fríggjadagur 23. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
14
Sosialurin
Eg kom at kenna Andrias
Nolsøe,
ella
Andrias
í
Garðinum, sum hann eisini
bleiv nevndur, á sumri 2001.
Hann arbeiddi sum timbur
maður á timburverkstaðn
um, har eg fór undir mína
útbúgving sum bygnings
snikkari. Eg fann skjótt
útav, at hesin maðurin
dugdi sera væl at arbeiða.
Hann var altíð fyrstur til
arbeiðis og sum oftast
seinastur heim. Hann var
ómetaliga raskur og sera
dugnaligur, tað var týðuligt
at síggja. Andrias var sera
skemtingarsamur
maður
og visti ofta »eina góða«
at siga frá. Hóast hetta,
var tað altíð meira arbeiði
enn tos, tá hann arbeiddi,
– og ein kaffileskur og eitt
svart ball, var tað sjálvsagt
eisini tíð til. Hann var ikki
bangin at »taka fatt«, tað
skuldi henda okkurt, har ið
hann var.
Hann
dugdi
væl
at
læra frá sær og var altíð
klárur at hjálpa bæði á
arbeiðsplássinum og eftir
loknan arbeiðsdag. Eg var so
heppin at sleppa at arbeiða
við hesum dugnaliga manni
næstan alla mína lærutíð og
eftir lokna lærutíð hevði eg
ta gleði at sleppa at arbeiða
við hesum góðsliga manni,
bæði her heima í Suðuroy
og norðanfjørðs, hesum eri
eg sera takkksamur fyri.
Tey
8
árini,
ið
vit
arbeiddu saman, vóru sera
lærurík í allar mátar, og
hevur hendan tíðin havt
ógvuliga stóra ávirkan á
mín persón og mítt lív, á ein
so góðan og stóran máta,
at tað finnast ikki orð fyri
tí. At fáast við seyð dámdi
honum eisini sera væl,
at fara til fjals, at fletta, í
hoyggjan og ikki minst, tá
farast skuldi í feitlendi við
veðrum.
Andrias var eisini hús
ligur maður, at dustsúgva
og baka – helst pannukøkur
– góðar pannukøkur var
honum lítið fyri at gera. At
hesin raski og góði maður
in, ið altíð var so væl fyri,
skuldi gerast sjúkur og fáa
henda bráða deyða, er mær
óskiljandi.
Við hesum vil eg fegin
siga takk fyri tað, ið tú
lærdi meg um arbeiðið og
lívið. Orð eru fátæk, men
síðsta strokið er strokið
av høvlinum hjá Andriasi
her á fold. Eg vil við hesum
fáu orðum biðja frið yvir
minnið um Andrias.
Góða Hanna, Jón Eli og
Annika, má Harrin fylgja
tykkum.
Tín góði vinur, Birgir
Minningarorð um
Andrias Eliesar
Nolsøe
5. september 1950 - 11. september 2009
Tann 30. apríl fyllir Sigvald
Kristiansen,
fyrrverandi
kommunulækni á Skála 80 ár
Sigvald búði øll barnaárini
í Fuglafirði. Foreldrini vóru
Súsanna
og
Aleksandur
Kristiansen, og var Sigvald
tann fimti av sjey systkjum.
Seinna helvtin av barnaárun
um var eisini merkt av seinna
heimsbardaga
og
ensku
hermonnunum í bygdini.
Áftaná kríggið, fór hann til
Havnar á preliminer og síðani
studentaskúla,
og
aftaná
lokið studentsprógv gekk
leiðin til Keypmannahavnar
at lesa til lækna.
Í Keypmannahavn hitti
hann Ásu Colbjørnsen úr
Hesti, og giftust tey í 1955.
Tey eiga synirnar Súna,
Arnbjørn, Regin og Boga.
Eisini eiga tey 15 ommu og
abbabørn og trý langommu
og langabbabørn.
Sum
lækni
starvaðist
Sigvald fyrst á Landssjúkra
húsinum í tvey ár, og á
sjúkrahúsinum í gomlu Før
oyingahavnini
summarið
1964, áðrenn hann í 1965
gjørdist kommunulækni á
Skála, sum tá var nýtt starv.
Hetta starv hevði hann, til
hann varð pensioneraður.
Eisini skal nevnast, at Ása
virkaði øll árini á Skála sum
læknaskrivari.
Læknastarvið
mundi
helst vera strævið til tíðir.
Í nøkur ár vóru bert tveir
læknar í økinum, og eisini
vóru nakrar bygdir, sum ikki
høvdu fingið vegasamband.
Fyrstu árini var ein av
vanligastu uppgávunum at
trekkja tenn út. Onkuntíð
vóru eisini boð eftir lækna
num, tá onkur seyður ella
hundur hevði brotið bein,
ella tá ær skuldi lemba, og
ikki alt gekk, sum tað átti.
Sigvald hevur verið virkin
ítróttarmaður og var við til
at stovna Skála Ítróttarfelag.
Hann hevur í nógv ár og er
framvegis av trúgvastu spæl
arum, tá skálafólk savnast í
høllini at spæla flogbólt.
Eisini hava Ása og Sigvald
tryvist úti í náttúruni. Dag
ligir
gongutúrar,
bæði
í
bygdini, ímillum bygdir og
í haganum. Sigvald hevur
eisini skotið harur so at
siga á hvørjum ári síðani tey
búsettust á Skála, og hann
súkklar framvegis nakrar
km hvønn dag, um veðrið
loyvir tí.
Sigvald var eisini við, tá
skálamenn keyptu línubátin
Leivur Hepni og bygdu hann
um til nótabátin, ið fekk
navnið Skálafossur.
Hann fekk sær bát, og
bygdi neyst, tá hann búsettist
á Skála, og var á floti ella
skeyt fugl av og á, men tíðin
hevur helst ikki verið so góð
sum hugurin, so báturin varð
við árunum ikki flotaður
so ofta. Tá Sigvald so varð
pensioneraður varð báturin
skiftur út, men tíðin røkkur
framvegis ikki til tann nógva
útróðurin.
Aftaná at hann gavst
sum lækni á Skála hevur
hann ofta verið avloysari
fyri aðrar læknar ella har
læknastørv ikki vóru sett,
mest í Vági, á Tvøroyri, á
Sandi og í Klaksvík.
Sigvald og Ása hava trivist
væl á Skála. Í 1983 keyptu tey
hús á Skála, og har búgva tey
framvegis.
Sigvald hevur verið í
kirkjuráðnum í nógv ár,
fram til síðsta kirkjuráðsval,
og hann er framvegis virkin
sum organistur í kirkjuni.
Eisini hevur hann verið
virkin í Meinigheitshúsinum
á Skála.
Sigvald hevur leingi havt
áhuga fyri viðurskiftunum
hjá teimum eldru. Í starvi
sínum sum lækni sá hann
tørvin á einum heimi til
eldri og óhjálpin fólk. Hann
var longu við til tær fyrstu
fyrireikingarnar til ellis og
røktarheim í Eysturoynni, og
var eisini við í bygginevndini,
tá heimið varð bygt.
Sigvald er nú formaður í
Landsfelag Pensionistanna,
har hann ofta hevur verið
frammi í fjølmiðlunum og
gjørt vart við viðurskifti hjá
pensionistunum, og nýtur
hann nógva tíð til hetta
starvið.
Dagurin verður hildin í
Meinigheitshúsinum á Skála,
og byrjar borðhaldið kl. 17.
Sigvald Kristiansen á Skála 80 ár
Leygardagin 24. apríl fyllir
Øssur Christiansen í Vest
manna 60 ár.
Øssur
er
útbúgvin
málari. Umframt arbeiða
sum málari hevur hann
eisini havt fleiri lastbilar,
og seinastu 14 árini hevur
hann havt náttarbussin,
sum koyrir millum Vest
manna
og
Havnina
í
vikuskiftunum.
Øssur er eisini kendur
frá 60ara bólkinum Thund
erbirds, har hann spælir
gittar og syngur.
Øssur er sonur Helfred,
f. Simonsen, úr Tjørnuvík,
og Eivin Christiansen úr
Kvívík. Øssur er giftur við
Siggu Poulu, f. Olsen, úr
Vestmanna. Tey eiga fýra
børn: Magni og Eivin, sum
búgva í Danmark, Høgni,
sum býr í Vestmanna, og
Gunrið, sum býr í Kolla
firði.
Føðingardagin er Øssur
burturstaddur.
-red
Øssur Christiansen
60 ár
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góða
mamma, vermamma og omma okkara
Margith Joensen
klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Vegna tey avvarðandi
Johanna Cathrina og Súsanna
Meira á síðu 16