mikudagur 21. apríl 2010síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
Sosialurin
Upp á hangandi hár
Mánakvøldið varð Morten
Hust Petersen eina ringdur
upp úr Føroyum. Tað vóru
boð frá Atlantsflogi um, at
útlit vóru fyri at eitt flogfar
kundi seta seg í Glasgow
tíðliga um morgunin.
Nú ráddi um at fáa beinini
upp á nakkan og sleppa
sær avstað sum skjótast.
Tey fingu fatur á tveinum
hýruvognum, sum skuldu
koyra tey langa teinin úr
London til Glasgow - kosta
hvat tað kosta vildi.
- Ja, altso um einar 9000
krónur haldi eg, at tað hevur
kostað, so sjálvandi var tað
nógv, og kundu vit ikki gjalda
kontant, so fór tað at verða
eyka dýrt. So vit noyddust
at taka pengar út og leggja
út. Men tað mugu vit bara
ordna tá vit koma heim, tað
mest umráðandi hjá okkum
var at sleppa úr London og
heim, tí mann veit ongantíð
nær mann fær møguleikan
aftur, segði Morten Hust
Petersen, tá vit prátaðu við
hann umborð á Atlantsflogi
á veg til Føroyar.
Tey settu seg í hýru-
vognarnar í London um
midnáttarleitið, og so at
koyra upp gjøgnum Bretland
til Glasgow.
Tað var eisini upp á eitt
hangandi hár, at tey sluppu
úr Glasgow til Føroyar í
gjár. Loftrúmið yvir Vágum
og yvir Glasgow var bert
latið upp eina løtu í gjár, tí
at nýggj øska var á veg úr
Íslandi inn yvir Glasgow.
Men í Føroyum vóru
grov
kavaæl
fyrrapartin
í gjár, og gjørdi hetta at
Atlantsflog ikki slapp avstað
beinanvegin klokkan 10, tá
ætlanin var at fara. Og tey
vistu, at umleið á middegi
fór flogvøllurin í Glasgow at
lata aftur.
Klokkan
10.40
slapp
RC1414 úr Vágum og setti
kósina beint móti Glasgow.
Fáar minuttir áðrenn middag
var trappan sett inn móti
flogfarinum í Glasgow, og
farandi gestir vóru hurraðir
úr flogfarinum, og so skuldu
teir 20 føroyingarnir, sum
vóru komnir til Glasgow,
fáast umborð sum skjótast.
Lítið
meira
enn
20
minuttir vóru gingnir, frá
tí at flogfarið var tømt
fyri ferðandi til Glasgow,
so komu ferðafólkini, sum
skuldu heimvið umborð á
flogfarið, og klárt var at fara
avstað aftur.
Hóast
klokkan
var
farin av middegi, áðrenn
klárt var at fara, góvu
myndugleikarnir í Glasgow
Atlantsflogi loyvi at fara
avstað, og í hølunum á RC1415
úr Glasgow lat floghavnin
aftur.
So hjartans fegin
Tá tey fyrstu ferðafólkini
og næmingarnir á Rásini
komu umborð á Atlantsflog í
Glasgow, legði tú beinanvegin
til merkis, at lagið var óføra
gott á teimum øllum.
Morten Hust Petersen
viðgekk eisini, tá vit prátaðu
við hann á veg heim til
Føroya, at hann kendi ein
lætta á sær, tá hann flogfarið
rullaði út á flogbreytina.
- Vit koyrdu úr London
um midnáttarleitið, og so
hoyrdu vit klokkan seks í
morgun á BBC, at loftrúmið
kanska fór at lata aftur. So
tá vit endiliga settu okkum
í flogfarið og koyrdu út
á flogbreytina, var eg ein
lætnaður
maður,
segði
Morten Hust Petersen.
Eisini
lagið
á
næm-
ingunum tóktist gott, og
Morten
Hust
Petersen
greiddi frá, at hóast tað alla-
tíðina var ein stór óvissa um,
nær tey fór at sleppa heim-
aftur, hevði lagið á næm-
ingunum verið gott.
- Ja, eg má siga, at vit
hava nakar ótrúliga góðar
næmingar, og tey hava fingið
sum mest burturúr og hildið
høvdið høgt. Vit fóru ein
lítlan túr til Brighton í gjár
á eitt sindur av sightseeing,
og tað lætti eisini um lagið
á teimum. Men tey eru
troytt nú, vit hava koyrt alla
náttina, og tað er avmarkað
hvussu
nógv
vit
hava
sovið. So eg haldi eisini at
tey nú gleða seg at koma
heim, greiddi Morten Hust
Petersen frá.
Hesir
dagarnir
eftir
ferðina fara eisini til at kobla
úr eina løtu og at savna
nýggja orku. Eisini er familja
her heima, sum tey hava
verið leingi burturi frá, og
sum hava glett seg at fáa tey
heimaftur.
Tá Atlantsflog setti seg í
Vágum klokkan 14.05 í gjár,
var líka tíð sett av til at taka
eina felagsmynd, ein skjótur
túrur var gjørdur inn í
tollfríu búina í Vágum, og
so var farið í bussin við kós
móti Eysturoynni.
Endiliga vóru tey heima.
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
20
minuttir
Høvdu strandaðu ferða
fólkini í Glasgow at
renna í frá tí at trappan
varð sett at síðuni á
Atlants flogi, til at tey
skuldu vera komin um
borð. Kom nøkur sum
helst seinking í, varð
loft rúm ið helst latið
aft ur, áðrenn tey vóru
slopp in á flog.
hEima
Endiliga sluppu tey aftur á føroyska jørð. Her
avmyndaði saman við Magna Arge, stjóra í
Atlantsflogi, sum eisini var strandaður í Bretlandi.
A.f.v: Morten Hust Petersen (leiðari),
Ragnvaldur Atlason Jensen, Kristian Martin
Garðalíð, Laila Weihe (námsfrøðingur) René
Líð Thomsen, Ann Poulsen (námsfrøðingur),
Dánial Gram Høgnesen og Magni Arge
F.f.v: Elin Løkin, Martha Hansen
og Tórður Hjalt Jacobsen
Heimkomin
Morten Hust Petersen,
leiðari á Rásini, merkti
ein stóran lætta á sær,
tá flogfarið rullaði út á
breytina og nøsin varð
vend móti Føroyum
lætti
SO210410xx.indd 27
21-04-10 12:45