Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72 12 Sosialurin Kjak Borgarstjórin í Havn ger enn einaferð ilt av sær í bløð unum, har Landsverk fær skyldina fyri, at arbeiðið við innkomuvegnum til høv uðsstaðin steðgaði. Fyri at eingin misskiljing skal vera, er tað soleiðis, at tvær fortreytir skulu vera til staðar, tá ein vega­ verk ætlan verður framd av Lands verki. Landsstýrið og Løgtingið skulu hava samtykt at gera verkætlanina og játt að pen­ ing, og aðrir við kom andi myndugleikar skulu góð­ kenna verk ætl an ina. Í mál­ inum við inn komu veg num varð peningur játtaður til endamálið, og viðkomandi myndugleikar góðkendu ætlanina. Kommunali mynd ugleikin er ikki bein­ leiðis myndugleiki, tá tað kemur til landsvegagerð, men sjálvandi var neyvt sam starv við Tórs havn ar Komm unu um verk ætl­ anina. Undirlendið oman fyri Villingardalsvegin varð fingið til vega frá komm ­ ununi, men brádd liga komu boð frá borgar stjór ­ anum um, at hetta kortini ikki kundi lata seg gera. Orsøkin var, at Tórs havn­ ar kommuna ikki kundi góðtaka, at vega før ing in lá oman fyri Villing ardals­ vegin. Sostatt varð neyðugt við tunli, um verkætlanin skuldi gjøgnumførast. Táverandi landstýris­ mað ur vildi ganga ynskin­ um á møti, treytað av, at Tórshavnar kommuna rind aði meir kostn aðin. Tað vildu borgar stjór in og komm un an ikki, og tí steðg­ aði arbeiðið. Hetta er tann faktu elli veruleiki um innkomu veg­ in. Alt annað, sum borgar­ stjórin nevnir í svarinum, eru ógrundaðir pástandir. Harafturat roynir Heðin Mortensen at grugga mynd­ ina við at draga fullkomiliga óviðkomandi viðurskifti inn í málið. Ivaleyst fyri at fjala út yvir tað, sum í veru­ leik anum er hent í hesum máli. Tá borgarstjórin leggur Landsverk undir at, “at gera sum tað passar stovninum”, “ikki rætta hond frá síðu”, “súlta” og annað, er tað í ólukkumát ein yvirmeting av valdinum hjá Landsverki. Stovnurin ger bert tað, ið avvarðandi landsstýrisfólk og Løgtingið gera av, og sum og aðrir viðkomandi myndugleikar góðkenna. Í hesum sambandi kunnu vit upplýsa, at tillutaða játtanin er brúkt í tann mun, hetta hevur verið møgu ligt. Í teimum før um hon ikki er brúkt, hev ur orsøkin millum ann að verið viður­ skifti, ið Lands verk ikki hevur havt nakra ávirkan á. Mill um annað lendiskeyp. Hetta er í stuttum gongdin við innkomuvegnum, til kommunan – við Heðini Morten sen á odda – steðg­ aði arbeið inum. Til síðst kann nevnast, at Landsverk sjálvandi metir tað vera rætt at gera nýggjan innkomuveg til Havnar, og stovnurin hevur ár undan ári mælt til at seta pening av á fíggjarlógini til endamálið. Heini Eysturoy leiðari á vegadeildini Landsverk Ábyrgdin av steðgaða inn­ komu vegnum er tín, Heðin Mortensen Eg vænti, at júst hetta at tað áhaldandi verður varpað ljós á hendan málbólkin ger sítt til at skapa eina harð liga tiltrongda hugburðs broyt­ ing. Havi nú sitið á tingi í gott tvey ár. Lat meg nevna nakrar útsagnir, eg rodnandi havi lagt oyrað til frá tingsins røðarapalli um stakar uppi­ haldarar: »Vit mugu ansa eftir, at støku uppihaldararnir ikki fáa tað ov gott, tí so fara so nógvar familjur í upploysn!« »Tað er jú ein trupulleiki, tá vandi verður fyri, at skip­ anin kann misnýtast...so at fólk sum í veruleikanum ikki eru støk, kortini fáa stuðul!« »Velur mann at verða stakur uppihaldari, má mann eisini taka ábyrgd av tí!« Børn í lutvísum fátækradømi Flestu føroysku politikarar eru ímóti fríari fosturtøku. Júst tí kundi ein trúð, at øll børn sum blivu fødd og vuksu upp í Føroyum høvdu fantastiskar umstøður. Men – so er ikki. Syrgiligt var at hoyra tær – Siri og Anniku ­ bera fram, á hvønn hátt summi børn liva í lutvísum fátækradømi í Føroyum. Lat meg geva nøkur dømi: • Børn eru sum fáa kálk­ tablettir, tí peningur ikki er til mjólk • Tey hava ikki altíð ráð til at halda barna føð ing­ ardagar • Skulu flyta ofta • Yvirliva, tí tey fáa mat frá familjuni Bæði mugu rinda Í løtuni er uppskot um at lækka stuðulin til uppi halds­ pening (pápa pengar) úr 40% niður í 20%. Men tá sam­ gongan ikki fær undirtøku fyri hesum uppskoti, fara ongar broytingar fram. Eitt hugskot kundi verið, at mamm an og pápin í felag rinda tær útreiðslur, sum eitt barn jú eisini er. Siri og Annika søgdu, at mánaðarligu útreiðslurnar eru á leið 4.500 kr mánaðarliga fyri eitt barn, sum er 5 ár í Føroyum. Mátti veri sjalvsagt, at mamman og pápin rindaðu helvt um helvt av hesari upphædd. Hetta var eitt uppskot millum áhoyrarnar í Miðlahúsinum. Haldi hugskotið vera stak skilagott. Framburður – hóast alt Nýti eg mín allarjaligasta vilja, minni eg meg sjálva á, at smávegis skilagóðar broyt ingar hóast alt eru framd ar í verandi valskeiði. Lut vís stuðul til stakar uppi­ hald arar og lutvís hækkaður lestrarstuðul til stakar uppi ­ haldarar. Veit, at tað ikki er nóg mikið. Men tað er at fegnast um, at hóast kon­ servat isman er ræðandi ógvus lig í føroyskum poli­ tikki, so er nú fest á blað og í lógartekstir, at familjur, har talan er um stakar uppi haldarar, eisini finnast her á landi. Onkursvegna hevur politiska skipanin tá ásannað, at tað finnast aðrir familjuformar í Føroyum enn sonevnda kjarnufamiljan. Gera politikarar sær dælt? Ein avvarðandi hjá einum sálarsjúkum bleiv herfyri endurgivin fyri at siga, at: »politikarar gera sær dælt av teim avvarðandi!« Helst er hetta so – eisini í mun til stakar uppihaldarar...og tíverri eisini í mun til aðrar málbólkar. Vit mugu – ongantíð ov skjótt – veruliga taka støðu til føroyskan sosialpolitikk. Tað er so nógv vit kunnu gera! Bergtóra Høgnadóttir Joensen Hugburðsbroyting til stakar uppihaldarar Kveikjandi fundurin um stakar uppihaldarar í Miðlahúsinum miðvikukvøldið, har Siri Hansen og Annika Antoniussen løgdu serritgerð sína um stakar uppihaldarar fram, var stak áhugaverdur. Tað er so nógv vit kunnu gera!