fríggjadagur 23. apríl 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
24
Sosialurin
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Tvørturímóti gongur greitt
fram av aftursvarinum, at
Landsverk als ikki er sinnað
at samstarva, men bara vil
ar beiða eftir egnum vilja.
Niðurstøðan í aftursvarinum
er, at um Tórshavnar komm
una ikki leggur seg undir
hugsanina hjá Landsverki,
so verður eingin nýggjur
innkomuvegur. Tað hevur
eisini víst seg at vera so í
verki, tí Landsverk hevur jú
steðgað arbeiðinum!
Samstundis er Landsverk
til reiðar at brúka eina av
old aða landsvegalóg sum
jarnbrot, fyri at fáa júst
sína loysn ígjøgnum. Lands
verk hevur bílagt eina frá
greiðing við »teimum røttu
niðurstøðunum«, og við av
talu broti hevur stovnurin
síðani syrgt fyri, at onnur
sjónarmið ikki sleppa framat,
tí Landsverk hevur noktað
Tórshavnar
kommunu
at gjørt viðmerkingar til
frá greiðingina,
hóast
ein
greið avtala var um hetta
frammanundan. So langt vil
Landsverk ganga, bara fyri at
fáa sítt ígjøgnum fyri ein og
hvønn prís!
Neyðugt at kæra
Og
hóast
uttanveltaðir
ferðslu serfrøðingar
frá
Ram bøll
&
Nyvig
hava
víst á, at vegaloysnin hjá
Landsverki er ikki nøktandi,
hevur Landsverk niðurgjørt
og
mistonkiliggjørt
hesa
ser frøði,
so
kommunan
ikki hevur havt annað val,
enn at kæra Landsverk til
Innlendismálaráðið.
Hesa frágreiðing mátti
Tórshavnar kommuna taka
stig til, tí Landsverk ikki
var sinnað at lurta eftir
fak ligu
sjónarmiðjunum
hjá Tórshavnar kommunu.
Niður støðan hjá Rambøll
& Nyvig var, at ætlanin hjá
Lands verki í verandi líki ikki
er til gagns fyri høvuðsstaðin,
og at ferðslutrygdin ikki er
líka góð sum í teimum loysn
um, kommunan hevur ynskt
og mælt til. Tað skal eisini
meira enn góður vilji til at
skilja og góðtaka, at ein vegur
við 80 kilometra hámarksferð
ígjøgnum bygt øki er ein
ferðslutrygg loysn!
At Landsverk heldur seg
kunna gera, sum tað pass ar
stovninum, eru eis ini onnur
dømi um. Lands verk og Vega
deildin framdu í 2007 tilvitað
brot á bæði byggilóggávu og
ser staka byggisamtykt, tá
farið var undir vegagerð á
fløtuni í Hoydølum – uttan
loyvi, sjálvandi – so Inn
lendismálaráðið mátti buka
stovnin upp á pláss. Enn
hevur Landsverk ikki ruddað
upp eftir sær har, hóast
stovnurin hevur fingið greið
boð um tað…
Fleiri onnur dømi eru um
mál, har leiðslan á Lands
verki og Vegadeildini hjá
sama stovni uttan fyri sit
ingar liga sak ligar grund gev
ingar hava lagt fót onglar
fyri byggiætlanir, ferðslu
trygdartiltøk og menning í
høvuðsstaðarøkinum.
Ósannindi um steðg
Heini Eysturoy sigur, at
borg arstjórin steðg aði ar
beiðinum við innkomu veg
num, men tað er ikki satt.
Eitt samt Tórshavnar býráð
sendi í mai 2008 Landsverki
og
Innlendismálaráðnum
eina samtykt í 20 punktum,
samstundis sum biðið var um,
at Landsverk arbeiddi upp á
innkomuvegin norðureftir,
meðan viðurskifti viðvíkjandi
linjuføringum og íbindingum
suður
ímóti
Krákugjógv
blivu kannað.
Men eftir tilráðing frá
Landsverki valdi landsstýrið
ikki at taka hesa samtykt
til eftirtektar, so arbeiðið
kundi halda fram, men valdi
í staðin at steðga vegagerðini
og síðani at strika játtanina
til arbeiðið.
Heldur ikki er tað rætt, at
tað, sum higartil er gjørt av
innkomuvegnum, er gjørt
í samstarvi við Tórshavnar
kommunu. Tvørturímóti hev
ur Landsverk havnað ótelj
andi umbønum frá komm
un uni um samstarv.
Tíverri hevur verið gjøg
numgangandi fyri hetta mál,
at Landsverk ikki hevur rætt
hond frá síðu, men hevur
súltað allar seriøsar royndir
at koma víðari og fáa framt
eina loysn, ið gerst alt meira
átroðkandi fyri hvønn dag,
sum gongur.
Til dømis var í januar
2007 á fundi hjá kommununi
avtalað, at Landsverk skuldi
gera eina kost/nyttukanning
av tunli frá Krákugjógv
vestur ímóti Hotel Føroyum,
men hóast trý ár eru liðin,
hevur Landsverk framvegis
einki gjørt av tí, sum tá var
avtalað.
Altíð betrivitandi
Í aftursvari sínum roynir
Heini Eysturoy at skylda
uppá, at málið hevur verið
tarnað av, at skiftandi em
bætisfólk,
borgarstjórar
og býráðssamgongur hava
vilja sett síni fingramerki á
nýggja innkomuvegin. Men
skuldi so verið, so kann væl
tað sama sigast um skiftandi
stjórar og deildarleiðarar á
Landsverki.
Longu í 198486 arbeiddu
kommunan
og
táverandi
leiðsla í Landsverki tætt
saman um hesa vegagerð,
og í fullari semju var gjørd
ein ætlan við ikki færri enn
fýra íbindingum á tein
inum frá Sandvíkahjalla til
Oyggjarvegin. Ætlanin er
lýst í bóklinginum »Havnin í
framtíðini«.
Øll árini hevur Tórshavnar
kommuna verið til reiðar at
hildið seg til meginreglurnar
í hesi ætlan, men torført er at
koma ígjøgnum, tá núverandi
leiðsla á Landsverki við hond
og fót stríðist ímóti tí, sum
undanmenn teirra í leiðsluni
hjá Landsverki hildu vera
eina góða loysn. Kanska er
hetta so, tí nýggja leiðslan
altíð heldur seg vitað betur
enn øll onnur?
Sum sæst, hevur Tórs havn
ar kommuna stak vánaligar
royndir av at gera avtalur
við Landsverk, tí alt ov ofta
verða tær als ikki hildnar,
men bara ignoreraðar, sum
vóru tær slett ikki til. Men
her skal verða sligið fast, at
Landsverk ikki longur skal
sleppa at skalta og valta við
ferðsluviðurskiftunum
í
Tórs havn!
Luktar av politikki
Núverandi leiðsla í Tórs
havn ar býráð hevur longu
fyri fleiri árum síðani boð
að Lands verki frá, at stovn
urin ikki longur uttan mið
og mál sleppur at fremja
til vildar ligar og óbrúki ligar
vegaloysnir inn í høvuðs
stað in.
Serfrøðin
hevur
longu staðfest, at loysnin hjá
Lands verki í hesum ítøkiliga
máli er nøktandi fyri býin
So kann Landsverk keypa
sær so nógvar frágreiðingar
og niðurstøður aftrat, sum
stovnurin vil, tí tað verður
ikki við núverandi leiðslu í
Tórshavnar býráð, at nýggi
innkomuvegurin bara skal
standa sum ein óynsktur
varði fyri Landsverk, ið
verður smoygdur niður yvir
høvdið á borgarunum. Nýggi
innkomuvegurin skal gagna
høvuðsstaðnum og verða
ein varandi loysn á landsins
størsta ferðslutrupulleika –
hvørki meira ella minni!.
Annars er at siga, at aft
ursvarið frá Heina Eysturoy
luktar langan veg av politikki,
tá hann heldur, at borgarar í
høvuðsstaðarøkinum
ikki
hava líka góðan rætt til al
menn ar tunnlar í høv uðs
stað ar øki num, sum aðra
staðni kring land ið. Men við
allari virð ing fyri hansara
førleik um
annars,
so
er
politikk ur altso ikki hansara
arbeiðs øki! Sum almennur
deildar leiðari á vega økinum
skal hann halda seg til sítt
arbeiði, og honum nýtist
ikki at bíða eftir Tórs havnar
kommunu fyri at sleppa í
gongd.
Kom nú í gongd, Landsverk!
Ikki óvæntað, kom Landsverk við einum aftursvari, nú kunnað var um týdningin av,
at Havnin sum skjótast má fáa ein innkomuveg. Men í svarinum, sum kom frá Heina
Eysturoy, leiðara á Vegadeildini, skein ígjøgnum, at talan veruliga er um tvørrandi vilja
frá Landsverki, tá tað snýr seg um at finna høvuðsstaðnum eina nøktandi loysn.
Øll árini hevur Tórs havn ar kommuna
verið til reiðar at hildið seg til
meginreglurnar í hesi ætlan, men
torført er at koma ígjøgnum, tá
núverandi leiðsla á Landsverki við
hond og fót stríðist ímóti
Kjak
Politiska
tátan
Eg havi við áhuga lurtað
eftir, meðan ítróttarhøllin
til Sandoynna hevur verið
viðgjørd.
Allir flokkar sum ikki
unna Sandoynni tað svarta
undan neglini, siga at hettar
er ein táta fyri Sand oyar
tunnilin, sum møguliga
eisini er satt.
Men tá ið tað kemur til
at lata barninum tátuna,
minnkar hugurin, ístaðin
fyri at lata barninum sukur
upp á tátuna.
Eg var sera skuffaður
av báðum spýðsunum í
Tjóðveldi, eg havi verið
meira enn í einum gildi á
Sandi saman við teimum.
Nú sær man, hvat tungan
kann mæla, sjálvt um nakað
annað liggur og esjar undir
høvuðsskálini. Royndu at
andøva ímóti, líka til triðja
viðgerð kom fyri, tá koyrdu
teir sukur á tátuna, men vit
hava lurtað, so vit vita alt!
Báðir teir smáu flokk
arnir vísa seg fyri mær,
sum teir eru útgjørdir til
at gera fortreð. Eg haldi
bara ikki, at tað hóskar
seg fyri Miðflokkin, teir
eru í hvørfall ikki góðir við
Sandoynna.
Hvussu hevði verið at
sett ein kanningarstjóra
at kanna alt tvætlið, teir
hava fyri ímóti endanum á
hvørjum máli. Hvat kostar
arbeiðinum
í
Tinginum,
eg meini, tað er órættvíst
at ein flokkur upp á tveir
mans skal fáa somu talu tíð,
sum ein flokkur upp á átta
til tíggju mans, har átti tíðin
at verið eftir mann talinum.
Eisini haldi eg, at vóru
tað teir gomlu hábærisligu
sambandsmennirnir,
so
høvdu teir givið einum
manni sum M. Laksafoss,
sum bert roynir at arbeiða
fyri seg sjálvan, og slett ikki
stendur saman við flokk
inu m, eina uppsøgn upp á
grátt pappír.
Soleiðis sum sam gong an
stóð saman um hetta málið,
eigur hon at standa saman
um øll síni mál, til gleði fyri
alt Føroyaland og eisini fyri
okkum í Sandoynni.
Sólvit Simonsen