fríggjadagur 23. apríl 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
Sosialurin
Nevnda greinin stóð at lesa
í Dimmu mánadagin, og at
byrja við var eg einigur við
greinaskrivaran, men gjørdist
altsamt meiri forfardur jú
meira eg læs av henni.
Í hesari nevndu hugleiðing
í Dimmu í gjár, sum einans
var fyrsti partur, vildi grein
askrivarin Kajfinn Hammer,
so sum eg havi fata hansara
grein, greiða frá, deils at
Heina Gaards útsøgn um
Geert wildersa hatur var ov
grov, og deils at islam gevur
vesturlendingum góða grund
til at ikki dáma og enntá hata
islam.
Kajfinn sigur orsøkina hjá
Heina Gaard vera, at Wilders
»gevur islam ein skarpan
gang«. Kajfinn meinar helst
ein væluppibornan skarpan
gang. Og hendan skarpa
gang, sum “Heini umtalar ...
sum hatur (sigur Kajfinn), er
at við gera súmtomini heldur
enn sjúkuna sjálva.”
Nú sær út til, at tað, Kaj
finn veruliga vil, er at kriti
sera ella rættari kasta móru
(og steinar) eftir islam, tí tað
hann kallar »sjúkuna sjálva«
er islam.
Islam. Er tað ein sjúka?
Sjálvandi ikki! Tað er ikki
utt an, at mann er ein av
teimum radikalu gudloys ing
unum, sum meta alla religión
vera eina sjúku. Summir
av hesum hava t.d. sagt, at
religión er íkomið av einum
sokkallaðum »Gudvirus«.
Nevndi Kajfinn kallar m.a.
annað muslimsku fatanina
av paradís fyri »seksfikseraða
‘haremparadís’ Allah’s, har
72 barmfagrar moyggjar (...)
bíða sum løn«. Hetta er ikki
nøkur serliga óvanlig fatan
av para dís fyri muslimar,
men
sjálv andi
við
vilja
ófanta liga orðað, og dekan
ov generaliserandi. Tað eru
jú fleiri islamiskar fatanir av
hesum paradisiska eftirlívi,
og at kalla tað »seks fikserað«,
haldi eg, er at fara ov langt.
Men nú vit eru inni á
hesum øki, at vera seks
fikser aður, hvønn er tað
so, sum vit næstan hvønn
dag hoyra um sum verandi
sera seksuelt frávíkjandi og
enntá kriminelt frávikjandi í
atburði? Jú tað eru teir hátt
virdu umsjónarmenninir í
teirri nógv størstu kristnu
kirkjuni í heiminum: katólsku
biskupparnir.
Av tí, at katólska kirkjan
er nógv størsta umboð fyri
kristindómin í heiminum,
so er ein uppløgd niðurstøða
tann, at – um vit skulu gene
rali sera – kristnir menn
eru ofta pedofilir. Í øllum
førum teir, sum taka sína
kristnu trúgv seriøst, tí hvør
kann seta spurnartekin við
frómleikan hjá hesum yvir
monnum innan kirkjuna?
Eg generaliseri her bara á
sama hátt um kristindómin
og við minst líka stórum
rætti, sum Kajfinn ger um
islam, tá hann t.d. sigur
»tá ein hugsar um framferð
islams er lítið at ivast í, hvør
umboðar heimskenda hatrið,
Heini uttan fyrilit kastar
Wilders fyri«.
Og víðari sigur Kajfinn,
at tá gíslar verða skornir á
háls fyri opnum skermi, er
hetta »beinleiðis eftir ávísing
Koranunar:« Her stóð síðan
eitt ‘sitat’ eftir øllum at døma,
tí tað petti stóð í gásareygum,
og hann vísti á fleiri brot í
Koranini.
Tað fyrsta, eg vil siga til
hetta, er, at sitatið var als
ikki beinleiðis endurgivið,
helst við vilja. Tó vóru nøkur
av Kajfinns nevndu Koran
brotum ikki so langt burturi
frá hansara sokallaðu endur
geving/sitati. Hann hevur
helst sett fleiri brot saman
fyri at fáa tað til rigga
betur. Men fyri tað næsta,
so eru fleiri líknandi brot í
Bíbliuni – serliga um hugt
verður í Gamla Testamenti.
T.d. í Fjórðu Mósebók, kap.
31, ø. 118. Herí bleiv tað
av Gudi heitt á Móses og
hansara menn at fremja
hevndardráp í stórum stíli,
og eftir hesa andstyggiligu
gerð herdi Móses (helst aftur
eftir Harrans boðum) kravið:
»Drepið tí øll sveinabørn
og allar konur, ið hava havt
samlegu
við
menn«.
Og
enntá í Nýggja Testamenti
finna vit ótespiligar útsøgnir
um jødar, har hesir verða
nevndir børn hjá djevulinum
osfr. (Joh. ev. kap. 8). Serliga
ótespiligt er hetta, tá vit vita,
hvat evropeiska jøda áskoð
anin hevur havt við sær av
ræðuleikum. Tá er »jøda
bøðilin mikli«, sum Kajfinn
kallar Muhammed ein lítil
lummatjóvur í mun til.
Allur hesin ótespiligi lesn
aður, um tað er úr Gamla ella
Nýggja Testamenti ella úr
Koranini má altíð lesast í
sambandi við ein kontekst
og skal tulkast. Hesar skrift
ir eru ofta poetiskar, tíðar
spesifikkar og skulu ofta lýsa
ein problematikk gjøgnum
myndamál. Og hóast alt,
so er tað jú ævigt lív ella
ævig pínsla, sum tíðum er á
skránni.
Altso, um Kajfinn kann
loyva sær at kalla islam
fyri eina sjúku, so má hann
eisini kalla kristindóm fyri
eina sjúku. Og orðingar sum
»framferð islams«, sum hann
tekur til eru heilt burturvið.
Hetta minnir faktiskt sera
nógv um orðingar hjá teim
um mest víðgongu og mili
tantu
muslimunum,
sum
tosa demagogiskt um, at
»kristin dóm urin«
(undir
ein um) vil hetta og hatta; og
»kristin dóm urin hevur altíð
vilja bestemm að yvir okk
um« osfr.
Bæði kristindómur og
islam eru religiónir (ikki
handl andi
persónar),
sum eisini eru sera sam
an settar. Tær kunnu ikki
takast und ir einum, sum
Kajfinn
og
aðrir
dema
gog ar við ófrættakendum
dagsskráum gera. Eitt er tó
felags fyri báðar religiónir.
Tær leggja báðar alstóran
dent á fyrigeving, náði og
miskunnsemi.
Lat meg líka at enda
leggja afturat, at tað kann
væl vera, at muslimar hava
tað seksuella við í sínari
fatan av paradís, og harvið
duga at virðismeta kvinnur
– eisini sum seksuellar verur.
Og samstundis ásanna teir, at
teir sjálvir hava ein seksuellan
tørv, og at hesin er partur
av kærleikslívinum. Høvdu
bara katólsku biskupparnir
verið líka skynsamir og sjálv
játtandi.
Kajfinn Hammer legði
upp til í øllum førum ein part
afturat, so mítt síðsta orð
er kanska heldur ikki sagt
hesum viðvíkjandi.
Gunnar Isfeld
Hugleiðing um hugleiðing
Viðmerking til greinina »Nakrar hugleiðingar
um tað at verða lagdur undir at hata«.
Tað kann væl vera,
at muslimar hava tað
seksuella við í sínari
fatan av paradís,
og harvið duga at
virðismeta kvinnur –
eisini sum seksuellar
verur.
Uttan mun hvat síðan er
hent, eri eg framvegis so
loyalur, at eg ikki vildi
droymt um at leggja eftir
teimum alment.
Men soleiðis hava teir
tað ikki. Hetta vísti Andreas
Berglíð
longu
seinasta
heyst við sínum próvføstu
ósannindum.
Mánadagin er í Sosial
in um eitt lesarabræv um
Arctic Vik ing málið. Til
hetta mál er ikki meira at
siga. Teir blivu báðir førdir
sum vitni i landsrættinum
sum »sátt mála ser frøð ing
ar« utt an at verða tiknir
fyri fult.
Teir førdu í rættinum og
í hesum lesarabrævi fram
tað, sum teir mettu at vera
siðvenja í sátt mála spurn
ingum.
Men hjá teimum báðum
tykist
sum
at
siðvenja
skal valdast. Jan Højgaard
hevur miðvíst brotið allar
tær siðvenjur og skipaðu
mannagongdir, sum hava
verið í FF, og sum eru ein
sjálvfylgja í einum skip
aðum felagi. Hetta hevði
hann ikki kunnað gjørt utt
an upp bakking frá nevnd ar
limum, og hana hevur hann
fingið frá teimum báðum!
Hetta merkir millum ann
að, at partur av nevnd ini við
stuðli frá teimum báðum,
hevur verið hild in uttan fyri
týðandi av gerð ir, sum verða
tiknar í felagnum.
Tað mest avdúkandi er
kortini »valið« av næst for
manni 1. februar. Nevndin
skip ar seg sjálv við næst
for manni, og sið venj an síð
an við tøku broyt ing fyrst
í 1970unum hevur verið
tann, at næst for mans starv
ið hevur fylgt valskeiðnum
hjá nevndarlimunum, sum
gongur fram til 1. februar
komandi ár.
Ein sjálvfylgja í øllum
nevndum er tann, at ein
fundarskrá er til fundin, so
nevndin kann fyrireika seg
uppá tey mál, sum koma til
viðgerðar.
Á fundi 1. februar kemur
Jan Højgaard uttan nakra
fundarskrá við uppskoti
um at velja Sámal Poulsen
til næstformann, og verður
hetta samtykt við hansara
stuðli. Sámal Poulsen hevur
tískil gjørt seg sjálvan til
næstformann
við
teirri
eyka samsýning, sum hetta
gevur, á ein sera óregluligan
og ótrúliga ódámligan hátt.
Sjálvandi saman við Andre
as Berglíð. Nú er einki tos
um siðvenju!
Meira er ikki at siga um
teir báðar.
Óli Jacobsen
Fiski manna
felagið: Sið
venja valdast
Í mong ár havi eg bert kent
Andreas Berglíð og Sámal Poulsen
sum loyalar nevndarlimir, har
vit allir í felag gjørdu tað, sum
gerast kundi fyri fiskimenn.
Jan Højgaard hevur
miðvíst brotið allar tær
siðvenjur og skipaðu
mannagongdir, sum
hava verið í FF