fríggjadagur 23. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Við Rás2 í gjár segði Heðin
Mortensen,
at
tóm
hús
eru ein stórur trupulleiki í
Nólsoy, tí húsaeigararnir vilja
hvørki selja ella leiga húsini
út. Og tá peningastovnarnir
samstundis eru serstakliga
trekir at veita lán til nýbygg
ing á bygd, hava tey ungu
ofta einki annað í at velja, en
at flyta av bygdini.
Asbjørn Djurhuus, for
maður í Føroya Kommunu
felag, váttar, at sami trupul
leiki ger seg galdandi í fleiri
av limakommununum.
Og trupulleikin er serliga
stórur á útoyggj, staðfestir
Asbjørn Djurhuus.
Summar
bygdir
hava
eisini
tann
trupulleikan
aftrat, at smátt er við lendi,
og tá ger trupulleikin við,
at fólk hvørki vilja selja ella
leiga síni hús út, tí tá eru
hesi hús einasti møguleiki,
sum er.
Rákið hevur tey mongu
seinastu árini verið, at fólk
søkja úr útjaðaranum inn í
miðøkini, og tað er kanska
ein náttúrlig menning. Men
fáa tey fáu, ið ynskja at
verða verandi í útaðaranum
ikki høvi at seta búgv, tá eru
ikki stórar vónir fyri smáu
bygdunum, sigur Asbjørn
Djurhuus.
Tað er væl heldur ikki
lætt at gera nakað við trupul
leikan, tí tað liggur náttúrliga
í fólki, at tey hava ein serligan
tokka til sítt barnaheim, og
tey, sum flyta av bygd inn í
miðstaðarøkini, fegin vilja
varðveita
sítt
barnaheim
at koma aftur til. So talan
er í veruleikanum um eitt
tvíeggjað svør.
Bústaðarskylda
»Ejendomsretten er ukrænke
lig«, verður ofta tikið til, og tí
verður ógvuliga trupult at
áseta bústaðarskyldu. Spurn
ingurin er bara, um myndug
leikarnir ynskja at varðveita
ein bygdan útjaðara, tí ynskja
teir tað, so er eyðsaæð, at
okkurt má gerast.
Tú trívur inn í ognarrættin,
um bústaðarskylda verður
ásett, og tað er ivasamt, hvat
eg skal halda um tað. Men
húsini eru jú ikki eindømi,
tí sama skilið er við jørðini,
sigur Asbjørn Djurhuus.
Alt
hongur
jú
neyvt
saman við politisku ætlanini
um bygdamenning, og ein slík
ætlan verður trupultgjørd,
um tað ikki ber til hjá serliga
ungfólki at seta búgv úti á
bygd.
Bygdamenning umfatar
vælsaktans eisini vanligt
samband við útjaðaran, og
har hevur ikki staðið líka
væl til allastaðni. Serliga
Fugloyggin og Svínoyggin er
framvegis illa fyri í so máta,
sigur Asbjørn Djurhuus.
Hann heldur eisini, at
politikararnir
hava
selt
havnarlagið í Skúvoy fyri
ítróttahøllina á Sandoynni.
Eg havi sjálvandi einki
ímóti, at sandoyingar nú
fáa eina ítróttahøll, men
tað sær út til at hava kost
að
skúvoyingum
tær
18
milliónirnar, teimum vórðu
lovaðar, til at gera eitt nýtiligt
havnarlag,
sigur
Asbjørn
Djurhuus.
Ognarrætturin heilagður.
Asbjørn Djurhuus, formaður
í
Føroya
Kommunufelag,
ivast í, um tað letur seg gera
við bústaðarskyldu, tí tað ger
seg inn á ognarrættin
leo@sosialurin.fo
Tóm hús ein trupulleiki
Bústaðarskylda Tað er einki eindømi fyri Nólsoy, at hús standa
tóm úti á bygd. Formaðurin í Føroya Kommunufelag váttar, at
støðan er hin sama í fleiri av limakommununum í FKF
Leo Poulsen
Tað var ein borgarafundur í
farnu viku í Nólsoy, sum setti
hol á spurningin hvat gerast
skal við øll tey húsini, sum
standa tóm kring landið, og
sum eru ein stórur partur av
trupulleikanum við búseting
á bygd.
Í hesum førinum helt
Heðin Mortensen, at tað
hevði verið rímiligt, at húsa
eigarar at húsum á bygd, ið
ikki verða nýtt, leigaðu síni
hús út soleiðis, at møguleiki
er hjá serliga ungum fólki at
seta búgv uttan fyri miðstað
arøkini, um ynski er til tað.
Borgarstjórin heldur, at
alternativið er greitt.
Ber hetta ikki til, so mugu
vit bara bera so í bandi, at
bústaðarskylda verður ásett
fyri viðkomandi øki. Og hetta
eigur at verða galdandi fyri
alt landið, serliga tá hugsað
verður um bygdamenning,
segði Heðin Mortensen við
Rás2 í gjár.
Hann heldur, at vit eiga
at sipa so fyri, at lív kemur
aftur í tómu húsini.
Alternativið er, at bygdir
nar minka, og húsini standa
eftir sum spøkilsishús, og tað
skapar onga framtíð.
Heðin Mortensen ásanar,
at tað verður trupult at gera
nakað við hendan ítøkiliga
trupulleikan.
Vit hava tosað um hesi
viðurskiftini, bæði í Komm
unusamskipan Føroya og
í býráðnum, men hetta er
ognarviðurskifti, ið pilkast
skal við, og tað er ikki bara
sum at siga tað. Tá skulu
helst løgtingslógi roytast,
sigur Heðin Mortensen.
Hann
ásannar
víðari,
at Nólsoy á ongan hátt er í
nakrari serstøðu.
Vit kenna til somu støðu
her í høvuðsstaðnum, og
tað standa fleiri hús tóm í
gomlu Havnini, sum mest
at kalla bert verða nýtt til
summarhús, og tað ætla vit
okkum at gera nakað við.
Tað er jú eisini talan um
tænastur og annað líknandi,
sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur tað tí verða
sannlíkt,
at
Tórshavnar
býráð tá tíðin er komin fer
at heita á landsstýrið um
at broyta lógirnar soleiðis,
at talan kann gerast um
bústaðarskyldu
í
ávísum
økjum ella í ávísum førum.
Tað bar ikki til áðrenn
evstamark at fáa eina við
merking frá Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu, sum umsit
ur kommunu og lógarmál.
leo@sosialurin.fo
Trupulleiki um alt landið
Bústaðarskylda Heðin
Mortensen, borgarstjóri í Havn,
heldur, at trupulleikin við tómum
húsum er so mikið stórur kring
alt landið, at tíðin er komin til í
álvara at umhugsa bústaðarskyldu
lógarBroyting
trupult
Asbjørn Djurhuus, formaður í
Føroya Kommunufelag, ásannar,
at tómu húsini á bygd er við til
at draga ungfólkið til miðøkini
Heðin Mortensen roknar við, at
Tórshavnar býráð fer at hita á
landsstýrið um at broyta lógina
soleiðis, at bústaðarskylda í
ávísum førum kan setast í verk