Flogferðirnar vóru av lýst­ ar av náttúruávum, og hava flogfeløg og trygg ing ar­ feløg verið skjót at melda út, at tá talan er um av lýs­ ingar orsakaðar av náttúru­ van lukkum, hava tey ikki skyldu til at gjalda eitt oyra út í endurgjaldi. Tí hevur tað verið fyri egna rokning, at fólk hava verið noydd at uppi halda seg har, tey vóru stødd. Tey tíggju av Rásini vóru einki undantak. Í løtum sá henda ferðin til London, sum skuldi geva næmingunum á Rásini eitt upplivilsi fyri lívið og nógv nýggj input, út til at kunna gerast ein fíggjarlig marra, tá tey brádliga ongan veg sluppu. Eingin góða mamma Ferðin hjá næmingunum á Rásini lakkaði móti enda­ num hósdagin, tá øskan legðist yvir Evropa. Fríggja­ dagin skuldi nøsin vendast heim eftir aftur, og skuldu tey flúgva úr London til Kastrup. Men ongan veg sluppu tey. ­ Vit skuldu við Nor wegi­ an til Kastrup, og í Danmark skuldu vit eisini fara ein túr inn í Tivoli, nakað tey høvdu glett seg óført til. Men tað bleiv so av ongum, greiddi Morten Hust Petersen frá. Tí var tað eisini sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, tá tey fingu at vita, at ferða­ tryggingin ikki dekkaði óvæntaðu útreiðslurnar av seink ingini. ­ Hetta kostar okkum 3500 krónur um dagin, bara í gisting, umframt mat og drekka, segði Morten Hust Peter sen, leiðari á Rásini, við Portalin sunnumorgunin. Tey høvdu tá roynt allar hugs andi loysnir fyri at sleppa til Føroyar, eisini møgu leikan at fara norður til Skotlands og møguliga sleppa hagani við onkrum fiski skipi, sum landaði í Skotl andi. ­ Vit hava enntá um­ hugs að at leiga hýruvogn úr London til Danmarkar, so at vit kunnu sleppa heim við Norrønu, men tað kostar einar 20.000 krónur og tað er ikki bíligari at leiga bil til Dan markar, segði Morten Hust Petersen tá. Sunnudagin sá sostatt einki serligt út hjá teimum á Rásini, og eingin visti at siga, nær flogbannið fór at hæsa av. Endiliga h ØskufØst Eftir at hava staðið í fullkomiligari óvissu síðan hósdagin, nær tey fóru at sleppa heimaftur til Føroya, og hvussu leingi tey vórðu noydd at drýggja seinastu oyruni, sluppu næmingar og leiðarar á Rásini í gjár, heim við Atlantsflogi úr Glasgow. Vit vóru við á ferðini SO210410xx.indd 26 21-04-10 12:45