hósdagur 10. januar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 6 - 10. januar 2002
Nr. 6 - 10. januar 2002
17
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Telefon nr:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi vil eg
halda Sosialin, fyri
einans 400,- kr.
ársfjóðringin og
sparið 380,- í mun
til leysasøluprísin.
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Her eru tríggjar ung-
ar kvinnur, sum loysa
úr lagdi í orðum,
myndlist og tónleiki.
– Haldið á fram, so tit
vaksa við uppgávuni,
og innasti førningur
tykkara verður ein
skínandi perla, sum
fer at skyggja alla ævi
tykkara. Hjartaliga til
lukku við hesi fram-
sýning í orðum, tón-
leiki og myndum
Framsýning í orðum,
tónleiki og myndum á
Ribarhúsi 5. januar 2002.
UMMÆLI
Frits Johannesen
Hetta er ikki hissini, vildi
onkur sagt, og so ungar tær
eru, hesi sprundini. Soleið-
is eigur tað at vera.
Tað talaða orðið manna
millum í Føroyum hevur
verið okkum kært. Skrift-
málið er ungt, og hevur
skaldskapurin
fyri
tað
mesta liva á mannamunni.
Vit kenna frá skriftini… í
fyrstani
var
orðið
og
Grundtvig gamli tosar um,
at málið er tað fyrsta.
Í fyrstani var tað talaða
orðið í Føroyum latið í
sálmasang, kvæði, sagnir
og ævintýr, orðatøk, orða-
felli, hittinorð o.s.fr.. Alt
livdi á mannamunni. Tað
var livandi, og ikki fyrr enn
vit fingu okkara skriftmál
fyri um leið hálvtannað-
hundrað árum síðani, vórðu
orðini fest á blað, og kann
hugsast,
at
kvinnurnar
framman fyri eldstaðin eru
komnar við mongum hittin-
orðum, sum liva enn tann
dag í dag á mannamunni.
Teir gomlu føroyingarnir
søgdu ikki nógv, men livdu
í einum sjaldsamum skald-
aheimi. Myndatalan rakk
so langt í teirra tilveru. Sagt
verður, at hann ella hon
vóru so hittinorðað og
dugdu so væl at taka til, tí
kann verða sagt, at tað
føroyska málið er eitt poet-
iskt mál. Hetta kann vera
ein orsøk til, at málið hevur
tað snið og skap, sum tað
hevur.
Nú renna mær í hugan
t.d.
Maria
Mikkelsen,
Helena Pætursson, Andrea
Árting og Maria Skylv
Hansen, sum eru millum
tær fyrstu kvinnurnar, sum
kasta hamin av sær og seta
orð á prent. Hetta er ímill-
um 1896 til 1945. Ikki
skulu vit gloyma okkara
Kristinu Toftegaard – Krist-
inu í Køk, sum telist mill-
um tær fáu kvinnurnar, ið
hava yrkt í Fuglafirði.
Sangir og sálmar hennara
eru
í
Heimamissións-
sangbókini og Sálmabók-
ini.
Ì dag er tað Maria Lar-
sen, sum letur orðini í
skaldskap. Hetta er ein
fragd. Hon sigur, at hon er
søkjandi… og eru mong
skald tað - serliga ung. Jú
sanniliga eru tey tað, og
leita vit ikki øll eftir einum
sannleika ella samleika,
sum vit kunnu hugsa um,
skriva um, festa á løriftið,
ella siga tað i tónleiki?
Men skaldini duga at tala
og fáa hetta sagt á ein hátt,
sum er okkum øðrum at
gagni. Hetta er ein máti at
gera tað uppá, at vísa á ta
skapandi megina, sum er í
okkum og kring okkum.
Maria, slepp ikki pennin-
um, lat orðini í filosofiskan
búna, kosmiskar birtingar,
ja, kanska bara hvønndags-
ligar myndir, so eru vit
nøgd…. men tú ert longu á
veg…
Hvør listin er størst, tað
skrivaða orðið, tónleikurin
ella myndlistin, ja, tað er
torført at siga. Mætir menn
halda, at tað er eingin
munur, tí hvør listagreinin
hevur sín máta at seta síni
merki í tann listaliga hógv-
in uppá og soleiðis seta síni
spor og siga frá tí kenslu-
liga. Onkuntíð haldi eg, at
tónleikurin er stórsta lista-
greinin, sum er menn-
iskjum givin, og tekur tú
sangin, er tað orð og ljóð,
sum eru samfingin í einum
tátti, sum flytir seg fram,
sum ein livandi mynd her
og nú.. Tak meg ikki illa
upp. Lat okkum ikki taka
dagar ímillum hesar greinir.
Fara vit at hugsa um tónlist-
ina, so renna Hans J. Høj-
gaard og Jógvan Waagstein
fram fyri okkum sum teir
fyrstu tónasmiðirnir her á
landi.
Aftur er tað menninir, ið
hava gingið á odda upp á
sín máta, men forvitnisligt
er at nevna Andreu Árting
við Dunandi Aldan og
Maria
Skylv
Hansen:
Nornan hon spinnur sín
lagnutráð. Her eru tað
skrivandi kvinnur, sum
hava sett ljóð á tað skrivaða
orðið
Sangurin hevur staðið
fuglfirðingunum næst í
mong ættarlið. Eg gloymi
aldri innustovusystrarnar
Mariu og Kristinu, tá ið tær
í kirkju og á møti sungu
sálmarnar og sangirnar. Her
var ein natúrligur sangur
borin fram av kvinnurødd-
um, sum høvdu ein serligan
ljóm í sær – so yndisligur
og hjartaligur. Eg kann
eisini
nevna
Uttu
hjá
Victori, sum í mong ár var
organistur í Siloa, og eigur
einar tveir sálmar í Song-
bók Guds Fólks. Nevni
eisini
gentukórið,
sum
hevur borið sangin úr bygd-
ini út um landamørk.
Tey á Støðini eru lívs-
kunstnarar hava hetta í
kjøtið borið. Hvør kennir
ikki Magnus hansara gittar-
spæl og sang frá tíðini í
Silly boys? Nú er hann
eisini tónasmiður, t. d. hava
vit sungið í Fuglafjarðar
sangkóri: Eitt lítið fjalla-
land…. Magnus og Jenny
eru ikki 20. fólk úr ætt. Ja,
Jenny, halt á- fram við at
halda teg til tónlistina og
sangin, og hugvekjandi er
tað, at Eyðun, beiggi
Mariu, leikar undir til
sangin hjá tær.
Um myndlistina er tað
Ruth Smith, sum eg kundi
hugsað mær at nevnt. Vit
kundu eisini tikið Elinborg
Lützen ella Fridu Zach-
ariassen, men haldi meg til
Ruth Smith. Hugsi, tað í
ættarbondum rennur saman
millum Mariu Larsen og
Ruth Smith. Havi persón-
liga verið sera hugtikin av
hesi kvinnu, sum eg haldi
telist millum okkara bestu
listafólk. Tá ið hon doyði
1958, helt Jóannes Kristi-
ansen, at Føroyar mistu eitt
tað mætasta listafólkið
nakrantíð í Føroyum.
Verður hugt at myndum
hennara, tykjast tær im-
pressionistiskar í stílinum,
men eru ekspressionistiskar
í drátti, í skapi og litvali.
Hugtakandi eru sjálvs-
myndir hennara, har hon fer
inn í seg sjálva og letur
penslastrokini standa eftir
sum ælingur – tíðirnar, ið
fara fram við í einum æli,
eru í hennara eygnabrá í
sjálvsmyndunum. Andlitið
livir í ælstroyggjum.
Hon og Jóannes Kristian-
sen kendust væl, og er hann
millum okkara besti im-
pressionistar, so ikki sørt av
litum og strokum standa
teimum næst.
Fleiri kvinnur í bygd
okkara hava tey seinastu
árini gjørt vart við seg
innan listina við málning-
um, vatnlitsmyndum, tekn-
ingum
og
áseymaðum
myndum. Hetta er at frøast
yvir, og soleiðis eigur tað at
vera.
Myndirnar hjá Kristinu
eru ein ál av eksperiment-
erandi
ekspressionismu.
Hon er farin longur fram á
tí listaliga mannavegnum í
okkara bygdarsøgu. So
ung, sum hon er í listini.
Halt áfram, Kristina – slepp
ikki penslinum. Hann er ein
góður vinur, dyggur í ávik-
um og listaliga ein snill-
ingur.
Listin letur seg ávirka av
teimum tankum, sum eru
frammi í tíðini, men tað
skal eitt hegni til fyri at fáa
hetta fest á løriftið. Hetta er
sum við perluni, sum liggur
inni í skelini. Hon skal hava
eitt gott festi inni í kjarn-
uni, so tey evarsku smáu
sandkornini fáa væl í beini,
tá ið tey leggja seg til hvíld-
ar í hesum lítla hylki og
skapa perluna.
Soleiðis hevur tað verið
frá fyrsta degi av, at krøvini
eru komin uttanífrá til
listina. Festið skal vera
gott, og so legst formur og
skap uttanyvir. Her eru so
myndir, yrkingar og sangur
borin fram av ungum
kvinnum, sum hava lagt eitt
festi í listina, har litir,
formur, skap, orð og sangur
dansa um perluna, og rópa
tað, hvat tú vilt- ein perla
hevur eina glæmu, eina
harðheit og ein lit, sum
skyggir í øllum ljósi.. .
Her eru tríggjar ungar
kvinnur, sum loysa úr lagdi
í orðum, myndlist og tón-
leiki. Haldið á fram, so tit
vaksa við uppgávuni, og
innasti førningur tykkara
verður ein skínandi perla,
sum fer at skyggja alla ævi
tykkara.
Hjartaliga til lukku við
hesi framsýning í orðum,
tónleiki og myndum.
– Haldið á fram, so tit vaksa við uppgávuni
C
M
Y
K
17
16
ÚTSØLAN
byrjar hósdagin 10. januar
Ítróttur · N. Finsensgøta 5 · Postsmoga 268
FO-110 Tórshavn · Tlf. 355300 · Fax 319980 · e-mail: sportthd@post.olivant.fo
Nógv góð tilboð
uppá klæðir og
skógvar
Brúktir bilar
AUTO
SHINE
Toyota Hiace 4x4
2,4 diesel
árg. 09/92, km. 164.000
90.000,-
Opel Astra 2,0
Turbo diesel stw.
árg. 06/98, km. 122.000
139.000,-
VW Passat 1,9 TDI
stw.
árg. 08/97, km. 162.000
150.000,-
Mercedes 300D
vøriv. 3,0 diesel
árg. 87, km. 196.000
60.000,-
Toyota Carina E
2,0 GLI aut.
árg. 08/96, km. 115.000
98.000,-
Toyota Corolla
vøriv. 2,0 diesel
árg. 11/96, km. 73.000
70.000,-
Opel Corsa 1,0 3H
árg. 03/98, km. 129.000
57.000,-
Mazda 626 2,2
aut.
árg. 88, km. 170.000
30.000,-
Mitsubishi Lancer
1,6 GLX I
árg. 01/96, km. 150.000
78.000,-
Audi 80 1,6 TD
árg. 89, km. 230.000
25.000,-
VW Golf 4 1,9 SDI
árg. 05/98, km. 124.000
140.000,-
BMW 320 2,0 I
150 HK
árg. 11/96, km. 116.000
150.000,-
BMW 320 2,0 I
árg. 86, km. 135.000
38.000,-
Toyota Avensis
1,8
árg. 07/99, km. 56.000
145.000,-
Toyota Corolla 2,0
diesel
árg. 96, km. 105.000
95.000,-
VW Transporter
1,9 Turbo Diesel
árg. 11/98, km. 102.000
116.000,-
Nissan Primera
2,0 Turbo Diesel
árg. 09/98, km. 68.000
129.000,-
VW Passat TDI
Comfortline
árg. 08/97, km. 49.000
156.000,-
227474