Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72 4 Sosialurin John av Reyni í Lítluvík Í dag, fríggjadagin 23. apríl, letur John av Reyni upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. John hevur áður sýnt fram í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku, men hetta er fyrstu ferð, John hevur framsýning í Smiðjuni. Á framsýningini eru málningar og vatnlitamyndir. Framsýningin letur upp kl. 16 og er opin til kl. 19. Annars er opið leygardagin og sunnudagin frá kl. 13 – 18, og mánadagin frá kl 16 - 19. Umstrídd reality-stjørna vitjar Hon er ein av teimum, sum er kend fyri at vera kend. Susan K var við í sendirøðini Paradise Hotel fyri nøkrum árum síðani, og hon fór so langt í sendingini, at hon gjørdist landskend í Danmark. Síðani hevu rhon útmerkað seg við at verða tann stóra veitslugentan í Danmark, og hon hevur eisini verið í geglinum og vent, eftir at hon gjørdi seg inn á eina kvinnu, sum arbeiddi á einum dansistaðið. Í kvøld og leygarkvøldið vitjar Susan K í Føroyum. Hon verður gestabarrvørður á Mica í Havn. Kom ikki vegin fram Seinastu nátt varð Norröna enn ikki kom in so langt á ferðini til Danmark, og tí vórðu boð send eftir tyrlu úr Før- oyum at koma eftir einum manni, sum var vorðin sjúkur. Lækni var um- borð, og hann metti, at mað urin skotast gjørligt mátti koma í land. Hóast øsku í luftini, fór tyrlan avstað, men tá ið tyrlan kom til lands, var maðurin deyð- ur. Hetta var ein 71 ára gamal mað ur, búsitandi í Før oy - um. Hann fór við Norrönu sum van- ligur ferða mað ur. randi@sosialurin.fo Kappaði beinið av lambinum Ein seyðaeigari í Suð ur oynni er skuld sett ur fyri brot á djóra vernd- ar lógina. Djóra verndar- fe lagið fekk eina frá boðan um eitt lamb, sum eitt bein varð tikið av. Felagið fór so at leita eftir lambinum og boðaði so politinum frá. Lambið hjá seyða eigaranum var yvir koyrt, og mað - urin hevði kapp að eitt bein av lamb in- um og latið tað ging- ið í tveir dagar. So skjótt sum poli tiið kom upp í mál ið, varð lambið dr ipið. Randi Jacobsen Nú tað er farið at vára, eru teir fyrstu morsniglarnir byrjaðir at gera um seg, og Náttúrugripasavnið mælir fólki til at fara í hernað móti hesum óbodna gesti. Mor- snigilin nørist sera skjótt, og tí er neyðugt at byrja beinanvegin, um tað skal bera til at halda honum niðri. Snigilin ger stóran skaða í urtagørðum, tí hann etur næstan alt, sum fyri er. Hann er lættur at kenna, tí hann er skínandi og javnt mor reyður. Tó kann hann vera ymiskur á liti frá mor- reyðum til ljósagult, og teir ungu morsniglarnir eru meira gjøgnumskygdir. Snig- ilin kann gerast upp í 15 cm langur. Ymiskir mátar Umráðandi er at seta fellur upp ella gera onnur tiltøk, so skjótt teir fyrstu smáu ókynsbúnu sniglarnir koma fram. Verða sniglarnir fyrst kynsbúnir, kunnu teir gerast fleiri túsund í tali, sum summ arið líður. Mátarnir eru ymiskir at beina fyri morðsniglum. Tað ber til at nýta snigla- fellu og egna við keks, øli ella súreplaflusi. Tað fæst eitt sniglaeitur, ið er jarnsulfat [Fe2(SO4)3]. Tað er ikki eitrandi fyri fugl og hópast ikki upp í náttúruni. Ein annar máti er at henta sniglarnar og leggja teir í kókandi vatn ella stoyta kokandi varn oman fyri teir. Summi brúka at henta upp í plastposar við salti, tí tá doyggja teir eisini beinanvegin. Eini góð ráð eru at fara í eingangshandskar, tí snigulin er eitrandi. Har nógvar sniglar eru, kunnu teir vera omaná jørðini um dagin, men serliga nógvir snigla eru at síggja, tá ið tað er slævið og upp undir skýming. Alt grannalagið má ganga saman um at týna mor- snigilin, um tað skal muna. Slíkt felags arbeiði kann har- aftrat vera við til at styrkja grannalagið. randi@sosialurin.fo Tíðin komin til morsniglaveiðu URTAGARÐAR Náttúrugripasavnið mælir fólki til at fara út í urtagarin nú at týna morsniglar Randi Jacobsen Fyri at gera okkurt positivt fann Terji Dalsgaard, sum hevur Sandportal, uppá at hava eina atkvøðugreiðslu á portalinum við endamálinum at velja ársins sandoying. Tá ið atkvøðugreiðslan var av, var Tummas Frank Joe n- sen í Skúvoy greitt nummar eitt. Av teimum stívliga 9000 atkvøðunum fekk hann 2544. Fyrrapartin í gjár skipaði Terji Dalsgaard so fyri, at Tummas Frank Joensen varð heiðraður. Terji Dalsgaard var staddur í Havn, og tá ið Tummas Frank Joensen og konan Elisabeth komu til Havnar, fóru hetta fylgið í løgtingshúsið eftir Gerhardi Lognberg, sum hevði átikið sær at handa Tummasi Frank blómur og steinplátu við áskriftini Ársins sand- oyingur. Gerhard Lognberg var í óvanliga góðum hýri, tí beint frammanundan hevði løg- tingið endaliga samtykt at byggja ítróttarhøll á Sand- oynni. Tingmaðurin ynskti Tumm as Frank Joensen til lukku við heiðrinum, og hann nevndi mannin eina brandsál, sum hevur arbeitt fyri Skúvoynna og hinar útoyggjarnar. Tummas Frank Joensen takkaði øllum, sum høvdu valt seg. Hann takkaði eisini hinum, sum høvdu stillað upp, og hann helt, at onkur av hinum høvdu minst líka væl sum hann uppiborið at fáa heitið ársins sandoyingur.. Terji Dalsgaard sigur, at ætlanin er aftur næsta ár at útnevna ársins sandoying. Tá skal atkvøðugreiðslan fara øðrvísi fram, við sms-um. Skúvoyingur ársins sandoyingur HEIÐUR Atkvøðugreiðslan á Sandportal útnevndi greitt Tummas Frank Joensen í Skúvoy at vera ársins sandoyingur, og fyri tað fekk hann í gjár handað eina steinplátu og blómur HEIÐUR Tummas Frank Joensen og konan Elisabeth vóru ikki sørt fegin, tá ið hann av Gerhardi Lognberg fekk handað steinsúlu og blómur sum ársins føroyingur. Sandportal stóð fyri tiltakinum Mynd: Jens Kristian Vang