Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 10 VIKUSKIFTI flaggdagur Uni Arge uniarge@gmail.com Farnu vikurnar hevur nógv verið gjørt burturúr, at 70 ár eru liðin, síðan týskarar hersettu Danmark og Noregi 9. apríl í 1940, og bretar settu herfólk á land í Føroyum 13. apríl. Bretar kundu ikki lata Týskland hertaka Føroyar, og tí var Winston Churchill skjótur at kunngera í bretska undirhúsinum 11. apríl í 1940, at Bretland ætlaði at hertaka Føroyar og lata Danmark oyggjarnar aftur eftir krígslok. Umboð fyri bretska hersetingar­ valdið komu til Føroya longu 12. apríl í 1940. Tveir bretskir oyðarar komu stutt eftir døgurða hendan dagin inn um Borðuna og kastaðu akker kl. 12.30. Ein tíma seinni kom bátur í land við tveimum her yvirmonnum. Teirra ørindi vóru at hitta amtmannin, og tá teir komu á gátt hjá honum, var Kristian Djurhuus, løgtingsformaður, staddur har. Bretsku yvirmenninir váttaðu inni hjá amtmanninum tað, sum Churchill hevði sagt í undirhúsinum, at Bretland ætlaði at hertaka Føroyar og lata tær aftur, tá Danmark var vorðið frælst. Bretarnir bóðu um, at myndugleikarnir í Føroyum fóru at fyrireika seg at taka ímóti 250 hermonnum í Havn og á Skálafirði, og at skipað varð fyri at sensurera telegraf, telefon og bræva post. Dagin eftir, tann 13. apríl í 1940, kveittu fólk út í havsbrúnna at vita, hvussu var statt við bretsku her monn­ unum. Klokkan 15.00 komu ein krúss­ ari, tveir oyðarar og tveir vápnaðir trol arar til sjóndar við Borðuna. Skipini stevndu inn á Havnina, har krússarin og báðir trolararnir løgdu stilt. Í land komu Sandall, oberstur, og nýggi bretski konsulin í Føroyum, Frederick C. Mason. Hersetingin í Føroyum var veru leiki. Óvissa um umstøðurnar Føroyingar fegnaðust um, at tað vóru bretar, sum komu til Føroya, og ikki týskarar, men hersetingin hevði við sær, at nógv óvissa tók seg upp um fleiri viðurskifti. Løgtingið mótmælti form liga, at Føroyar vórðu hersettar, tí tað vildi halda Føroyar uttanveltaðar í kríg num, men tingið ásannaði sam­ stundis, at sum umstøðurnar vóru, var her setingin í lagi. Ivi tók seg upp um, hvørja heimild amt maðurin hevði í landinum, nú sambandið við Danmark var kvett, og hvørja støðu løgtingið hevði. Framm­ anundan hevði løgtingið virkað ráð gev andi í lóggávuspurningum, og danski ríkisdagurin samtykti lógirnar. Nú fekk løgtingið heimild at samtykkja lógir, men amtmaðurin skuldi taka undir við teimum og kunngera tær. Spurningurin um flaggið kom eisini á breddan. Flaggspurningurin hevði verið eitt heitt evni í fleiri ár, ikki minst í 1930, tá danski forsætisráðharrin, Thorvald Stauning, á Tingvøllum í Íslandi hevði kravt at fáa føroyska flagg ið strikað, tí tað var ikki góðkent flagg. Rokið gjørdist ikki minni, tá tjóð skaparsinnaðir føroyingar svaraðu aft ur á ólavsøku sama ár við at kvetta Danne brog niður av tinghúsinum og hongja Merkið út av vindeyganum. Summi føroysk skip høvdu siglt við Merkinum áðrenn 1940, tí tey høvdu hug til tess, men einasta alment góðkenda flagg føroyinga fyri 1940 var danska flaggið. Við hersetingunum í Danmark og Føroyum broyttust umstøðurnar tó fullkomiliga. Bretar vildu ikki, at før oyingar skuldu sigla við donskum flaggi, tí týski fíggindin hevði hersett Dan mark. Teir kravdu tí, at føroyingar strikaðu Dannebrog. Skipini strika Dannebrog Fyrsta skipið, sum eftir hersetingina í Danmark strikaði danska flaggið, gjørdi tað av sínum eintingum. Hetta skipið var miðvágstrolarin »Nýggjaberg,« sum Mortan J. Mortensen á Argjum førdi. Hann var komin norður um Pent lands­ fjørðin, tá tíðindini um hersetingina í Danmark bórust 9. apríl, og strikaði beinanvegin Dannebrog. Í húnar hátt fór Merkið í staðin. Tann 12. apríl í 1940 fór sluppin »Eysturoy« av Klaksvík til Aber­ deen undir donskum flaggi. Skip­ arin, Hans Mikkelsen, greiddi frá, at tann 13. apríl komu teir suður ímóti Orknoyggjunum, har eitt bretskt vaktarskip steðgaði teimum. Yvir­ menn inir á vaktarskipinum bóðu teir strika Dannebrog, tí teir høvdu ikki loyvi at sigla við tí. Skiparin spurdi, um hann kundi vinda føroyska flaggið á stong, og tað var í lagi. Leiðin gekk nú fyrst til Kirkwall í Orknoyggjum og síðan til Aberdeen, hagar »Eysturoyggin« sum fyrsta før­ oyska skipið við føroyskum flaggi á stong kom 16. apríl. Í Aberdeen spurdu myndugleikarnir, um føroyingarnir vildu hava føroyskt ella bretskt flagg. Teir vildu hava føroyskt. Síðan vórðu føroysk fløgg málað á síðuna, og flaggið umborð fór í land at seyma SUnnUdAgin eru liðin 70 ár, síðan bretska herSetingArvAldið í Føroyum 25. Apríl í 1940 góðkendi, at føroySk skip kundu sigla við MerkinUM í húnar hátt. stórur ivi valdaði um flAggSpUrningin, eFtir at týskarar høvdu hertikið dAnMArk 9. apríl, og bretar høvdu sett herfólk á land í føroyUM 13. apríl. AMtMAðUrin vildi ikki góðkenna Føroyska flAggið, bretski konSUlin ætlaði at lata føroyingAr sigla við grønum og hvítum Flaggi, men Føroyingar krAvdU at sleppa at sigla við MerkinUM Flaggdagurin fyllir