Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 4 VIKUSKIFTI samrøða Uni Arge uniarge@gmail.com Hann var í uppskoti at gerast ársins privati leiðari í ár, og hóast hann ikki fekk heiðurin, kundi hent, at hann fekk hann seinni, tí sum leiðari er hann bæði uppfinnsamur, framfýsin og fjøl­ broyttur. Johannes Jensen er navnið, og tey, sum hava fylgt við føroyskum vinnu­ lívi í nøkur áratíggju, vita, at hann leingi starvaðist á Fiskasøluni. Síðan 2002 hevur hann verið stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, sum eigur væl umtóktu matstovuna, kaffi stovuna og barrina, Hvonn, og júst hev ur latið upp sushibarrirnar Etika í Havn og Keypmannahavn. Johannes Jensen fekk boðini um­ vegis fartelefonina, at Sosialurin vildi lýsa hansara starvsleið og kanska eisini umrøða hansara vinnusjónarmið, men var onki fyri tí. – Eg eri yvirhøvur ikki upp á handan mátan, so hatta vil eg ikki, segði hann nærum tvørur. Og so fór tann stóra lirkanin í gongd. Var hann ikki eisini nevndarlimur í Bakkafrost? Hevði hann ikki verið nógv uttanlands og arbeitt? Og hvussu við nevndini í Effo? Var hann ikki akkurát rætti maðurin til eitt por trett í einum vikuskiftisblað? Jú, tað var hann kanska, mutlaði hann drálandi og bað um at fáa ein teldupost um málið. Politikarar park era strævnastu málini í nevndum. Vinnu­ lívs leiðarar parkera tey í teldupostum. Og í innbakkanum mundi portrettið end að sínar dagar sum nakrir ósvaraðir inn leiðandi spurningar, men eftir áhald­ andi telefonboð svaraði hann loksins, og so kundi farast undir samrøðuna í matstovuni á Hotel Føroyum ein vakran kavamorgun herfyri. Hotellvinnan í blóðið Johannes Jensen kann tykjast smæðin, um tú ikki kennir hann, og hann sigur sjálvur, at hann er ikki nakar alfaðir­ lig ur leiðarafigurur, sum lættliga stígur fram alment og fær øll at ganga aftan á sær. – Men eg haldi, eg dugi at leiða, sigur hann. – Kanska eg reypi, men eg haldi meg duga at hyggja í eyguni á fólki, knýta tey at mær og skapa eina meining við teirra arbeiði. Hinvegin kann eg iva­ leyst vera strævin, tí eg havi lyndi til at vera krevjandi, kanska ov krevjandi mót vegis starvsfólkunum. Men eg geri ikki alt hetta bara fyri at fáa vinning. Eg vil sleppa at skapa okkurt meiningsfult og geva kundunum tað, teir vilja hava, og kanska eisini geva teimum okkurt heilt nýtt, sigur hann. So soleiðis er maðurin, sum situr í matstovuni hendan skyggjandi hvíta hósmorgunin á hotellinum við Oyggj­ ar vegin. Í veruleikanum var starvið sum hotellstjóri hansara barna dreym­ ur, og dreymurin stóðst ikki av ongum. Foreldur hansara, Meinhard og Ruth Jensen, yvirtóku Hotel Føroyar á Konga­ brúnni í 1970, tá Johannes var sjey ára gamal, og har búðu tey øll, til tey fluttu til Hoyvíkar í 1979. Barnaárini á Konga­ brúnni fór hotellvinnan í blóðið. – Eg eri í grundini uppvaksin í ein­ um hotellkøki, sigur hann. – Á hotellinum var stórt virksemi, og nógv skuldi gerast. Vóru stór tiltøk í býnum, stóð eg kanska knappliga og flusti eplir í køkinum, og um mamma ikki hevði tíð at gera mær og beiggja mínum mat, fingu vit bara at eta frá onkrum av teimum fittu konunum á hotellinum. Vit búðu í eini íbúð á hotell inum og kendu okkum eitt sindur øðr vísi enn onnur børn, men vit høvdu tað gott. Blakaður úr skúlanum Tey fyrstu sjey skúlaárini gekk hann hjá nonnunum, og tá sjeyndi flokkur var av, fór hann í Eysturskúlan at ganga. Hetta var í 1976, tá skúlin var spildurnýggjur. Eftir tað fór hann í Hoydalar, og har hilnaðist bæði nøkulunda og heilt illa, tí í 3.g., tá hann var um at vera liðugur, varð hann blakaður til hús saman við nøkrum floksfeløgum, tí hann hevði skulkað ov illa. Hóast orsøkin var, at hann arbeiddi ov nógv á hotellinum á Kongabrúnni, stóð avgerðin hjá rekt­ aranum við. – Skúlin hevur ongantíð verið nøkur success hjá mær, staðfestir Johannes og smílist nærum umberandi. – Eg hevði ikki hugin, og kanska hevði eg heldur ikki evnini, men seinni havi eg ásannað, at útbúgving hevur al­ stóran týdning, tí við útbúgvingum fært tú vitan og amboð at nýta í veruliga lív­ inum. Í dag hugsi eg mangan, hvat vit skuldu gjørt uttan øll hesi fólkini, sum eru so væl útbúgvin. Hinvegin haldi eg, at akademiskt tos flytur lítið, um tað ikki eisini kann flytast í praktiskar gerð ir, sigur hann. Júst soleiðis hugsaði tann útblakaði studentaskúlanæmingurin, tá hann í 1983 pakkaði klæðsekkin og fór til Jakarta í Indonesia at arbeiða á Hyatt Hotel sum sjálvboðin hjálpari. Í heims­ ins størsta muslimska landi fekk hann innlit í, hvussu fjølbroytt og øðrvísi verðin er, og í dag fegnast hann um alt tað, hann lærdi í Jakarta. Men aftur­ JohAnnes Jensen fekk hotellvinnuna í blóðið, tá hann sum smádrongur plagdi at hjálpa foreldrUm sínum á hotel føroyum á kongabrúnni, men var bæði í indonesia, týsklandi og 16 ár á fiskasøluni, áðrenn dreymUrin um at gerast hotellstJóri gekk út. í dag setir hann fUtt í ferðavinnuna og býArlívið í havn sum stJóri á hotel føroyum, hotel tórshavn, vallaraheiminum kerjalon, hvonn, etika og kafé vágsbotn fær hotellini at vaksa Uppvaksin á hotelli og ...