mikudagur 21. apríl 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. apríl 2010 · Nr. 71
48
Sosialurin
Diamantar á Tvøroyri
brúdleypskappingin Kim og Barbara hava kent hvørt annað síðani
tey vóru børn og vuksu upp á Tvøroyri. Tey komu saman, tá tey vóru 17
og 18, og nú átta ár seinni skal diamantstroydda brúdleypið standa
Inna Törnroos
Barbara Nielsen er í ferð við
at útbúgva seg til hárð fríðk
annarkvinnu, og Kim Roest
er útbúgvin timbur maður.
At tað skuldu blíva tey
bæði var eingin sjálvfylgja.
Hvørki teirra var serliga
áhug að í byrjanini, men í
ein um jólaballi 28. desember
í 2001 komu tey hóast alt
sam an.
Nú eiga tey hús í Trongis
vági, og 7. august í ár verður
stórt brúdleyp á Tvøroyri.
– Vit hava fingið nógvar
ábreiðslur fyri at leggja
brúd leypið sama dag sum
West life koma til Føroyar,
sig ur Barbara.
Men at planleggja eitt
brúd leyp, og fáa tað at passa
til ætlanirnar hjá øllum, er
heldur torført.
Barbara og Kim hava
nógvar gestir, ið koma uttan
lands, og tí var hesin dagurin
tann besti. Vígslan verður í
Tvør oyra kirkju og veitslan
á Segl loftinum. Umleið 150
gestir eru bodnir.
Barbara elskar diamantar,
og fer tað eisini at síggjast
aftur í brúdleypinum.
– Diamantar verða nýttir
til hárið hjá mær, kjólan og
so skulu borðini verða dia
mants troydd, greiður Barb
ara frá.
Ringurin, ið situr á henn
ara høgru hond, hevur eitt
lítið diamanthjarta á. Hann
tóku tey uppá jólaaftan
2007.
Brúðarkjólan
seymar
syst ir Barbaru, ið lærur til
skrædd ara.
– Hann er einkul við ein
um diamantbandi um. Kjólin
verður samstundis sveina
royndin hjá systrini.
Barbara verður útlærd
sum
hárfríðkannarkvinna
á salong McGavin næsta ár.
Hár ið hevur hon tí avgjørda
mein ing um.
– Tað skal verða gjørt við
20tals krúllum og onki slør.
Eg eri ikki til slør, sigur hon.
Nøkur brúdleypsferð er
tað ikki talan um nú, tað
goyma tey bæði til næsta
summ ar, tá Barbara verður
út lærd.
inna@sosialurin.fo
atkvøðuseðil
Fyll seðilin út og set ein kross í fýrkantin við tað parið,
sum skal vinna eitt brúdleyp fyri uml. kr. 38.000,-
Ein atkvøðuseðil verður í Sosialinum hvønn dag til og við
týsdagin 11. mai 2010. Ikki er loyvt at margfalda seðilin!
- Klipp beinleiðis úr blaðnum og send til:
Sosialurin, att: Brúdleypskapping, Postboks, 110 Tórshavn
Elna Høgenni og
John A. Poulsen Hoyvík
Matilda Sivertsen og
Lucas B. Ceni TórsHavn
Siri Johnsdóttir og Martin
Mohr í Grund Eiði/GøTa
Eyðbjørg E. Antoniussen
og Óli Nolsøe arGir
Sosialurin 341800
Navn innsendarans:
Telefon nr.:
Øll, sum atkvøða
fyri vinnaraparinum eru
við í lutakastinum um eitt
gávukort frá SMS á
kr. 1.000,-
Barbara Nielsen og
Kim Roest TronGisváGur
Barbara og Kim hittust tá
tey vóru 17 og 18 ára gomul.
Mynd: Privat
Barbara og Kim sum børn.