Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 6 - 10. januar 2002 Nr. 6 - 10. januar 2002 19 Hýsan hjá línubátun- um er sera smá, men á virkinum í Leirvík fáa tey einki gjørt við hýsu 4, sum liggur millum 300 og 500 gr.- Hendan er alt ov smá til tess, at løn- andi framleiðsla kann fáast burtur úr, sigur Kjartan Joensen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Eitt av teimum smáu og lutfalsliga nýggju virkjun- um í Føroyum, er flaka- virkið hjá P/F Kjartani Joensen í Leirvík. Eisini á hesum virkinum, sum burt- ur av virkar og selir fryst hýsufløk, er gongd komin á aftur, nú vit eru komin inn í 2. viku í nýggja árinum. – Vit byrjaðu aftur týs- dagin, sigur Kjartan Joen- sen og vísir á, at øll rá- vøran,sum fer ígjøgnum maskinurnar, verður keypt á uppboðssølu og um uppboðssøluna. – Vit arbeiða bara hýsu; her var eingin toskur ar- beiddur í fjør, og vit fluttu ongan heilan fisk av landinum, leggur hann dent á. Kjartan heldur ikki, at nakað serligt lønsemi er í feskum hýsufløkum, tí tað tekur so langa tíð, áðrenn hesi eru hjá keyparanum, at tey tá ikki eru nóg fesk longur. Øll framleiðslan á virkin- um í Leirvík byggir tí á fryst hýsufløk. Hýsan sera smá Sum skilst, er hýsan, sum línuskipini koma við, yvir- høvur ógvuliga smá. Ein stórur partur er hýsa 3 og hýsa 4, sum liggur millum 300 og 500 gr. – Hinvegin er hýsan hjá trolarunum nógv størri, men tað syrgir meska- støddin fyri, sum Kjartan tekur til. Á virkinum í Leirvík fáa tey einki gjørt við hýsu 4, tí hendan er alt ov smá til tess, at lønandi framleiðsla kann fáast burtur úr henni. Sosialurin hevur skilt, at flestu línuskip gera alt, tey kunnu, fyri at sleppa framat at landa hósdag, so møgu- leikar eru hjá útflytarum, ið selja heilan fisk av land- inum, at keypa. Dømir eru eisini um skip, sum bara hava lagt hýsuna upp hós- dag. – Men hetta er nú heldur ikki so løgið, tí ein og hvør vil hava sum mest burtur úr, vísir Kjartan á. Mikudagin vóru trý línu- skip á uppboðssølumarkn- aðinum við hýsu. Støðugt arbeiði Á virkinum hjá Kjartani Joensen var rættiliga støð- ugt arbeiði seinna hálvár í fjør. Vóru gólvini turr tveir dagar tilsamans eftir summarsteðgin, var tað alt. – Fyrra hálvár var eisini nógv arbeiði á virkinum, men tá datt onkur dagur burtur ímillum av og á, sigur Kjartan. 33 fólk arbeiða hjá P/F Kjartani Joensen í Leirvík, og virkisleiðari er Niels Petur Bech. Arbeitt verður fyri tað mesta vanliga tíð, men klokkan verður ofta 20-21 á kvøldi, áðrenn frystararnir kunnu fara heim. Kjartan Joensen ásannar, at kappingin um hýsuna er ógvuliga hørð – serliga tí, at teir, sum keypa og útflyta heilan fisk, keypa hýsuna fyri ein og hvønn prís. - Og tað klára vit ikki, sigur hann at enda. Rækjuskipini skerja manningartalið fyri, at manningin skal fáa meira burtur úr. – Men hetta gevur minni til skipið, tí yvirmannapartarnir verða so mikið størri, sigur Kjartan Joensen, reiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í løtuni eru fýra føroysk rækjuskip undir Eystur- grønlandi; tey eru Hvilvt- enni, Ocean Castle, Sól- borg og Fuglberg. Sosialurin hevur spurt Kjartan Joensen í Leirvík, hvussu gongst hjá Hvilvt- enni, sum fór úr Føroyum, 4. desember. Fingu 35 tons í síðstu viku – Vit høvdu eina restkvotu uppá 160 tons, og hana fiskaðu vit til nýggjárs. Nýggja kvotan hjá okkum fyri 2002 er 230 tons, og tað er hana, vit royna at fiska nú, so ikki verður neyðugt at fara tvær ferðir til Eysturgrønlands at fiska tað, vit eiga har yviri. Sum skilst á reiðaranum, er fiskiskapurin undir Eysturgrønlandi hampiliga góður í løtuni, men alt av- hongur av, hvussu rækjur- nar eru. – Hvilvtenni fekk 35 tons í síðstu viku, og tað er ein brúkilig vika, um slagið er gott. Spurdur, um rækjur- nar eru ymiskar á leiðini, sigur Kjartan, at á somu leið, eru rækjurnar vanliga ikki misjavnar, men verður neyðugt at flyta, tí fiski- skapurin minkar, er ikki vist, at líka góðar rækjur fáast, har fiskiskapurin tekur seg uppaftur. – Á leiðini við Kappan fáast t.d. bara smáar rækjur, og tær geva lítið í peningi, sjálvt um fiskiskapurin er góður, vísir Kjartan Joen- sen á. Færri mans Nær væntast kann, at Hvilvtenni verður liðugur við sína kvotu í Eystur- grønlandi, er vónleyst at siga, heldur reiðarin. Nýggi Hvilvtenni, sum er eitt gott og stásiligt skip, fór sín fyrsta túr, 15. oktober ár 2000, og Kjartan dylur ikki, at tað er tungt at reka eitt tílikt skip í dag. – 20 mans hava verið við skipinum hvønn túrin, men nú eru teir bara 18. At manningartalið nú er minni, kemst av, at menn halda, at úrtøkan er ov lítil. Tað er ov lítið at býta. Kjartan Joensen vísir tó á, at skipini sigla undir einum bruttosáttmála sum merkir, at reiðarríið færr minni burtur úr, tá ið manningartalið minkar, tí yvirmannapartarnir verða somikið størri. – So, hetta er eitt stig, ið burtur av tænir manningini, um teir annars eru sinnaðir at arbeiða meira, nú teir eru færri mans umborð, sigur reiðarin. – Hvilvtenni fekk 35 tons í síðstu viku, og tað er ein brúkilig vika, tá ið slagið er gott, sigur reiðarin, Kjartan Joensen Optimisma í Miðvági: Helma ikki í, fyrr enn árið er liðugt Í Miðvági landaðu tey Vesturtúgvuna mikumorgunin; skipið var fult undir lúkurnar FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Miðvágur: Sigast kann ikki annað enn, at Harrans árið 2002 byrjaði væl, hvat fiski- skapi og fiskaarbeiði viðvíkur. Sjálv um flestu skipsmanningar sluppu at hvíla seg um jólini og á nýggjárin- um, og vit bert eru í 2. viku í nýggja árinum, so hava fleiri skip longu verið inni og landað, og gongd er komin á fiskafram- leiðsluna kring landið. Upsafiskiskapurin hevur verið sera góður, og sum skilst, fáa línuskipini eisini tosk norðanfyri. Tað hevur ikki viðrað nakað serligt, so útróður hevur verið lítil, men Sosialurin veit um bátar, sum hava havt góðar setur. Undir lúkurnar Í Miðvági landaðu tey Vesturtúgvuna miku- morgunin. Teir par- trola við Grønanesi, sum landaði í Sal- tangará. Skipini eru full undir lúkurnar, og í Miðvági mettu tey, at Vesturtúgvan hevur 150.000 pund. Megin- parturin av veiðini – ella eini 90% - er hampiliga góður upsi; restin er toskur, hýsa og kongafiskur. – Okkara fyrsti framleiðsludagur í nýggja árinum var týsdagurin; tá fingu vit nakað av fiski úr Vest- manna og Sørvági. Í morgun fóru vit so undir fiskin hjá Vestur- túgvuni, og væntandi verður arbeitt tað, ið eftir er av hesi vikuni, segði Albert Ellefsen, virkisleiðari, miku- morgunin. Og hann er optimist; tað krógvast ikki: – Nú ætla vit ikki at helma í, fyrr enn árið er liðugt, sigur virkis- leiðarin á Fiskavirking í Miðvági. 33 fólk arbeiða hýsu í Leirvík Hampiligur fiskiskapur undir Eysturgrønlandi – Vóru gólvini turr tveir dagar tilsamans eftir summarsteðgin, so var tað alt, sigur Kjartan Joensen í Leirvík Adventistaskúlin Børn, sum skulu í 1. fl. í Adventistaskúlan eftir summarfrítíðina, verða innskrivað hósdagin 10. jan. frá kl. 16-17. Havið dóps- ella navnaseðil við.Vegna serligar um- støður eru nøkur fá pláss eftir. Adventistaskúlin tlf. 313260 Kvinna søkist til handil Vit sóknast eftir tilkomnari kvinnu til handilin at byrja skjótast tilber Arbeiðtíðirnar eru hesar: kl. 05.30 - 13.15 kl. 13.00 - 19.00 allar dagar í vikuni Frants Restorff Tórsgøta 13 Tlf. 311060 Postmoga 41 110 Tórshavn Kunngerð um framløgu av serstakari byggisamtykt fyri Kvívíkar Kommunu Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broyt- ingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at upp- skot til broyting av byggisamtykt/býarskipan fyri Kvívíkar Kommunu, samtykt á fundi tann 27. august 2001, verður lagt fram til almenna eftir- skoðan á kommunuskrivstovuni frá 9. januar 2002 til 30. januar 2002, báðir dagar íroknaðir. Uppskotið fevnir um øki Úti á Brúnum, ið verður lagt út til vinnu- og ídnaðarøki, og øki matr. nr. 132b, ið verður lagt av til sethús. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 9. apríl 2002. Skrivstovan er opið soleiðis: Mána-, miku- og fríggjadag frá kl. 11.00 til 13.00 og mikudag frá kl. 18.00 til 20.00. Útbjóðing Innbúgv til løgtingssalin Í sambandi við innrætting av løgtingsbygningin- um, verður við hesum innbúgv til løgtingssalin boðið út í almenna lisitatión. Arbeiðið er snikkaraarbeiði og fevnir um gerð av borðum til tingmanning, formans-, skrivara- og talarapalli. Lisitatiónin verður primo februar 2002. Tíð og stað verður kunngjørt nærri í útbjóðingarskrivi, ið verð- ur sent teimum bjóðandi saman við útbjóðingartil- farinum. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast í seinasta lagi tann 14.januar 2002 og verður útflýggjað móti ein- um veðhaldi til støddar kr.1.000,00.Veðhaldið verð- ur afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent í seinasta lagi eina viku aftan á lisitatiónina.Veðhald- ið verður at senda í krossaðum kekki til Løgtingið E. Jalsgøta 6 Boks 208 FO - 110 Tórshavn Att: Súsanna Danielsen, stjóri Læruplássið Lærupláss sum skrivstovulærlingur er leyst at søkja í Mentamálastýrinum við høvuðsstarvi í Yrkisdepl- inum. Talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt arbeiði við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning og skiftandi uppgávum á undirvísingar- og ment- anarøkinum. Upplæringin Í upplæringini hevur lærlingurin skrivligt og munn- ligt samskifti við lærupláss, lærlingar, yrkisskúlar og onnur við serligum atliti at starvsøkinum hjá Yrkis- deplinum, umframt at arbeiða við øllum vanligum fyrisitingarligum uppgávum. Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur HH, HT, HIF, HF, students- ella aðra javnsetta miðnámsútbúgving, umframt at hava góðan kunnleika til føroyskt mál og góð samstarvsevni. Setanar- og lønartreytir Viðkomandi verður settur eftir reglunum um skriv- stovulærlingar í lønarsáttmálanum millum Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalstýrið. Umsókn Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 31. januar 2002. Lærlingurin kann byrja skjótast til ber. Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Yrkisdepilin Postrúm 3279 110 Tórshavn Upplýsingar um virksemið hjá Mentamálastýrinum og Yrkisdeplinum eru at finna á heimasíðunum: www.mms.fo og www.yrkisdepilin.fo. Ynskjast fleiri upplýsingar, ber til at ringja til Petur Oluf Hansen, fyrisitingarleiðara, tlf. 355050. Lærlingur Mentamálastýrið Yrkisdepilin Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin, sum er sjálvstøðug fyrisiting í Mentamálastýrinum, hevur ta yvirskipaðu umsitingina av arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmálum, herímillum at vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum.Yrkisdepilin umsitur eisini ávís málsøki hjá stýrinum. Úrvalsbilar Spf. Bakkavegur 530 Fuglafjørður tel. 444943 ·& 217704 Kom og ger kvetti! Vit lata stóran avsláttur av bilum í januar, um tit keypa bil frá okkum uttan annan i býti Kom og fá ein óbindandi royndartúr Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2451, P/F Kassamiðstøðin, 650 Toftir. Nevnd: Farin úr nevndini: Harald Eirikstoft, Dr. Dahlsgøta 4, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Magnus Jespersen, Øravíkarlíð, 800 Tvøroyri. Skráseting Føroya tann 8. januar 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3065, Sp/f Maskinfelagið á Sandi, 210 Sandur. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Eystein Joensen, 210 Sandur. Innkomin sum stjóri: Brandur Sandoy, 210 Sandur. Skráseting Føroya tann 8. januar 2001 Kristin Balle _____________________ C M Y K 19 18