fríggjadagur 23. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
6
VIKUSKIFTI
komin eitt ár seinni nívdi tað hann, at
prógvið í Hoydølum ongantíð fekst til
høldar, og so gekk leiðin inn á stjóra
kontórið hjá Heðini Samuelsen á Føroya
Handilsskúla.
– Eg vildi taka HH, sum vanliga
tek ur tvey ár, men helt ikki, at eg átti
at brúka meira enn eitt ár, tá eg hevði
gingið nærum trý ár í studentaskúla.
Hetta gjørdi eg Heðini greitt, og hann
má hava hildið, at hesin ungi maðurin
ógvu liga fegin vildi hava útbúgvingina,
tí hann eftirlíkaði mínum ynski. Tað eri
eg takksamur fyri enn. Og avgerðin var
røtt, tí eg fekk prógvið, sigur hann.
Seldi luft fyri Unilever
Nú var tað, at Johannes ætlaði at fara í
hotell vinnuna, men í 1985 vildi so illa
til, at nýggja Hotel Føroyar, ið stóð
lið ugt við Oyggjarvegin í 1983, fór á
húsa gang. Tá hann leit seg í kring eftir
øðrum avbjóðingum, festu eyguni seg
skjótt við vinnuliga kókipottin Yviri við
Strond í Havn, Føroya Fiskasølu. Har
slapp hann innum og arbeiddi eitt ár á
av skipingardeildini, áðrenn hann bað
starvs fólkaleiðaran, Nils Sørensen, um
at sleppa at lesa til akademiøkonom.
– Eg fór at lesa á Niels Brock í Keyp
mannahavn, og við hesi útbúgvingini
byrjaði mín akademiski førleiki innan
marknaðarføring og útflutning. Vit
lærdu, hvussu ymiskar mentanir kunnu
vera, og mentu okkara málsligu før
leikar. Hetta var góður førningur at
fáa, men mær longdist eftir at sleppa
at royna meg í veruliga lívinum, tá árið
har var av. Eftir lesturin fekk eg gjøgn
um Fiskasøluna eitt praktikkpláss hjá
Unilever í Týsklandi, og har slapp eg av
álvara at royna meg, greiðir Johannes
frá.
Fyrst var hann á innkeypsdeildini
fyri fisk hjá Unilever, men so hildu tey,
at hann fekk ov nógv at vita um kapp
ingarneytar hjá Fiskasøluni, og tí varð
hann fluttur á deildina, sum fekst við
at marknaðarføra ís. Tað var av sonnum
læruríkt. Sølan av fiski hjá Unilever var
onki gullnám, men tað var sølan av ísi.
Tey seldu leskiligar ísar av alskyns slagi
til allan tann innara marknaðin í EF,
sum ES tá kallaðist.
– Tá tú selur ís, selur tú eisini eina
rúgvu av luft. Umleið helvtin av ein
um ísi er luft, og fólk keypa tað. Tú
kanst ætla, hvussu nógvir pengar eru
at tjena at selja eina sovorðna vøru.
Tey allar flestu keyptu vaniljuís, eini
75 pro sent, men kortini legði Unilever
dent á at menna eini 15 ymisk sløg av
ísi, tí strategiska hugsanin var, at fyrr
ella seinni var marknaðurin búgvin til
onn ur sløg av ísi.. Tey vóru alla tíðina
framm an fyri sína tíð, sigur Johannes.
Fiskasølan læruplássið
Leiðin gekk síðan aftur til Føroya, og
í 1988 gjørdist hann sølu og markn
aðarleiðari á Føroya Fiskasølu, sum legði
alsamt størri dent á at virðisøkja fiskin
og selja hann í portiónum. Johannes var
við til at selja fyrsta føroyska laksin sum
portión á evropeiska marknaðinum, og
fyri stuttum kom hann aftur á slóðina,
tá hann gjørdist varanevndarformaður í
milliardafyritøkuni Bakkafrost, sum nú
er skrásett á virðisbrævamarknaðinum
í Oslo.
– Fiskasølan var mítt stóra lærupláss
í 16 ár. Har arbeiddi eg undir Birgiri
Danielsen, Bjarta Mohr, Nils Sørensen,
Poul Michelsen og Hans Jóhannes á
Brúgv. Eg skal ikki taka dagar ímillum
teir sum stjórar, tí allir høvdu sítt. Men
Birgir var tann fyrsti stjórin, og hann
var ein stór persónmenska innan fiska
sølu í øllum Norðurevropa. Hann var
ógvuliga tilvitaður um góðsku og visti
alt um marknaðin. Hann vildi bara
hava tað besta, tí, sum hann segði, í
niður gongd yvirlivir bara tað besta og
ikki tað næstbesta og triðbesta. Hann
lærdi meg nógv, staðfestir Johannes.
Sølu og marknaðarleiðari var hann
til 1994, tá hann flutti til Fraklands at
standa fyri sølukontórinum hjá Fiska
søluni har. Í Fraklandi var hann í trý ár.
Haðani fór øll familjan til Lan caster í
Onglandi, har hann fór undir leiðslu
útbúgvingina MBA.. Hana tók hann í
eitt ár saman við 54 øðrum næmingum
úr 27 ymsum londum. Eisini her lærdi
hann nógv av teimum, hann var saman
við, eitt nú um tolsemi og at fata veru
leikan av nýggjum.
Eftir uppihaldini í Fraklandi og
Onglandi gekk leiðin aftur á Fiska søl
una, sum nú var umskipað til parta
fel agið Faroe Seafood. Men stórtíðin
hjá fyri tøkuni var av, og í 2001 endaði
starvs leiðin har. Nú vildi hann sleppa
at royna seg í oljuvinnuni.
– Eg var í veruleikanum givin
á Faroe Seafood og sat heima og hugs
aði um olju, tá Óli Hammer ringdi av
Smyril Line og spurdi, um eg hevði
hug at gerast stjóri á Hotel Føroyum.
Eg visti ikki. Eg tímdi ikki rættiliga, tí
hotell ið hevði lítlan umsetning og ongi
serlig úrslit, men tá eg so hugsaði nærri
um tað, sá eg ymsar møguleikar at
menna hotellið, og so tók eg av. Fyrsta
árið høvdu vit eitt kanónúrslit við fimm
millión um í avlopi, og síðan hava vit
havt avlop hvørt ár.
Ein skapandi sál
Og mangt er komið á skaftið, síðan
Óli Hammer sendi boð eftir honum
fyri skjótt 10 árum síðan. Í 2005 keypti
Johannes 40 prosent av parta brøv
unum í Hotel Føroyum. Fleiri onnur
starvsfólk keyptu seg eisini inn í hotell
ið tá, og saman brenna tey øll fyri
arbeiðsplássinum og megnaðu at fáa
avlop í 2009, hóast gistingarnar mink
aðu munandi. Avlopið stóðst sam bært
Johannesi av, at starvsfólkini gjørdu eitt
stórt arbeiði at spara og effektivisera
raksturin.
Hotel Føroyar er ikki einasta fyri
tøkan, tey skulu fáa at bera seg. Vallara
heimið Kerjalon, Hotel Tórshavn,
Hvonn, Kafé Vágsbotn, Borðkrókur og
Etika eru øll støð, ið krevja sítt, og onki
er at taka seg aftur í, at Hvonn, Kafé
Vágsbotn og Etika hava verið heppin
átøk, ikki bara fyri Hotel Føroyar og
Hotel Tórshavn, men fyri Havnina og
alla ferðavinnuna, tí sera mong fólk
vitja hesi støð.
– Eg minnist, at vit stóðu og rok
aðust í Vágsbotni við at stoypa og
leggja flisar. Tá kom ein maður yvir
og segði, at eg var ørur í høvdinum, tí
hatta fór aldrin at ganga. Tá svaraði eg,
at eg hevði ongantíð trúð so nógv upp
á eitt tiltak sum Hvonn, og hann skuldi
bara fáa at síggja. Í dag minnir hann
meg ofta á hetta, og hann ásannar, at
hann fór skeivur. Hvonn gongur sera
væl, eisini eftir donskum mátistokki,
sigur Johannes.
Um summarið er Kafé Vágsbotn
eis ini eitt av mest vitjaðu støðunum
í Havn, og uppi á Áarvegnum hevur
lands ins fyrsta sushibarr av álvara fing
ið soyuna at renna og gongur betur enn
upprunaliga væntað. Í Keypmannahavn
hevur Hotel Føroyar so latið upp sína
næstu sushibarr, og Johannes Jensen
veit sum vera man ikki, hvussu har fer
at gangast.
– Eg geri ikki alt hetta, tí eg veit, at
tað fer at rigga. Tað einasta, eg veit, er,
at mín tíð er nú, og tað er nú, eg skal
gera tað, eg droymi um at gera. Eg vil
ikki sita sum 70 ára gamal og angra, at
eg ikki gjørdi tað, eg droymdi um. Mær
dámar væl at leiða, og kanska kemst tað
av, at eg var gulur skóti í 10 ár. Eg var
patruljuførari longu tá. Sum leiðari eri
eg meira kreativur enn systematiskur,
og tað haldi eg er í lagi, tí tað eru
sjáldan tey, sum duga best við Excel
ørk um, ið skapa størsta vøksturin, sigur
Johannes Jensen.
Eg geri ikki alt hetta, tí eg veit tað fer at
rigga. Tað einasta eg veit, er at tað er nú,
eg skal gera tað eg droymi um
mynd: finnur justinussen
– Eg geri ikki alt hetta, tí eg veit, at
tað fer at rigga. Tað einasta, eg
veit, er, at mín tíð er nú, og tað er nú,
eg skal gera tað, eg droymi um at
gera, sigur Johannes Jensen.