Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 10. januar 2002 21 21 Nr. 6 • hósdagur • 10. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Tvøroyrarmaðurin Óli Johannesen er valdur ársins leikari av lesarunum á heimasíðuni hjá Hvidovre. Hann fekk 243 av 726 atkvøðum og vann ógvuliga tepurt FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Óli Johannesen, ið dagliga spælir í donsku 1. deild við Hvidovre, varð um viku- skiftið valdur til ársins leik- ara av viðhaldsfólki felags- ins, sum heimskendi mál- verjin Peter Schmeichel eigur. Atkvøðugreiðslan fór fram á heimasíðuni hjá Hvidovre, og Óli gjørdist tepur vinnari. Hann fekk 243 atkvøður, og maðurin á næsta plássi, sum var Krist- offer Wichmann, fekk 224 atkvøður. Stephan Ander- sen endaði á triðja plássi, og hann fekk 174 atkvøður. Eingin annar leikari fekk fleiri enn hundrað atkvøð- ur. Hetta má sigast at vera ein stórur heiður hjá før- oyska leikaranum, sum verður heiðraður undan fyrsta landskappingardyst- inum í nýggja árinum. Frank Skytte Tað var nýggi venjarin hjá B68, Frank Skytte, ið fekk Óla Johannesen til felagið, har hann hevur spælt væl. Frank Skytte hevur fyrr verið venjari hjá TB, tá Óli spældi á Tvøroyri, og tað er óivað haðani, at hann kenn- ir dygdirnar hjá verjuleik- aranum. Óli Johannesen byrjaði at spæla í AGF, tá hann kom til Danmarkar, men spælir nú í næstbestu deildini við Hvidovre, sum í løtuni liggur á 11. plássi. Óli Johannesen ársins leikari í Hvidovre Óli Johannesen er kosin ársins leikari av viðhaldsfólki hjá Hvidovre. Hann fekk 243 atkvøður á heimasíðu felagsins Mynd: Álvur Haraldsen Fýra lyklaspælarar hjá FCK hava gjørt sáttmála við onnur útlendsk feløg, og tað verður torført at finna avloysarar. Tann seinasti í røðini er verjuleikarin Jacob Laursen, ið hevur gjørt sáttmála við enska felagið Leicester, sum spælir í Premier League FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Felagið hjá Toda Jónsson missir nú enn ein leikara. Talan er um garvaða verju- leikaran Jacob Laursen, ið framyvir fer at spæla við botnliðnum Leicester í ensku Premier League. Enska felagið hevur tørv á verjuleikarum, tí fleiri eru langtíðar skaddir. Tí vendi venjarin Dave Bassett sær til FC København um at keypa Jacob Laursen. Enskir fjølmiðlar meta, at prísurin fyri Laursen liggur um 500.000 ensk pund, sum er umleið 5 milliónir krónur. Jacob Laursen er 30 ára gamal og hevur spælt fleiri landsdystir, men hann er ikki við á landsliðnum longur. Hann hevur eisini drúgv- ar royndir úr ensku Premier League, tí í fýra ár, frá 1996 til 2000, spældi hann 135 dystir fyri Derby, og hann var eisini liðformaður sein- astu tíðina, áðrenn hann skifti til FCK av persónlig- um ávum. Nú er liðformaðurin hjá Toda so tilreiðar at fara aftur til Onglands at royna seg. Hann skal hjálpa Leicester undan niðurflyt- ing. Tað var longu í heyst, at danskir fjølmiðlar bóru tíðindi um, at samband var millum Leicester og Jacob Laursen, og nú er sáttmálið komin burturúr. FCK mist nógv fólk Nú í jólasteðginum hevur FCK mist ein stóran part av sínum besta fólki, og tað verður torført hjá venjaran- um Hans Backe at byggja liðið uppaftur, eftir stóra missin. Jacob Laursen fer bein- anvegin úr felagnum, men ungi og evnaríki miðvallar- in Christian Poulsen verður í FCK til endan av hesum kappingarárinum, tá hann fer til týska felagið Schalke O4. Thomas Thorninger er farin til Italia at spæla við Udinese, har fyrrverandi venjarin hjá FCK, Roy Hodgson, var venjari, men hann varð sagdur úr starvi fyri stuttum. Thomas Rytter, ið hevur verið fastur á liðnum hjá FCK, spælir nú í Týsklandi við Wolfsburg. Rytter fór til týska felagið í desember, og hann var vanliga vong- verji á liðnum hjá FCK. Eisini er óvist við fram- tíðini hjá Niclas Jensen. Hansara sáttmálaskeið er liðugt 1. juli, tá hann kann skifta felag, uttan at FCK fær nakað burturúr. Vænt- andi fer hann at royna seg uttanfyri Danmark, og eitt nú Celtic í Skotlandi hevur sýnt áhuga. Sostatt eru fimm spælar- ar antin farnir úr ella á veg úr felagnum hjá Toda Jóns- son, FCK. Hetta boðar ikki frá góðum, tí hesir leikar- arnir hava verið millum teir bestu á liðnum, og tí verður torført at finna avloysarar fyri teir. Sagt verður úr Danmark í dag, at Hans Backe hevur í hyggju at keypa unga verju- leikaran Martin Albrecht- sen frá grannunum í AB. Albrechtsen hevur roynt seg á landsliðnum og verð- ur mettur sum ein framtíðar leikari á landsliðnum. FCK mist nógv fólk Jacob Laursen hevur gjørt sáttmála við enska felagið Leicester. Hetta er ein dyggur smeitur fyri FCK, tí hann var liðformaður og álitið í verjuni Mynd: Álvur Haraldsen Ein av fæstu bridge-tættunum er hin árliga Føroya-Bjór simultan kappingin, har leikarar kring alt landið kappast. Í ár verður kappast komandi leygardag kl. 14.00 BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Jóla-bridge Tá tú eftir eina góða máltíð um jólini setir teg at spæla bridge, kanst tú gerast eitt sindur linur eina løtu, og nógv løgið kann henda. Hygg bara hvussu gekst í einum venjingardysti hjá landsliðnum. Tað eru Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen, sum sita NS, feðgarnir Carl og Arne Mikkelsen EV. N/allir Norðan Sp AQ98743 Hj - Rú J76 Kl 986 Vestan Eystan Sp 6 Sp K105 Hj AKQ2 Hj 108754 Rú Q5 Rú 93 Kl QJ10754 Kl A32 Sunnan Sp J2 Hj J963 Rú AK10842 Kl K V N E S - 3sp pass 4sp 5kl D pass pass pass Útspæl: sp 9 Bogi spældi sp9 út í vón um at fáa makkaran inn at spæla hjartara til trumf hjá sær. Tá spK kom á borðið, sýntist hesin planurin at vera farin í vaskið. Men Vestan bað um at fáa lítlan spaðara frá borðinum, og Sunnan slapp inn uppá spJ. Eina løtu seinni kundu NS, Bogi og Rói, skriva 1100 til sín fyri spælið. Fyrsta stikk fyri spJ, hjartara til trumf, rútara til kongin, hjartara til trumf, rútara til essið og enn ein hjartara til trumf. Hevði Vestan farið upp á kongin í fyrsta stikki og síðan eisini gjørt rætt í kleyvara, kundi hann vunnið kontraktina duplaða við einum yvirstikki, og úrslitið hevði verið 990 EV. Nýggjárskappingin hjá Havnar Bridgefelag 14 pør spældu við í nýggjárskappingini hjá Havnar Bridgefelag hóskvøldið 3. januar. Her er úrslitið av kappingini, men einans pørini omanfyri miðal: 1. Heðin Mouritsen — Jóannes Mouritsen 193 2. Hans J. Petersen — Arnbjørn Sivertsen 185 3. Mortan Rasmussen — A. G. Nielsen 168 4. Árni Dam — Marner Joensen 161 5. Hans E. Joensen — Edmund Joensen 160 6. Hannis Jacobsen — Petur S. Rasmussen 156 7. Marjun Restorff — Arnleyg Mikkelsen 151 Sunnudagskappingin Seinasta sunnudag kom aftur gongd í sunnu- dagskappingina. Einans trý borð vóru, men tað verða væntandi fleiri komandi sunnudagarnar í vár. Tey trý pørini, ið endaðu omanfyri miðal — gjørt var upp í imp´um, t.v.s. sum liðkapping — vóru hesi: 1. Hans J Petersen — Arnbjørn Sivertsen 45 2. Marjun Restorff — Arnleyg Mikkelsen 31 3. Bogi Simonsen — Rói á Rógvu Joensen 27 Føroya Bjór Simultan Føroya Bjór Simultan kappingin verður leygardagin 12. januar kl. 14.00. Spælt verður suðuri í Vági í tí nýggja Billiard- og Bridgehúsinum. Vesturi í Miðvági verður spælt í gamla skúla. Í Klaksvík verður spælt á Biskupsstøð, har Klaksvíkar Bridgefelag hevur hildið til tey seinastu árini. Spælt verður eisini í Felagslonini í Fuglafirði. Í Havn verður spælt í Bridgehúsinum uppi í Gundadali. Á øllum spælistøðum kunnu fólk, ið ætla sær at spæla við, bara møta upp beint framman undan kappingar- byrjan og tekna seg til. Sum teir hava gjørt tey seinastu nógvu árini, so stuðlar Føroya Bjór aftur í ár kappingini við vinningum og øðrum góðum. Tá kappingin er liðugt spæld í øllum spælistøðum, verður fyrst gjørt upp í hvørjum staði sær, og her verða so teir lokalu vinnararnir heiðraðir. Síðan verða øll úrslitini savnað saman á einum staði, og gjørt verður upp, so vit fáa eitt vinnarapar fyri alt landið. Árliga simultan kappingin Julian Johnsson og liðfelagar hansara taptu dystin móti Huddersfield í semi- finaluni í LDV Vans Trophy steypakapp- ingini, sum er fyri lið í teimum lægru deildunum. Sagt verður út Onglandi, at Hull hevði nógv fleiri málmøguleikar enn mótstøðuliðið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Venjarin Brian Little hevði valt at seta Julian Johnsson á beinkin til dystin móti Huddersfield týskvøldið. Julian var við frá byrjan í seinasta landskappingar- dysti, tá liðið tapti heili 3-0 móti Kidderminster. Hetta var semifinalan í LDV Vans Trophy steypa- kappingini, og tað eru liðini í lægru deildunum, ið taka lut í hesi steypakapp- ingini. Hetta er triðja steypakappingin, sum Hull City luttekur í. Huddersfield spælir í eini deild hægri enn Hull, og tí var Huddersfield fa- vorittur at vinna dystin og harvið sæti í finaluni, ið verður spæld á Millennium Stadium í Cardiff. Hesin leikvøllur tekur eini 80.000 áskoðarar. Hull fleiri møguleikar Í Hull eru tey ógvuliga vónbrotin um tapið týs- kvøldið. Hull hevði nógv fleiri málmøguleikar enn Huddersfield, og tað var tí ein beiskur biti at svølgja. Julian varð settur inn eftir 68 minuttir, men hann fekk tó ikki vent gongdini. Stórar partar av dystinum var Hull við yvirlutan, men hóast teir skaptu nógv fleiri málmøguleikar, fingu teir einki mál. Andy Booth var hetjan hjá Huddersfield. Hann fekk einasta málið eftir 38 minuttir, eftir at málverjin bara hevði hálvbjargað einum skoti, sum datt fyri føturnar á áleyparanum. Hull tapti í steypakappingini Stjórin hjá Toda í FCK, tann navnframi Flemming Øster- gaard, er hóttur eftir lívinum av viðhalds- fólki hjá Brøndby. Løgreglan kannar nú málið HÓTTAN Stefan í Skorini Í umleið eina viku hevur Flemming Østergaard fing- ið óynsktar og sera ljótar telefonuppringingar frá ókendum fólki, ið hava hótt tann kenda stjóran í FCK eftir lívinum. Hann heldur meldað málið til løgregl- una, ið heldur, at hesar hóttanirnar koma frá fólki, sum siga seg verða við- haldsfólk hjá Brøndby, ið er ringasti arvafíggindin hjá FCK. Flemming Østergaard sigur tó við danskar fjøl- miðlar, at hansara gerandis- dagur ikki er broyttur eftir hesar hóttanirnar. Løgreglan heldur ikki, at hóttanirnar skulu takast í ramasta álvara, og Flemm- ing Østergaard skal ikki vera bangin fyri lívinum. Valdmikil maður Flemming Østergaard er stjóri í FCK. Hann verður vanliga kallaður Don Ø, sum sipar til, at hann minnir nógv um ein mafia- boss. Tí hevur hann nógv per- sónlig viðhaldsfólk, men samstundis er hann illa lýddur av øðrum. – Hetta hevur als ikki verið stuttligt, og familjan hevur tikið sær tað nær. Nú skulu vit ikki tosa meira um hetta málið, tí løgreglan tekur sær av tí, sigur Flemming Østergaard við danskar fjølmiðlar. Østergaard leggur aftur- at, at fjølmiðlarnir einki skriva um, at hann fær fleiri enn 1.000 brøv frá per- sónligum viðhaldsfólki, og at hetta eisini er ein partur av sannleikanum. Julian og hinir í Hull máttu lúta í steypakappingini móti Huddersfield Østergaard hóttur eftir lívinum Flemming Østergaard hevur seinastu vikuna verið hóttur eftir lívinum. Løgreglan metir tó ikki, at hóttanirnar skulu takast í álvara Mynd: Álvur Haraldsen FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Leikararnir í FC Køben- havn eru farnir at venja aftur eftir vetrarsteðgin, og fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir er Todi Jónsson við í hópinum, ið fór at venja mikudagin. Todi hevur verið skaddur í lærkrikanum leingi, og hann hevur vitjað fleiri serfrøðingar, ið hava roynt at lekja áleyparan. Seinasta royndin at lekja skaðan var at senda Toda til ein lækna í Salzburg í Eysturríki, sum eftir øllum at døma hevur funnið orsøkina. Nú bendir okkurt á, at hann endiliga er sloppin av við henda herviliga skaðan. Danska SAS-deildin verður ikki tikin uppaftur fyrr enn 3. mars. Vónandi kann Todi sleppa undan skaðum í komandi tíðum, so hann aftur kann vísa sítt virði hjá FCK, ið stórliga hevur brúk fyri sínum lyklaspælarum. Í seinasta kappingarári spældi Todi sera væl og gjørdist toppskjútti í felag- num, men í hesum kapp- ingarárinum hevur hann spælt fáar dystir vegna skaðan. Todi klárur aftur C M Y K 20