Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein danskur ítróttarskúli lokkar ítróttarskúlin í ikast í danmark vil fegin hava føroysk ítróttarfólk, og fleiri føroyingar ganga í løtuni á hesum ítróttarskúla. týskvøldið fer skúlin at hava tiltak í Miðlahúsinum, har eisini føroyskir næmingar – rói danielsen, Joen Pauli høgnesen og heidi Joensen – greiða frá um skúlan. Ítróttarskúlin Í ikas Miðlahúsið í Vágsbotni týskvøldið27/4 kl. 19.00 dagurin hJá MerkinuM sunnudagin er flaggdagur, og tá eru 70 ár liðin, síðani Merkið varð viðurkent sum flaggið hjá føroyingum. Flagdagshald verða hildin kring landið, og hesaferð sleppa røðararnir at hugleiða yvir einum rundum degi hjá Merkinum. Flaggdagur sunnudagin 25/4 alice í 3d í hesum døgum sýnir havnar Bio stórfilmin alice in Wonderland, sum leikstjórin tim Burton hevur staðið fyri at gera. Filmurin verður vístur í 3d, og sum aðrir filmar hjá tim Burton er hann fullur av litum og lívi. enn einaferð er Johnny depp við í høvuðsleikluti í filmi hjá Burton. alice in Wonderland havnar Bio Frá 22/4 MaðurIn, SuM Fór ov TíðlIga Stieg larsson er populerasti høvundin í norðurlondum, men hann upplivdi ongantíð, hvussu hansara krimibøkur um lisbeth Salander fór at selja. Stieg larsson doyði brádliga í 2004, áðrenn bøkurnar høvdu fingið flog. Barry Forshaw, sum skrivar um krimiskaldskap, hevur skrivað eina bók um Steig larsson, har hann greiðir frá lívinum hjá rithøvundanum, sum bert gjørdist 50 ára gamal. Barry ForshaW The Man Who left Too Soon John Blake Publishing ltd aVatar á dVd stórfilmurin avatar er ein stórsligin uppliving. James carmeron, sum skapti titanic filmin hevur við hesum nýggja filminum sett eitt nýtt støði fyri ævintýrfilmar av hesum slagi. Filmurin hevur verið sera væl umtóktur í biohøllum kring heimin, og nú kanst tú fáa filmin heim í stovuna á eini dvd-fløgu. avatar dvd-filmur Frá 28/4 Kann ToTTEnhaM FElla unITEd? Seinastu vikuna hevur Tottenham vunnið á toppliðunum arsenal og Chelsea, og nú stendur Manchester united fyri tørni. nu verða seinastu og avgerandi dystirnir í ensku landskappingini spældir, og hvørt stig hevur avgerandi týdning fyri, hvør vinnur meistaraheitið og fær gyltu Champions league plássini. Manchester united-tottenhaM Premier league fótbóltur leygardagin 24/4 kl. 12.45 lær at gera Mat í suðuroy leygardagin verður matskeið á skúladeplinum í suðuroy. á skeiðnum fer elin dimon næs, sum er kostráðgevi, at læra fólk at gera heilsugóðan mat. skeiðið varðar í fýra timar seinnapartin leygardagin. Matskeið skúladepilin í suðuroy leygardagin 24/4 kl. 13.00