Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 9 VIKUSKIFTI Flestu fólk eru so lukkulig, sum tey bestemma seg fyri at verða. Abraham Lincoln, amerikanskur forseti 10 tIng um madeleine prinsessu SvenSka prinsessan Madeleine gongur altíð í nýggjaSta Móta, hon er dugnaligur ríðari, og nú hevur hon avlýSt brúdleypið hjá Sær, Sum Skuldi verða í ár Miðlarnir og Eg lagt tIl rættIs: Inna Tørnroos lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Hon er yngst av trimum systkjum, fødd 10 juni 1982 Í siðbundnu jólafilmunum frá svenska konga­ húsinum var Madeleine sjarmerandi við sínum ljósu krúllum – men hon var eisini eitt sindur treisk. Hon hevur haft fleiri kelinøvn, til dømis »festprinsessan« og »mótaprinsessan« Síðani 2002 hevur hon gingið saman við advokatinum Jonas Bergstrøm Madeleine er góður ríðari og hevur luttikið í nógvum ríðikappingum Hon er kend fyri sín áhuga í mótaklæðum og er altíð klødd í nýggjasta nýggja Hon hevur millum annað lisið enskt, list, søgu og jura. Madeleine og Jonas vórðu forlovað á sumri 2009. Men nú er komið fram, at onki brúdleyp verður í ár. Og nógv seta spurnartekin við, um tað verður nakað brúdleyp yvirhøvur. Hon hevur verið í starvsvenjing hjá UNICEF og hjá kenda sniðgevanum Tomas Sandell. Hon starvast nú á »World Childhood Foundation«, ið er ein felagskapur, sum arbeiður fyri rættindum hjá børnum. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Mítt dag/VIKU blað Pappírsútgávurnar fylla minni og minni í mínum gerðandisdegi. Eg havi hildið bløð, men ikki longur. Keypi tey onkuntíð – eitt nú Norðlýsið og VikuskiftisSosialin, men mánadag uppdagi eg, at eg kom ikki til at lesa blaðið. Norðlýsið royni eg at lesa hvørja viku kortini. Ókeypis-Dimman verður eisini blaðað skjótt ígjøgnum. Mín heIMasíða Tá ið tað kemur til tíðindi, so eru tað: nordlysid.fo, portal.fo, vagaportal.fo, dimma.fo, sosialurin.fo, kringvarp.fo (hoyri oftast tíðindasendingarnar á netinum), eb.dk, vg.no, bbc.co.uk. Tá ið tað kemur til andaliga føði, so eru tað: reasonablefaith.org, rzim.org, rbc.org. Tá ið tað kemur til tónleik og undirhald, so er tað: youtube.com. Annars er tað mest google, gmail og wikipedia. Mín tónleIKUr Eg blívi ikki troyttur av tí klassiska rockinum, eftirsum guitarspælið var so gott hjá eitt nú Pink Floyd, The Eagles, Eric Clapton, Led Zeppelin osfr. The Beatles er eisini fantastiskt. mær dámar annars allan tónleik. Nú keypi eg oftast eitt lag í senn á iTunes. Mítt sosIala netVerK Facebook brúki eg dagliga. Eg fari skjótt í gjøgnum øll tíðindini har, og eri oftast loggaður á, tá ið eg siti við telduna. Tað er sum ein opin gluggi til familju, vinir og kenningar. Eg havi eisini Twitter, myspace og Linkedin profil, men tað er meira at kalla hvílandi virksemi. Skype er eisini oftast tendrað hjá mær. Mín dVd Eg havi Blu-Ray í PS3. Sjáldan man hevur stundir at síggja ein film, men eg havi keypt mær onkrar góðar action Blu-Ray-filmar, sum taka seg væl út í HD-Surround set-up'inum hjá mær - eitt nú The Rock, Con Air, Transporter 2, Leon, Legends of the Fall, Casino Royale og Die Hard. Eisini dámar væl væl eina góða Blu-Ray konsert. Mítt MagasIn Sum aðrar pappírsútgávur so lesi eg ongi magasin longur. Fyrr plagdi eg at lesa fakbløð innan ljóðupptøkur og ljóðbland. men slíka upplýsing finnur man á netinum í hesum døgum. Mín sjónVarpsrøð mær dámar væl at slappa av við CSI. Eisini dámdi mær sera væl Frasier. Desperate Housewives er eisini nokk so stuttligt. Nip/Tuck er eisini ein góð røð, sum eg onkuntíð havi hugt at. Mín bóK Eg eri ikki tann stóri bók orm- urin, men mær dámar sera væl at lesa í Halgubók. Mítt útVarp Eg haldi, at vit skulu vera glað fyri, at vit í Føroyum hava fjølbroytt úrval, tá ið tað kemur til útvarp. Eg geri nýtslu av øllum trimum rásunum – ÚF, Rás2 og Lindini. Mín telefon Nokia E51 hevur roynst væl í eini tvey ár – battaríið heldur leingi, kann alt, sum man plagdi at krevja av einari fartelefon. Tann nýggja iPhone, sum kemur út í summarm sær serliga spennandi út, so tað kann vera, at man hoppar upp á tann vognin. hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá? Tendensiøsan tíðindaflutning og reality-seriur. hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM? miðlarnir gera eitt sera gott arbeiði, tá ið man hugsar um umstøðurnar, sum tey hava. men onkutíð kann eg irriterast á, tá ið fjølmiðlarnir í Føroyum royna at skunda undir sekularisering av føroyska samfelagnum og royna at fáa eitt nú donsk liberal virðir at vinna fram í Føroyum. Eisini kann eg irriterast, um fjølmiðlarnir blíva ov sentalistiskir og gloyma, at Føroyar eru annað og meira enn bert miðstaðarøkið. hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM? Kjak er altíð gott. Eg vildi eisini ynskt, at fólkið hevði lættari atgongd til politiska kjakið. T.d. at tingvarpið eisini kundi hoyrast á Fm, so man kundi lurta allastaðni. Eisini burdu býráðsfundir verið varpaðir út. Vakra og treiska prinsessan erIK bIsKopstø lESUr Í HalgUBóK og glEðIST yvIr aT vIT FøroyINgar Hava FJølBroyTT úrval av úTvarpSráSUM.