Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72 Sosialurin 100.000 skattafrár krónur um mánaðin. Maturin kostar eitt lítið sindur minni enn hjá okkum, sigarettirnar eru heilt bíligar, og rúsdrekka fæst ikki til keyps, greiðir Kári Thomsen frá. − Skatt brúka tey ikki, tí í hvussu er higartil hevur landið havt stórar inntøku av oljuni. Stórur klassamunur Tey ríku hava gott lív og lata frá fátøku londunum í Fjar eystri gera alt tað vanliga arbeiðið. Tey fólkini tjena langt frá so nógv og fáa visum fyri trý ár í senn. Umleið 80 prosent av fólkini er úr India og Indonesia. Hóast rúsdrekka ikki fæst til keyps, ber til at fáa ein lítlan, tí dansistøðini skeinkja, og tað gera barrirnar, sum eru á øllum hotellum eisini. − Men so má pengapung­ urin eisini vera í lagi, tí tað kostar, og vanliga fólkið hevur als ikki ráð at fara inn hagar, sigur Kári Thomsen. − Arabisku emiratrini eru landið, har arabarar úr teim­ um strongu londunum fara at vitja, tá ið teir ætla at dusa sær. Tað, sum ikki er loyvt í heimlandi teirra, loyva teir sær í emiratunum. Tað er annars strangt eftirlit í landinum. Tá ið Kári Thomsen kekkaði inn í Kastrup, fekk hann at vita, at um ísrealskt stempul var í passinum, slepp hann ikki inn í landið. Tað hevði hann ikki. Á flogvøllinum í Abu Daphi var strangt eftirlit, og ferðafólkini vórðu væl og virðiliga kannað, áðrenn tey sluppu gjøgnum eftirlitið. − Eina ferð í summar skal Kári Thomsen avstað aftur.