fríggjadagur 23. apríl 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
13
VIKUSKIFTI
røðirnar
5
Lewis
Tá ið Morse takkaði fyri seg,
fekk hjálparmaður hansara sína egnu
røð. Lewis kemur afturíaftur sum
løgreglumaður í Oxford, og hann fær
nú ein hjálparmann, sum hann kann
ráða yvir. Nógvir av pørtunum í røðini
ganga fyri seg í skúlaumhvørvi í
Oxford, og søgurnar eru góðar og
rættiliga typiskar enskar. Tríggjar
sesongir eru gjørdar av
Lewis, og boðað er frá,
at eitt fjórða umfar skal
gerast. Samanlagt eru 12
partar gjørdir síðani 2006.
6
Touch of Frost
Jack Frost er ikki lættur
at hava við at gera, hann er í
støðugum stríði við leiðs lu na hjá
sær, men hann leggur nógv fyri í
arbeiðnum sum kriminalpolitistur.
Hann hevur skiftandi hjálparmenn
afturat sær, og málburðurin
kann verða harður. 42 partar
eru framleiddir í røðini
síðani 1992, og seinastu
partarnir
vórðu
sendir í enskum
sjónvarpi á
páskum.
7
Vincent
Ray Winstone spælir tann
harði og buldraligi privatdetektivurin
Vincent, sum er leiðari fyri einum liði
av fólki, sum sneytar eftir ótrúgvum
fólkum, harðligum ungfólki og
drápsmonnum. Tíverri vórðu bert
átta partar gjørdir í hesi røð, men
teir eru avgjørt verdir at síggja.
Ikki minst takka verið frálíka
høvuðsleiklutinum hjá
Ray Winstone.
8
Hercule Poirot
B e l g i s k i
detektivurin Hercule Poirot er
nakað fyri seg. Agatha Christie
skrivaði søgurnar um Poirot, og
fleiri kendir sjónleikarar hava spælt
Poirot í filmum. Síðani 1989 hevur
David Suchet dugað framúr væl at
gjørt Poirot til ein livandi persón í
sjónvarpsfilmum, og nú er hann
við at koma á mál við at hava
spælt allar tær upprunaligu
søgurnar um Poirot á
filmi.
9
Taggart
There’s been a murder! Tað er
tiltikin setningur tikin úr kendu skotsku
krimirøðini, sum er tann drúgvasta
krimirøðin í Bretlandi nakrantíð.
Fyrsti parturin við Mark McManus í
høvuðsleiklutinum varð sýndur í 1982,
og á jólum í fjør var partur nummar
100 vístur. Í 1994 doyði McManus
brádliga av sjúkum, meðan hann var
í holt við upptøkur til Taggart, men
røðin helt fram, og nú er Matt Burke
leiðandi løgreglumaðurin í røðini, sum
framvegis ber navnið Taggart.
10
Sherlock Holmes
Søgurnar hjá Sir
Arthur Conan Doyle um Sherlock
Holmes eru klassiskar, og ein long
røð av sjónleikarum hava verið í
leiklutinum sum Sherlock Holmes.
Men tað er neyvan nakar sjónleikari,
sum hevur tulkað Sherlock Holmes so
sann førandi sum Jeremy Brett, tá ið
hann spældi Holmes í árunum frá 1984
til 1994. Í hansara útgávu er Sherlock
Hol mes spontanur og genialur hvørt
um annað.
Jack Frost er ikki lættur
at hava við at gera
Ray Winstone er framúr
í leiklutinum sum
privatdetektivurin Vincent