fríggjadagur 23. apríl 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
Sosialurin
Sjálvandi veit ein og hvør, at
tað rekur hart á hjá fiski vinn
uni, bæði á sjógvi og landi og
sama er hjá okkum. Eisini
mugu vit tola at fáa okk urt
høggið, tá vinnan er ”despe
rat”, og sjálv andi eiga skip ini
at hava eyg uni opin fyri, um
tað er løn semi í og hyggja
eftir alterna tivum. Men tá
tú ein ávísan dag pilkar ein
ávísan faktor út og kallar
hetta “faktuellir” up plýs ing ar,
tá er tað at fara ov lætt um.
Annað er so tað, at vit
aft urvendandi
hoyra
um
landingarútreiðslurnar hjá
okkum, og tá tú kannar hetta
fyribrigdi nærri, er tað tí, at
hetta eru einastu útgreinaðu
upplýsingar, sum manningar
kunnu fyrihaldað seg til.
Líka so skeivt tað er, at
missir tú nógva línu ein túr
og koyrir allar útreiðslurnar
uppá henda túrin og sigur, at
tað ber ikki til at fiska við línu,
tí línuútreiðslurnar eru 40 %,
líka so skeivt er tað at siga,
at
landingarútreiðslurnar
hava skyldina av, at skipið
fisk aði brosmu fyri lágan
prís, meðan hýsu prísurin var
góður – ella øvugt.
Tann faktuelli kostnaðurin
til Landingarmiðstøð Før oya
hendan túrin hjá Ågot fyri
land ing, klár ger ing, fíggja
og útvega kassar, kass ar um
borð, skiljing við ísi, ísing og
merking var – sig er og skriver
– 10,26% av veiðu virð in um.
Hetta er túr ur við lág um
søluprísi, men út reiðsl ur nar
pr. kg eru tær somu.
Sama
fríggjadag,
sum
greinin stóð í Sosialinum,
landaði annað skip her í
Klaks vík. Tað hevði eina út
reiðslu uppá 5,15% av sølu
virð inum. Tað hevði eisini
verið skeivt av mær at brúkt
hetta tal sum bevís uppá
nakað sum helst.
Tey faktuelt røttu hagtølini
hjá Ågot fyri hesar tænastur
frá Landingarmiðstøð Føroya
frá 1. mars 2008 og til endan
av mars 2010 hava verið
5,47% av søluvirðinum, og
tá má havast í huga, at her
vóru fleiri tíðarskeið við sera
lágum prísum.
Sjálvandi kunnu vit vera
ójøvn á málið um, hvat tú
fært fyri tænastuna, men eg
veit, at míni fólk ikki standa
aftan fyri nakran, bæði í
dygd og arbeiðsemi, og at vit
eftir førimuni royna okkara
besta. Og um tað eru vit ella
manningin, sum landar, so
skulu teir hava løn fyri tað.
Vit brúka ein munandi
part
til
avskrivingar
av
gjørd um íløgum. Og tær
hava
verið
stórar.
Eftir
áhald andi krøv um og trýsti
frá einari saml aðari vinnu,
blivu stórar íløgur gjørdar í
bygn ingar, skilji ann legg o.s.v.
, tí vit skuldu nøkta allan
tørvin hjá vinnuni, umframt
at ymsir myndugleikar settu
heilt stór krøv til okkum og
hetta kostaði nógv.
Síðani
eru
nøgdirnar
mink aðar nógv, og »land
ing armiðstøðir« eru komnar
upp sum hundaland.
So, tá gildið skal gjaldast,
eru færri um tað, og tað ger
mun.
Vanliga verður sagt, at
kapping er sunn, men eg tori
at pástanda, at kostnaðurin
er farin upp og flestu aka
á knøunum, tí íløgur eru
gjørdar, og fleiri eru um at
deila eina minkandi køku.
Gjaldarin verður vinnan.
Fyri at taka saman um.
Er ætlanin at lýsa allar
útreiðslupostar hjá einum
slíkum skipi (allir = 100% +
fígging), so haldi eg tað vera
frálíkt, at livilíkindini verða
lýst við øllum greiningum,
og her meini eg øllum.
Og tit á Ågot. Tað er gott,
tit hava eyguni við tykkum,
men best er við eygnakontakt
samstundis. Góðan byrð við
tykkara royndum, og hjarta
liga vælafturkomnir eina
aðra ferð. Samstarvið hevur
verið gott.
Landingarmiðstøð Føroya
Kristian Fr. Olsen
Viðmerking til grein í Sosialinum
»Alt ov nógv fer av veiðivirðinum«
... vit kunnu vera ójøvn á málið um,
hvat tú fært fyri tænastuna, men eg
veit, at míni fólk ikki standa aftan fyri
nakran, bæði í dygd og arbeiðsemi...
Vilmund Jacobsen,
Journalistur
Stutt viðmerking til Kristian Fríðrik Olsen
Góði Kristian Fríðrik.
Eg haldi, tað er gott, at tú
sum stjóri í Landingarmiðstøð
Føroya soleiðis lýsir eitt slíkt
mál við neyvum tølum og
tekur saman um eitt longri
tíðarskeið.
Tað er góð kunning, sum
gevur eina breiðari og betri
mynd av støðuni.
Hetta kunnu vit skjótt
vera samdir um.
Hinvegin mugu teir, sum
eiga línuskipið Ågot, eisini
hava rætt til at lýsa sína støðu
– ella ónøgd – við sín um tølum,
sum eisini eru røtt.
Vit
kunnu
eisini
vera
samd ir um, at einki var galið
við tølunum hjá skiparanum,
Eyð steini Poulsen, sum eg end
urgav í Sosialinum og í okkara
loftmiðli. Tey vóru røtt.
Í aðrar mátar er tað góð
kunning, sum eg nevndi,
tá tú ómakar tær at taka
saman um tvey ár hjá júst
hesum skipi og kemur til eitt
nógv lægri prosenttal fyri
landingarútreiðslur í einum
longri tíðarskeiði.
Men rætt skal vera rætt.
Eyðstein Poulsen umrøddi
ikki bert landingarútreiðslur,
men landingarog søluút
reiðsl ur í nevndu grein.
Eftirfylgjandi havi eg so
roynt at lýst sjónarmiðini hjá
Landingarmiðstøð
Føroya
við at bera tykkara boðskap
um hesi viðurskifti, bæði í
loftmiðli okkara Rás2 og á
Portalinum.
Fari annars at nýta høvi
at takka landingar mið støð
unum kring landið fyri gott
samstarv.
Uttan tykkara hjálp, vóru
fiskivinnutíðindini í okkara
miðlum nógv fátæksligari.
... teir, sum eiga línuskipið Ågot, mugu
eisini hava rætt til at lýsa sína støðu
– ella ónøgd – við sínum tølum, sum
eisini eru røtt...
Fríggjadagin 9. apríl hevur Vilmund Jacobsen samrøðu við eigaran
av Ågot, sum síðan er endurgivin í loftmiðlinum.