fríggjadagur 23. apríl 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
12
VIKUSKIFTI
krimi
1
Boyd
Illsinti, órímiligi, men sera
dugnaligi
løgreglumaðurin
Peter Boyd er leiðari fyri
einari kriminaldeild, sum
tekur uppaftur gomul
mál, sum ikki vórðu
uppklárað í síni tíð.
Hetta er tað besta
av enskum krimi, tú
kanst uppliva. Fløktar
morðgátur, sosialar
tvístøður,
framúr
góðir sjónleikarar og
spennandi klimaks.
Waking The Dead, sum
røðin eitur á enskum, er
framleidd síðani 2000, og
tey tíggju árini síðani eru
82 partar framleiddir. Nýggir
partar verða nú framleiddir,
og teir skulu sýnast næsta ár.
Sjónvarp Føroya hevur sent
røðina undir navninum Boyd.
2
Wire In The Blood
Forvirraði, men gløggi
sálarfrøðingurin Tony Hill er
stjørnan í hesi fantastisku ensku
krimirøðini. Tony Hill verður
biðin um at hjálpa løgregluni
í einum máli, og tá tað gongur
væl, verður hann biðin aftur
og aftur. Fyrsti parturin av
Wire in the Blood varð sendur
í 2002, og punktum varð sent
fyri røðina í 2008, tí hildið varð,
at framleiðslan var ov dýr. 24
partar eru gjørdir av Wire in the
Blood, og hesa røð kanst tú skaffa tær
fyri rímiligan pening í dvd-pakkum.
SvF hevur ikki sent Wire in the Blood.
3
Barnaby
Barnaby kenna føroyingar væl,
tí krimirøðin er í fleiri førum send í
føroyskum sjónvarpi. Løgreglumaðurin
Tom Barnaby uppklárar dráp, sum
verða framd í bygdaligum umhvørvi
í Onglandi. Midsomer Murders hevur
verið í luftini síðani 1997, og higartil eru
73 partar gjørdir í røðini. Høvuðsleikarin
John Nettles hevur boðað frá, at partarnir,
sum nú verða famleiddir, verða hansara
seinastu sum Tom Barnaby.
4
Inspector Morse
Endeavour Morse er illsintur
og besverligur løgreglumaður, men
hann er eisini dugnaligur til sítt
arbeiði. Honum dámar øl, klassiskan
tónleik, gamlar bilar, skaldskap og
krossorðagátur. Yndisítrivið er at finna
stavivillur í skjølum og brøvum, hann
fær. Røðin um Morse varð framleidd
árini frá 1987 til 2000, og longu tvey ár
seinni doyði høvuðsleikarin John Thaw
av krabbameini. 33 partar eru í røðini.
BreTar duga Framúr væl
aT gera sjónvapsdrama,
og TeIr eru SannIr
meistarar tIl góðar
KrImIrøðIr.Tey FleSTu
munnu Kenna KlaSSISKu
Søgurnar um sherlock
holmes, miss marple
og hercule poirot,
men eISInI nýggjari
røðir, Sum IKKI eru eInS
Kendar, eru Framúr
goTT undirhald. Her er
eITT Boð upp á Tær BeSTu
enSKu KrImIrøðIrnar
Krimi
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
10
tær
bestu
ensku
Peter Boyd er leiðari fyri
kriminaldeild, sum tekur
uppaftur gomul mál, ið
ikki vóru uppklárað
Tony Hill er tann forvirraði, men gløggi
sálarfrøðingurin í »Wire in the Blood«