Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 2 VIKUSKIFTI Eg eri til reiðar Dead Sea people Redaktørur: Inna Törnroos Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Johannes Jensen / Mynd: Finnur Justinussen 4 SaMrøða: JohannEs JEnsEn 7 TIPS: stríput í vár 8 90 SEkund: Finnur JEnsEn 10 Bakgrund: Flaggdagurin 70 ár 12 uMMælI: 10 bEstu Ensku krimirøðirnar 14 TIl arBEIðIS: Elin á torkilshEyggi 15 uMaFTuraFTuruM: høgni dJurhuus 16 rEPorTaSJa: ungarn gongur móti Fascismu 18 SPyrST So lIvST: rigmor svarar 19 Mín BESTa uPPSkrIFT: bollar við køkukrEmi 23 Tað hEndur: konsErtir, bøkur, sEndingar osfr. 24 vIkuMyndIn: bEsta myndin í vikuni »Dead Sea people« – deyðahavsfólk, ein nýggj ensk máliska, sum eg lærdi fyri stuttum. Sipað verður til, at summi fólk eru sum Deyðahavið. Tey taka eina rúgvu inn, men lata einki út aftur. Í Føroyum hava vit ikki so fá deyðahavsfólk. Tað eru tey, sum koma til brúðleyp, føðingardagar, veitslur og merkisdagar. Tey gera einki sjálvi til hesar samankomstir. Tað eru onnur, sum fyrireika, matgera, tala, syngja, framføra og undirhalda. Deyðahavsfólkini sita bara – og taka inn, og lata einki út aftur. Men hesi somu deyðahavsfólkini eru skjót at finnast at teimum, sum fyrireika, matgera, tala, syngja, framføra og undirhalda, men tað kundi ikki fallið teimum inn at gjørt nakað sjálvi. Tey eru móttakarar, men ikki gevarar, og eru alt annað enn stuðlandi hjá teimum, sum eru veruligir gevarar. »Åh nei! Nú skal hon«, »Uf, ikki aftur hann«. Tað er sum maðurin segði á sinni: – summi eru so negativ, at tey burdu verið framkallaði. Ein og hvør má bara hyggja í speglið, og spyrja seg sjálvan: – eri eg eitt deyðahavsfólk? Vónandi eru tað fá, sum hava ein ringan saltsmakk í munninum. INNIHALD FótbóltUR Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Tað er ikki bara heima í Føroyum, at fólk hava lagt merkis til havnamannin í Manchester City. Undir heitinum »Gunnar staying focused« hevur Man­ chester City heimasíðan eina samrøðu við 193 cm høga mámannin, ið seinastu vikurnar hevur sitið á bonkinum hjá Premier League liðnum. – Tað skal ikki nógv til, áðrenn Shay Given fær ein skaða í einum dysti. So standi eg mitt í øllum, og tí er týdn­ ingarmikið, at eg eri til reiðar. At vera á bonkinum til Premier League dyst­ irnar ímóti Burnley, Birmingham og Manchester United hevur verið fan tast­ iskt og læruríkt fyri meg, sigur Gunnar Nielsenvið heimasíðuna. Gunnar hevur seinastu tíðina yvir­ tikið plássið hjá Stuart Taylor sum annar málmaður í Manchester City, eftir at Taylor fekk ein skaða. Í mál­ inum stendur framvegis írski lands liðs­ málmaðurin, Shay Given. – Tú mást vera fokuseraður og mentalt sterkur, tí tað er lætt bara at sita á bonkinum og halda, at tú ikki skalt spæla. Tú má vera klárur áðrenn og undir dystinum, tí sum eg segði, tað skal ikki nógv til, so ert tú mitt í øllum, sigur Gunnar Nielsen, ið hevur leikt tveir landsdystir fyri Føroyar. Gunnar Nielsen kom til Manchester City í 2009, tá táverandi venjarin, Mark Hughes, keypti hann úr Blackburn. Mark Hughes hevði undanfarnu árini verið venjari hjá júst Blackburn, so hann visti, hvat tað var hann keypti. Havnamaðurin GuNNAr NIeLseN er til reiðar at fara á vøLLIN í Heimsins sterkastu fóTbóLTskAppING, um boð verða eftir HoNum. nú er Hann bert eitt fet frá liðnum Hjá mANcHesTer cITy klumman Heri Simonsen – Tað skal ikki nógv til, áðrenn Shay Given fær ein skaða í einum dysti. So standi eg mitt í øllum, og tí er týdningarmikið, at eg eri til reiðar, sigur Gunnar Nielsen Deyða havið myND: tilvildarlig