fríggjadagur 23. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
10
Sosialurin
Kjak
Hvussu stórur partur av
politiska orðaskiftinum og
viðgerðini av týdningarmiklu
málunum fyri tjóðina fer
til at koyra flokkar og
politik arar í fordómsfullar
bás ar og mála eina falska
mynd av meiningunum hjá
mótstøðupartinum,
held
ur enn at viðgera málið og
grund geva fyri egnum visjón
um og ætlanum? Ja, man tað
ikki vera omanfyri 90%?
Heldur enn at viðgera,
hvørji mál vit seta, hvørji
virði vit byggja á og hvussu
vit vilja røkka málunum, so
verða í staðin bara framhildin
uppáhald um ein sonevndan
"veruleika" og um motivini
hjá øðrum, sum vísa seg onki
hald at hava, um vit tora at
hyggja sakliga at teimum og
lyfta tey fram í ljósið.
Bert seinastu vikuna, skal
eg taka trý dømi fram, sum
vísa, hvussu týdningarmikil
mál verða skrykt av øllum
sakligum lunnum, og ístaðin
verða druknað í fordómum og
sjálvskaptum "veruleikum"
ið onki hava við veruleikan
at gera.
1. Edmund Joensen
sigur tjóðveldisfólk
gera »danan til fanan«
Herfyri
avdúkaði
Sjón
varp ið, at ein avtala varð
skriv að
undir
millum
Menta málaráðið og danska
undirvísingarmálaráðið í 2007
um krøv til miðnámsskúla
útbúgvingarnar í Føroyum.
Í hesi avtalu verður kravt, at
allir miðnámsskúlanæmingar
í Føroyum skulu hava læru
greinina danskt á Astigi.
Hetta merkir, at danskt
ikki skal vera bara eitt
máls ligt fak, men skal vera
sjálvt amboðsfakið til aðrar
lærugreinir eisini. Tað stend
ur í avtaluni, at dentur skal
leggjast á danskt til tess at
styrkja ta mentanarligu sam
anrenningina millum Før oyar
og Danmark. Og tað stendur
somuleiðis,
at
danskar
upp gávur skulu nýtast í
teim um
"kom petensu gev
andi" lærugreinunum sum
í enskum, fysikk, kemi og
støddfrøði. Í avtaluni stendur,
at fortreytin fyri, at føroyskir
næmingar sleppa inn á hægri
lærustovnar í Danmark, er, at
hetta verður framt.
Hetta er sjálvandi eitt
risastórt afturstig fyri allan
føroyskan skúlaskap og fyri
alt tað, sum so mong fólk
hava stríðst fyri í Føroyum.
Nevniliga, at vit kunnu nema
okkum lærdóm á øllum økjum
gjøgnum føroyskt og at vit
menna føroyskt sum eitt
javnsett mál millum onnur.
Og at okkara skúlaskipan
skal metast í dygd eftir inni
haldinum og ikki eftir, um
tey týdningarmiklu fakini
eru lærd gjøgnum danskt.
Talan er sostatt í hesi avtalu
um, at føroyskt og føroyskir
næmingar verða mett sum
undirskipað og ikki javn
bjóðis øðrum málum og
øðrum
norðurlendskum
lesa ndi. Uppaftur meira dis
kriminerandi er hetta, tá
vit hava í huga, at føroyskir
næmingar sjálvsagt duga
væl danskt sum mál og hava
havt tað upp gjøgnum allan
fólkaskúlan í mun til aðrar
norðurlendingar.
Tískil mótmælti eg sjálv
sagt hesi avtalu, kravdi hana
broytta og vísti á, at hetta
neyvan kundi vera ætlanin
hjá donskum myndugleikum,
men helst var eitt úrslit av
undirbrotligheit og vant
andi politiskum málum hjá
teimum føroysku politik
arum, ið høvdu góðkent av
taluna.
Hvar fór so politiska orða
skiftið? Jú, fram trein Ed
mund Joensen og legði meg
og øll tjóðveldsfólk undir at
siga "danin er fan in", og at
vit ikki vilja, at før oy ingar
skulu duga danskt (!). So var
spjaldur sett á, og Edmund
Joensen slapp frá at fyrihalda
seg til málið yvirhøvur, ella at
siga okkum, hvat hann ynskir
fyri føroyskan skúlaskap
og rættindi hjá føroyskum
næmingum úti í heimi.
Sostatt ein sera spenn
andi variasjón yvir hug
tak ið fíggindamyndir: Ed
mund Joensen teknar eina
fíggindamynd av Tjóð veld
inum við at leggja Tjóðveldið
undir at hava fíggindamyndir
av dønum. Hetta hóast ongi
tjóðveldisfólk nakrantíð hava
havt nakað ímóti Danmark
ella hava brúkt hugtøk sum
"danin er fanin". ´
c. Hon hevur bert stríðst
fyri, at vit verða javnsett
millum onnur.
Útbúgvingaravtalan
og
lesarabrævið hjá Edmundi
Joensen byggja hinvegin á
eina óhugnaliga trongskygda
nationalismu, har danskt
verður
sett
sum
nakað
fakliga
og
mentanarliga
dygdarbetri enn føroyskt og
sum fortreytin fyri at koma
út í heim. Tað man vera
hetta, sum er tann veruliga
"misskilta
nationalisman",
ið Edmund Joensen javnan
skrivar um.
2. Brot á rættargangs
lógina í sambandi
við setan av politi
inspektøri
Sambært rættargangslógini
fyri Føroyar skal Føroya
Landsstýri hoyrast, tá størv
verða sett í løgregluni í
Føroyum. Seinasta árið er
øll løgreglan í Før oy um
umkalfatrað,
sýslu mans
størvini hava mist allan sín
týdning og nýggir leiðarar
eru settir. Men landsstýrið
er als ikki hoyrt í málinum og
føroyskir myndugleikar hava
onga ávirkan havt.
Um eitt Løgmálaráð (sum
í hesum føri tað danska)
og ein fúti, sum skulu
tryggja at landsins lógir
verða hildnar, sjálvi bróta
rættargangslógina ið er
høvuðsamboðið til at skapa
rættartrygd so er talan um
eitt sera álvarsamt mál.
Kortini fór orðaskiftið
í tinginum, tá málið av
røttum varð reist, beinanveg
í fordómarnar. Fleiri tingfólk
vildu vera við, at hetta var
bara reist, tí Tjóðveldinum
ikki dámar danir.
Og so bar ikki til at við
gera prinsippiella brotið á
rættargangslógini ella spurn
ingin um, hvat fólkaræði
er í Føroyum, um eitt em
bætisverk kann fremja alt
hetta uttanum føroyskar
myndugleikar.
Men hetta var jú bara
"veruleikin, sum vit mugu
liva við", segði onkur eisini.
Ja, veruleikan skapa vit
sjálv, og góðtaka vit øll brot
á rættindi og fólkaræðisligar
grundreglur, so verður tað at
enda veruleikin, sum ongin
setur spurning til.
3. Uppskotið til
føroyska grundlóg
og álopini á tað
Eftir at vit hava stríðst í 11 ár
fyri tí, er nú uppskot lagt á
ting um føroyska grundlóg,
sum skal leggjast til fólka
atkvøðu. Fyri fyrstu ferð
fær altso Føroya fólk høvi at
áseta síni egnu rættindi sum
tjóð,
síni
grundleggjandi
mannarættindi og skyldur,
avmarkingar og eftirlit við
valdinum í landinum, krøv um
rættartrygd, mannagongdir
fyri samráðingum við onnur
lond o.s.fr.
Men tær røddir, sum hava
tagt, tá vunnin rættindi og
rættartrygd verða sett til
viks í eini røð av málum,
koma nú við ógvusligum
álopum fram á torg. At
Føroya fólk sjálvt ásetur
síni rættindi, verður gjørt til
eitt álop á rættartrygdina í
Føroyum (!) av bæði Edmundi
Joensen, fleiri løgfrøðingum
og viðmerkjarum og einum
framtraðkandi advokati sum
Christiani Andreasen.
Christian
Andreasen
førir fram, at bóklingur
skal hava verðið sendur
í hvørt hús, har m.a. skal
hava staðið, at "festirættindi
eru andstyggilig" og hann
ger síðani gjøldur við full
veldislandsstýrinum og legg
ur uppskotið undir at vera
"provokasjón".
Tað er gleðiligt, at Christ
ian Andreasen vil traðka
fram í orðaskiftinum, men
tess meiri harmiligt, at hann
byggir
sínar
niðurstøður
á ósannindi, mýtur og for
dómar.
Tildømis
kundi
hann
lagt fram, hvar tað stend
ur í nøkrum bóklingi, at
"festirættindi eru and styggi
lig". Og hann kundi sagt
okkum, hvar tann mýtan
kemur frá, at Føroya fólk
ikki hevur rætt at samtykkja
egna grundlóg og áseta síni
egnu rættindi. Hann kundi
greitt almenninginum frá,
hvussu norðmenn kundu
samtykkja egna grundlóg
í 1814 og seinni skipaðu seg
sum sjálvstøðugan stat við
støði í rættindum og manna
gongdum í somu grundlóg.
Hann kundi greitt frá, um tað
er í stríð við ásetingarnar hjå
ST um, at einhvør tjóð hevur
rætt at skipa sínu egnu
viðurskifti.
Og hann kundi eisini sagt
okkum, nær Føroya fólk við
eini demokratiskari avgerð
hevur valt at leggja seg
undir donsku grundlógina
ella frásiga sær rættindi
sum tjóð. Og hví vit ikki á
ein siviliseraðan hátt kunnu
samtykkja
okkara
egnu
rættarstøðu og fólkaræðisligu
mannagongdir
í
okkara
grund lóg og síðani sam
ráðast við Danmark út frá
javnbjóðis
treytum
um,
hvussu statsrættarligu viður
skiftini skulu skipast.
Er
tað
fólkaræði
og
rætt ar trygd,
at
danskir
myndugleikar
skulu
siga
okkum, hvørji rættindi vit
hava? Er tað fólkaræði og
rættartrygd at liva undir eini
skipan, sum fólkið ikki sjálvt
hevur valt? Er tað fólkaræði,
at
ein
nevnd
í
danska
fólka tinginum
og
danski
forsætisráðharrin nú skulu
gera av, hvat føroyska tjóðin
kann og ikki kann, soleiðis
sum Edmund Joensen og
løgmaður mæla til?
Og hvat sannleiksvirði
hava nú øll tey føgru orðini
um "javnbjóðis partar" og
"felagsskap", tá tað bert er
annar parturin, ið setir allar
treytirnar og sigur, hvat hin
parturin kann og ikki kann?
Eisini hevði verið áhuga
vert um Christian Andrea
sen, ið nú er formaður í Fót
bóltssambandinum,
hevði
vilj að hugleitt um, hvørt Før
oyar í dag høvdu tikið lut í
altjóða fót bólti, um hansara
sjónarmið vórðu fylgd um,
at vit hava ikki rætt at
broyta okkara veru leika og
tær juridisku tulkingarnar
hjá teimum, ið hava tikið
sær valdið at gera spæli
reglurnar.
Margháttligt er tað at
uppliva, at tá fordómarnir,
mýturnar og teir uppfunnu
"veruleikarnir", verða avdúk
aðir og bjóðaðir av, so verður
brúkt ein ófatilig orka til at
rópa teir uppaftur at standa.
Tað er jú so nógv lættari at
stýra eftir fordómum og
spjaldrum, heldur enn eftir
grundgevingum,
visjónum
og politiskum málum.
Høgni Hoydal
Hvør skapar veruleikan?
Størsta forðingin fyri politiskum framstigum og semjum í Føroyum, eru teir óteljandi fordómarnir, mýturnar og
uppáhaldini um politiska grundarlagið hjá flokkunum um fólkaræðið í Føroyum og um rættindi okkara sum tjóð
Føroyska sjálvstýris
rørslan hevur ongantíð
verið vend ímóti nøkrum
ella hevur sagt, at vit
eru betri enn onnur mál
og mentanir