fríggjadagur 23. apríl 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Nú
landsstýrismaðurin
í
fiski vinnumálum,
Jacob
Vester gaard, ætlar at áseta
Før oyum eina eginkvotu av
makreli upp á 150.000 tons
í ár, er spurningurin, hvørjir
“aktørar” í føroyskari fiski
vinnu á landi kunnu hugsast
at hava áhuga í øllum tí
tilfeingi, sum talan kann
gerast um.
Í
strandalandaavtaluni
mill um Føroyar, Noreg og
ES hava Føroyar átt minni
enn 5% av samlaðu makrel
kvotuni upp á 570.000 tons,
meðan Noreg og ES hava
kannað
sær
nógv
tann
størsta partin.
Avtalan gongur yvir eitt
ár í senn, og í ár eru londini
ikki kom in ásamt um býtið
av kvotuni.
Jacob Vestergaard hevur
sagt, at Føroyar krevja í
minsta lagi at fáa 15% av
kvotuni, um vit skulu
verða við í avtaluni fyri
2010.
Einki
bendir
á,
at
Noreg og ES fara at eftir
líka hesum kravi, men
sam ráðingar verða aftur
í Reykjavík 5. og 6. mai
millum partarnar.
Landsstýrismaðurin
hev ur samstundis boðað
Felag num Nótaskip frá,
at tað liggur í kortunum,
at før oyska eginkvotan
av makreli í 2010 verður
150.000 tons.
Stórt tilfeingi
Sum skilst er stórur
áhugi kring landið fyri
øllum tí til feingi, sum
makrelurin er og tí
virksemi, sum hetta tilfeingi
kann geva før oysk ari vinnu.
Kovin í Sandavági er
niður sjóð ingarvirkið,
sum
gjøgnum árini hevur gjørt
ymiskar
royndir
við
at
niðursjóða ymisk fiska sløg
og rækjur. Í løtuni niður
sjóvar virkið bara rogn, tí
her hava Føroyar eina tollfría
kvotu í ES.
Nú líkt er til, at føroysk
vinna fer at kunna ríkast við
stór um makreltilfeingi í 2010,
hev ur stjórin í Kovanum, Ari
Thomasen, hugt at toll viður
skiftunum fyri sølu av niður
sjóðaðum makreli til ES.
Men her sær ikki gott út,
tí ES hevur 20% tollverjugarð
fyri niðursjóðaðan makrel úr
Føroyum sum ger, at Kovin
ongan møguleika hev ur at
gerast veitari, um felag ið
annars sá sær ein møgu leika
til tess.
Vit hava ongan møgu
leika at gerast kappingarførir
við niðursjóvaðum makreli,
tá tollurin er so høgur,
staðfestir Ari Thomasen.
Hann vísir á, at tá før
oysk ir politikarar tosa um
ES, verður oftast tikið fram,
hvørja ávirkan ES fer at hava
á okkara fiskivinnupolitikk,
meðan minni verður tosað
um at fáa í lag ítøkiligar
avtal ur, sum geva føroyskari
vinnu møguleikar at selja
okkara fiskavørur tollfríar á
ESmarknaðinum.
Í Danmark og Bretlandi
eru stórir framleiðarar av
niður sjóðaðum makreli, og
hesir hava so funnið út av,
at Føroyar kunnu gerast
ein kappingarneyti á teirra
mark naðum. Alla tíðina fer
eitt lobbyarbeiði fram, og
við tíðini eydnaðist teim um
eisini at leggja toll á niður
sjóvaðar
makrelvørur
úr
Før oyum.
Kappingarfør vinna
Ari Thomasen vísir á, at
Før oyar hava góð skip, og
føroysk vinna er kapp ingar
før.
Tá vit møta okkara
kappingarneytum í út landi
num, eru vit eisini kapp
ing arførir, og vit høvdu
eisini fingið okkara part av
marknaðinum við makrel i
num, um so var, at vit vóru
javn bjóðis partar. Hetta vita
okkara kappingarneytar og
fram leiðarar í ES. Tí verður
hesin tollur lagdur á okkum
fyri at gera okkara umstøður
truplari.
Stjórin í Kovanum ivast
onga løtu í, at har Føroyar
hava rávøruna, sum nú er
líkt til, at vit fáa við makreli
num, kunnu vit eisini gerast
kappingarførir, um kapp ing
in er undir somu treyt um –
og ikki við høgum toll verju
gørðum.
Stórir møguleikar
Ari Thomasen ásannar, at
stór ir
inntøkumøguleikar
ligg ja í einum tilfeingi sum
makreli num.
Her liggja stórir møgu
leikar við veiði og innfrysting
av hesum tilfeingi, sum síðan
kann seljast til aðrar at fram
leiða, og eg vænti eisini, at
ein partur hevði ligið eftir
hjá fóðurvirkinum Havsbrún
í Fuglafirði.
Stjórin í Kovanum ivast
onga løtu í, at so hvørt, sum
før oysk vinna sær, at her
ligg ur eitt stórt tilfeingi,
høvdu eisini ymiskar nisju
fram leiðslur
stungið
seg
upp, sum upp á sikt kunnu
fáa stóran samfelagsligan
týdn ing.
Eg ivist onga løtu í, at
før oysk vinna skjótt hevði
bliv ið dugnalig til ymiskar
fram leiðslur úr makreli, og
við tíðini høvdu vit eisini
megnað at gjørt keyparar
og viðskiftafólk hjá teimum
“bundnar” at okkum sum
fram leiðarum.
Ari Thomasen sigur, at
meðan
niðursjóving
sum
heild minkar, er mark nað
ur in
fyri
niður sjóvaðum
fiska vørum
veksandi,
tí
fisk ur gongur undir at vera
heilsu góður við eitt nú høg
um innihaldi av omega3
feittsýrum.
vilmund@sosialurin.fo
Stórir møguleikar í
øktum tilfeingi
makrelur - Stórir møguleikar liggja í veiði og innfrysting av øktum makreltilfeingi. So hvørt, sum føroysk
vinna sær, at vit hava hetta tilfeingi, ivist eg onga løtu í, at ymiskar nisju-framleiðslur høvdu stungið seg
upp, sum upp á sikt kunnu fáa stóran samfelagsligan týdning, sigur Ari Thomasen, stjóri í Kovanum
… vit
hava ongan
møgu leika
at gerast
kapp ing
ar førir
við niður
sjóðað um
makreli, tá
toll urin er
so høgur…
Ari Thomasen
- Tá føroyskir politikarar tosa um
ES, verður oftast tikið fram, hvørja
ávirkan ES fer at hava á okkara
fiskivinnupolitikk, meðan minni
verður tosað um at fáa í lag ítøkiligar
avtalur, sum geva føroyskari vinnu
møguleikar at selja okkara fiskavørur
tollfríar á ES-marknaðinum, sigur
Ari Thomasen, stjóri í Kovanum
fiskavørur
Ísland er reinast
Ísland er tað reinasta landið í heiminum. Tað er í hvussu er niðurstøðan
av einari kanning, sum vísindafólk á lærdu háskúlunum Yale og Columbia
í USA hava gjørt. Tey hava mátað 25 ymisk viðurskifti so sum luft, vatn,
óspilta náttúru, heilsu og reina orku. Síðani hava tey lagt úrslitini saman
í eina serliga stigaútrokning. Av 100 møguligum stigum fær Ísland 93,5
og er reinasta land í heiminum. Sveis er á øðrum plássi, Costa Rica er
nummar trý, Svøríki nummar fýra og Noreg nummar fimm. Av teimum
32 londunum, sum eru kannað, er Sierra Leone niðast við 32 stigum.
Kórferð til Finlands
Í september fara Vágakórið, Ljómur og Toftakórið ferð til Finlands á kórstevnu. Farið
verður, týsdagin 21 september beinleiðis til Vasa í Finlandi. Flogið verður heimaftur
sunnudagin 26 september. Í samband við ferðina eru nøkur pláss tøk til gestir.
Møguleiki er tí hjá áhugaðum at ogna sær eina serliga bíliga ferð til Finlands. Áhugað
kunnu melda seg til ferðina hjá Niels O Joensen á tlf. 219899. Umframt flogferðina er
møguleiki til pakkaferð við innivist og mati allar dagarnar. Sjálvandi er eisini møguligt
at tilmelda seg til sjálva kórstevnuna, og soleiðis taka lut í øllum tí, sum fer fram á
stevnuni, og knýta vinarbond við syngjandi úr øllum norðurlondum.