Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í fjørsummar var Frankie Jensen sagdur úr starvinum sum venjari hjá besta fót ­ bóltsliðnum hjá B71. Sam bært leiðsluni í felagnu rigg aði samstarvið millum venj aran og spælararnar so illa, at spælararnir kravdu venj aran frá ella góvust teir at spæla. Leiðslan valdi siga sam­ starvið við Frankie Jensen upp, hóast partarnir høvdu ein tvey ára sáttmála. Norðlýsið skrivar, at nú hevur Frankie Jensen kravt endurgjald frá B71 fyri upp­ søgnina, og sambært blað­ num hevur hann kravt B71 eftir 290.000 krónum. – Enn er ikki talan um nakað rættarmál, men vit hava freist til 7. Ma at finna eina semju, og tað vóni eg, at vit megna, sigur Ragnar Fossdalsá, sum er formaður í B71. Hann heldur, at kravið frá uppsagda venjaranum er órímiligt og sigur, at B71 heilt einfalt ikki kann ganga kravinum á møti. – Vit kunnu ikki góðtaka at gjalda 290.000 krónum í endurgjaldi, tí teir pengarnar eiga vit snøgt sagt ikki, sig ur Ragnar Fossdalsá við Norð­ lýsið. (Mynd: fotboltur.dk) eydun@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Lættari at stýra eftir for­ dómum Høgni Hoydal kjak á síðu 13 Smáu flokkarnir útgjørdir at gera fortreð sólvit simonsen kjak á síðu 24 s unnudagin eru liðin 70 ár síðani, at bretska herset­ ing arvaldið við Frederick C. Mason á odda góðkendi Merkið sum tjóðarmerki okkara. Tilgongdin tey 21 árini frá tí at ungir studentar í Keypmannahavn skaptu Merkið, til tað loksins av fremmandum varð góðkent sum tjóðarmerki, var mangan baldrut. Er tað nakað, sum føroyingar hava dugað væl at staðið illa saman um, so eru tað stjórnarviðurskiftini og ríkisrættarligu viðurskiftini. Meðan onnur atlond ella hjálond høvdu ein greiðari vilja, soleiðis at ríkisrættarlig viðurskifti vórðu greidd við fullveldi við sannførandi stórum meiriluta ­ eins og til dømis hjá grannunum fyri vestan, so vóru føroyingar so sera ósamdir. Og ósamd eru vit enn. Vit skulu ikki her fara fara at greina, hví so stórur partur av fólkinum ikki vil hava fullveldi, men vit kunnu bara staðfesta, at í Føroyum eru viðurskiftini øðrvísi. Líka mikið hvussu leikað verður í, so er tað bara ein minniluti, sum vil hava fullveldi, meðan ein rími liga stórur meiriluti – enntá er Sam­ bandsflokkurin komin við á tann veingin – vil hava størri sjálv ræði, sum í øllum førum í fystu syftu skal verða innan fyri ríkisfelagsskapin við Danmark. Men tað reið um snarið fyri sjúti árum síðani, at Føroyar loystu frá Danmark. Tó at Merkið varð viðurkent tá, so hevði tann avgerðin einki við sjálvstýrisstríðið at gera. Hetta var einans ein strategisk av­ gerð hjá einum fremmandum her­ valdi. Men hetta kyndi sjálvsagt undir sjálvsstýrisstríðið – sum av góðum grundum fekk vind í seglini undir hersetingini – og kulmineraði við fólkaatkvøðuni um loysing 14. september í 1946. Við heimastýrislógini dovnaði sjálvstýrisstríðið – og reystu loys­ ing arrøddirnar vórðu nærum tagn­ aðar, tá Tjóðveldisflokkurin – sum fuglurin Fønix – reis úr øskuni í 1998, tvífaldaði tingmannatalið – og birti nýtt lív í sjálvstýrisstríðið, sum nú varð til fullveldisstríð. Loysingin var eisini nær fyri 10 árum síðani, men tann møguleikin glapp av hondum ­ og endaligt punktum setti ávísur tingmaður hjá Tjóðveldinum, sum kvaldi fullveldissamgonguna í 2003. Meðan flestu føroyingar nú hava flutt seg – og taka undir við onkr­ um slagi av sjálvstýri – so tykist fullveldi aftur at verða skotið langt fram í tíðina. Orsøkin er helst hin einfalda, at tað framvegis bara er ein minniluti, sum vil hava fullveldi. Men flaggið eru vit øll samd um – og fegnast um tjóðskaparliga at savnast undir Merkinum. Tillukku við sjúti ára degnum! TjóðarmErkið sjúTi Tað er bert ein minniluti, sum vil hava fullveldi Uppsagdur venjari krevur 290.000 frá B71 Ein heldur øðrvísi lýs ing er at síggja í nýggjasta blað­ num hjá Altantsflogi. Tað er kappingarneyti okk ara, Dimmalætting, sum ber tey óheftu á álít andi tíðindini, at »Dimma lætt ing er Før­ oya einasta avís«. Men tað veldst sjálv­ sagt um eygað, sum sær. »Eg haldi, at eg livi« sang Jógvan Tell ing einaferð. Vit liva, og vit halda eisini, at Dimma lætting livur. Men livst, so spyrst. eirikur@sosialurin.fo Livst so spyrst Svenska Madeleine prin­ sessa hevur avlýst brúd­ leyp ið hjá sær, sum skuldi verða seinni í ár. Norska Se & Hør heldur seg hava funnið frágreiðingina, tí í blaðnum stendur ein ung norsk kvinna fram og sig­ ur, at hon hevur fjasast við Jonas Bergstøm, sum er sjeikurin hjá Madeleine. Svenska kongshúsið boðaði í gjár frá, at Madeleine og Bergstøm ganga framvegis saman, og Aftonbladet vil verða við, at tey bæði eru farin í parterapi fyri at bjarga teirra forholdi. eydun@sosialurin.fo Prinsessa í parterapi