fríggjadagur 23. apríl 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
11
VIKUSKIFTI
Keldur:
Stríðsárini, 1. bind, 1985, Niels Juel Arge
Merkið, 1980, Niels Juel Arge
Løgtingið 150, 1. bind, 2002, Hans Andias Sølvará
fleiri fløgg eftir. Øll føroysk skip, sum
vóru í Aberdeen, fingu nú føroyskt
flagg, um tey vildu hava tað.
Hermenn fagnaðu Merkinum
Trolararnir Tór 1 og Tór 2 vóru eis
ini í Aberdeen hesar dagarnar. Stýri
maðurin á Tór 1, Jóannes Árting,
greiddi seinni frá, at 19. apríl varð
før oyskt flagg málað á skipssíðurnar,
og úr landi fingu teir føroyskt flagg.
Allir mans umborð tóku húgvuna av
høvd inum, tá flaggið varð heysað, og
tá teir sigldu út, gjørdi øll manningin
á ein um bretskum herskipi honnør
og rópti leingi livi fyri Føroyum og
Føroya fólki.
Jóannes Árting greiddi frá,
at fólk komu at taka í hondina á
føroyingunum og ynsktu teimum
til lukku við flagg inum. Inni í
krambúðum og á verts húsum
søgdu bretar, at tað var natúr ligt,
at føroyingar høvdu sítt egna flagg.
Í Aberdeen var sostatt heilt greitt,
skrivar Niels Juel Arge í 1. bindi av
Stríðsárunum, hvørjum flaggi føroy
ing ar skuldu sigla undir, meðan tað í
Før oyum var ógreitt.
Í Føroyum noktaði Hilbert, amt
maður, fyri at lata føroyingar sigla
við Merkinum, tí Danmark hevði
ongantíð góðkent flaggið. Tann einans
26 ára gamli bretski konsulin, Mason,
segði eisini í fyrstani, at føroyingar
skuldu brúka danskt flagg. Men tann
18. apríl fór »Nýggjaberg« norður til
Bjarnoynna at fiska, og hann heysaði
av sínum eintingum føroyska flaggið,
tí hann helt tað vera tryggast.
Tveir dagar seinni boðaði amt mað
urin bretska konslinum frá, hann vildi
ikki gera ímóti reglum og fyriskipanum
hjá hersetingarvaldinum, sum kundu
koma tryggleikanum hjá skipunum í
vanda. Samstundis gjørdi hann tó
greitt, at hann vildi hava eina skipan
at galda, sum ikki broytti Føroya
støðu í ríkinum, tá viðurskiftini komu
í rættlag aftur.
Tann 22. apríl væntaðu føroyingar,
at amtmaðurin fór at kunngera, at
før oysk skip skuldu sigla undir før
oysk um flaggi. Men tað einasta, hann
segði, var, at skipini skuldu skriva
Før oyar á skipssíðuna í staðin fyri
Dan mark. Sama dag boðaði Mason so
amt manninum frá, at boð vóru komin
úr London um, at danskt flagg kundi
ikki góðtakast longur, men legði
aftrat, at møguliga kundi annað flagg
enn tað føroyska brúkast.
Uppskot um grønt flagg
Skip, sum skuldu avstað, høvdu fyri
neyð ini at vita, hvørjum flaggi tey
skuldu sigla við, og tann 23. apríl fór
trol araskiparin, Esmar Fuglø, at spyrja
bretska konsulin, hvussu vorðið var
við spurninginum. Mason svaraði, at
spurningurin fór at verða avgreiddur
um fáar dagar, og at ætlanin var
at nýta eitt grønt flagg við hvítum
krossi. Upp skotið um grøna flaggið
átti Mason sjálvur.
Um kvøldið hendan sama dagin var
fundur í teirri serligu krígsnevndini
hjá løgtinginum. Har setti Thorstein
Petersen, formaður í Fólkaflokkinum,
fram uppskot um, at føroysk skip
skuldu sigla undir føroyskum flaggi.
Andrass Samuelsen, formaður í Sam
bandsflokkinum, skeyt upp, at Danne
brog skal brúkast sum higartil, og at
merkingin á føroysku skipunum skuldi
broytast frá Faroes til Føroyar.
Fyri uppskotinum hjá Andrassi
Sam uelsen atkvøddu hann sjálvur og
Petur Mohr Dam, formaður í Javn
aðar flokkinum, í fyrstu syftu. Í aðru
syftu atkvøddi Petur Mohr Dam sam
an við Thorsteini Petersen og Louis
Zachariassen, formanni í Sjálv stýris
flokk inum, fyri uppskotinum hjá
Thorsteini Petersen um, at skipini
skuldu sigla við føroyskum flaggi.
Um middagsleitið 24. apríl fór
bretski konsulin so at hitta Hilbert,
amtmann, um flaggspurningin. Amt
maðurin end ur tók, at hann kundi ikki
góðkenna ann að flagg enn Dannebrog,
men greiddi samstundis frá, at hann
undir mót mæli vildi útinna øll tey
boð, sum bretska stjórnin gav honum
viðvíkjandi fløgg um og øðrum
spurningum.
Flaggið loksins góðkent
Millum manna frættist onki við vissu
um, hvat var vási í flaggspurninginum.
Okkurt hoyrdist um, at grøna flaggið
var felt, men at amtmaðurin var ikki
at vika. Ungmannafelagið Merkið
boðaði tí til almennan fund á
Tinghúsvøllinum 24. apríl kl. 20.30,
har Jóannes Patursson segði frá, at
fyrireikararnir høvdu sett saman
eina áheitan á amtmannin um at lata
føroysk skip sigla við Merkinum.
Jóannes Patursson heitti á mann
fjøldina um eins og krígsnevndin at
taka undir við føroyska flagginum,
tí amtmansins støða at mótmæla øll
um fløggum uttan Dannebrog førdi
Føroyar beint í kríggið, og hendan
støðan var ikki at fata. Hann helt eis
ini, at um kongur Danmarkar visti
um støðuna, hevði hann onki havt
ímóti, at føroy ingar flaggaðu við
Merkinum.
Av Tinghúsvøllinum varð farið
bæði til amtmannin og bretska kons
ulin við samtykt um, at føroyska
flaggið skuldi nýtast. Mannfjøldin
taldi 7800 fólk. Amtmaðurin mót
mælti framvegis, men bretska
konsulin rein mótmælið við, tí dagin
eftir, tann 25. apríl í 1940 kl. 17.00,
sendi Mason amtmanninum bræv
um, at avgerðin um flaggið var
fallin. Føroysk skip skuldu sigla við
Merkinum og merkjast Faroes, Før
oyar ella Færøerne.
Mason gjørdi hetta, tí samtyktin
í krígsnevndini, mótmælisfundurin
og skrúðgongur høvdu sannført
hann um, at føroyingar av innastu sál
vildu hava skipini at sigla við Merk
inum. Amtmaðurin boðaði nú frá, at
hann fór at gera eftir boðunum, men
føroyingar frættu tíðindini um góð
kenda flaggið í BBC, sum á øllum
heims ins høvuðsmálum boðaði frá,
at før oysk skip nú sigldu undir før
oyskum flaggi.
Tíðindini vórðu væl fagnað um
landið, og fólk stevndu til fundar á
Ting húsvøllinum, haðani fagnaðar
gonga við fløggum fór út í Rættará til
bretska konsulin. Steðgað varð utt an
fyri høvuðsstøðina hjá her set ingar
valdinum, har føroyski og bretski tjóð
sang urin vórðu sungnir. Síðan varð
aftur farið á Tinghúsvøllin, har heitt
varð á mannfjøldina um at minnast
25. apríl sum flaggdag Føroya.
Og sunnudagin hevur 25. apríl so
verið flaggdagur Føroya í 70 ár.
r 70 ár
mynd: jens kristian vang
Flaggdagurin hevur 70 ár
á bakið. Í nógv ár hevur
hann verið hildin av bæði
stórum sum smáum.