fríggjadagur 23. apríl 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Tað er gott. Tað hevur tað verið leingi.
Beint nú er nógv at gera í skúlanum;
men eg trívist eisini best upptikin.
Hvat ger teg glaðan?
Umframt tað obligatoriska, tað vil siga
tá fólk rundan um meg hava tað gott,
fegnist eg, tá tingini koyra eftir skemanum.
Mær dámar ikki óvæntaðan »larm«.
Hvat er títt yndis vers hjá
Páll Finnur Páll?
Havi altíð dámt væl fyrsta vers í lagnum
»Har Steinarnir Spreingjast« hjá Páll Odduri:
Halt um meg,
ugga meg,
og sig, hvussu synd tað er í mær.
Leið meg millum fólk,
so tey síggja meg,
og sig so, hvussu synd tað er í mær.
Hvussu ger tú fyri at »skora«?
Eg havi ongantíð skorað nakra
– tað havi eg hvørki tíð ella dirvi
til. Eg lati meg skorað ístaðin.
Nær var tú
seinast fullur?
Á nýggjárinum
2007/08
Hvat er tað fyrsta, tú minnist?
Hongslið á jarnhurðini í nonnuvøggustovuni í
Varðagøtu ein morgun, tá eg var trý ára gamal.
Eg vildi sleppa at lyfta hongslið upp frá, men
mamma, sum bar meg, hevði ikki tíð at tvætla,
tí hon skuldi til arbeiðis. Eg bleiv hysteriskur.
Hvønn eginleika hjá tær
sjálvum er tú glaðast fyri?
Eg eri ein góður lurtari, sum sigst
hava góð ráð í ermuni.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Smæðin millum fólk, í so bráur. Dugi illa
at sita stillur, og tosi, áðrenn eg hugsi.
Hvat ger teg illan?
Blívi ikki illur longur. Kann blíva
eitt sindur »heitur«, tá útisetarnir
her í Århus spæla flogbólt.
Trýrt tú
uppá gud?
Haldi tað, ja.
Fortel um tín fyrsta muss:
Fyrsta mussin fekk eg frá einari í
grannalagnum. Minnist hann ikki. Men tey
hava mynd av honum. Hon er gift í dag.
Hvar hevði tú vilja verið beint nú?
Eg havi tað egentliga fínt her
í Århus. Men eg trívist best í
barndómsheiminum í Varðalág í Havn.
Leingist tú til Føroyar?
Viðhvørt. Ikki so nógv longur. Ferðist
eisini nógv aftur og fram fyri tíðina.
Komi forrestin heim í næstu viku.
Hvar fer tú at búgva, tá tú blívur stórur?
Tað verður helst í Føroyum. Eg eri rættiliga
heimføðisligur. Føroyar eru eisini – paradoksalt
nokk – eitt »land of opportunities«. Tú
kanst lættliga gera tað, tú vilt; hinvegin
eru fjallatindarnir ikki so høgir.
Hvør núlivandi føroyingur
er ordiliga kulur?
Har eru ikki so nógvir kulir føroyingar fyri
tíðina; men starvsfelagin Høgni Djurhuus er
rættiliga kul, tí hann er sín egin og gongur
ikki uppá kompromis við nakran ella nakað.
Og so kann man bæði flenna við og eftir
hesum finurliga fýri við góðari samvitsku.
Hvar keypir tú tíni klæðir?
Eg keypi alt her í Århus. Eingin
serligur yndishandil – bara tað er
kvalitetur. Buksir og skjúrtur.
Hvør er tín lívrættur?
Sushi – fyri tíðina.
Geri tað sjálvur.
finnur jensen
Eg havi ongantíð skorað nakra
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
fakta finnur jensen
Aldur: 28 ár
Bústaður: Århus/Tórshavn
Starv: Cand. public-Lesandi á Århus
Universitet, annars tónleikari og freelance
Familja: ógiftur