fríggjadagur 23. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
14
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er ikki stór í vavi, men skjót,
arbeiðssom, glað og fyrikomandi.
Úti hevur hon krevjandi arbeiði sum
handilsleiðari í stórum matvøruhandli,
hon er í bygdaráðnum á øðrum skeiði,
syngur í kóri og er aktiv í samkomu.
Heima við hús er hon bóndakona, og
hon røktar hagan saman við manninum,
tá høvið býðst.
Tað er undrunarvert, at samdøgnið
røkkur til hennara rúgvusmiklu dags
skrá.
Langir dagar
– Farin í song? Nei, tað er so langt frá.
Eg eri akkurát komin til hús. Arbeiði
sum handilsleiðari krevur næstan 12
tímar av døgninum. Men mær dámar
hetta so serstakliga væl, og eg eri
bangin fyri, at eg trívist ov væl, um
tað ber til at siga so.
Tað er mikukvøld, og klokkan nærk
ast 23, tá vit ringja til Elina á Torkils
heyggi, sum júst hevur sett seg við
borðið at fáa sær ein bita eftir lokið
dagsverk.
Elin er ættað úr Syðrugøtu. Mamman
var Elin Maria Gregersen, fødd og
uppvaksin í Heiðunum, tey róptu.
Pápin var kendi vinnulívsmaðurin,
Ólavur Gregersen, sum legði lunnar
undir Tøtingarvirkið í Syðrugøtu fyrst
í sekstiárunum.
– Vit eru seks systkin, fimm systrar
og ein beiggi. Foreldrini høvdu nógv
virksemi við spinnaríi, handli og
skipum.
Elin sigur, at her var tað ikki ein
spurningur um, hvør lívsleiðin fór at
vera. Tú varð bara kastað út í hetta.
Tað var einki at tosa um, sum hon tekur
til.
– Eg byrjaði í fyritøkuni hjá okkum
sum stór smágenta, og heilt síðan eg
var 14 ára gomul, hevur handilslívið
verið mín gerandislutur.
Stór umbroyting
Fyri 30 árum síðan giftist Elin við
Leivuri á Torkilsheyggi á Nesi, sum tá
hevði tikið garðin hjá pápanum yvir.
Tey eiga fýra børn, tríggjar gentur og
ein drong.
– Á garðinum vóru eisini mjólkneyt,
men hesi vórðu tikin av, tá Leivur tók
yvir. Síðan hava vit bara havt seyð.
Tað var ein stór umbroyting hjá
Elini at skula flyta úr Syðrugøtu, har
hon búði millum fjøll og út á Nes, har
eingi fjøll eru, og tú sært beint út á
sjógv.
– Tankin at flyta út á Nes var ikki
sørt ræðandi, tí eg visti slett ikki, um
eg fór at trívast. Tá segði pápi við meg,
at eg altíð kundi byggja mær eini hús,
tí tey fóru ikki at missa virðið kortini.
Men álvaratos. Mær hevur dámað
so heilt ótrúliga væl í umhvørvinum
her, og eg kenni meg so ómetaliga
væl móttiknað av fólkinum um hesar
leiðir.
Elin sigur, at tvey av børnunum
hjá teimum hava fingið sær grundøki
í kommununi, og tað fer ikki at undra
hana, um hini bæði eisini enda við at
seta búgv í Nes kommunu.
Elin og Brotið
Síðan 1997 hevur Elin á Torkilsheyggi
arbeitt í matvøruhandlinum Brotinum
í Saltangará. Tá var handilin nýggjur,
og hon hevur soleiðis verið við øll árini,
síðan handilin av fyrstan tíð læt dyrnar
upp.
Hon byrjaði sum vanlig handils
kvinna, men gjørdist skjótt dagligur
leiðari, og hesa uppgávu røkir hon
framvegis við stórum ágrýtni og
hegni.
– Fyri fleiri árum síðan keypti Niels
Mortensen handilin og hevur umbygt
hann til tann nútímans og frálíka
matvøruhandil, sum hann er í dag. Eftir
stóra og umfatandi útog umbygging
kundu vit soleiðis fyri einum ári síðan
lata upp ein spildurnýggjan handil, her
alt er vorðið nógv rúmligari, og at kalla
alt er nýtt.
Elin á Torkilsheyggi sigur, at eini 12
fólk tilsamans arbeiða í Brotinum, men
tað er bara hon, sum er fulla tíð.
– Fólk arbeiða í skiftivaktum. Nøkur
arbeiða ¾tíð, onnur hálva tíð, summi
bara onkran dag, og so hava vit eisini
skúlanæmingar, sum hjálpa til, tá mest
er at gera.
Hon vísir á, at Brotið er partur av
SMSsamtakinum, men handilin verður
rikin sjálvstøðugt.
– Tað eru tó stórir fyrimunir við,
at vit eru partur av hesum samtaki.
Í Brotinum fáa viðskiftafólk tríggjar
prísflokkar av flestu vørum. Tú kanst
keypa bíligastu vøru, miðalvøruna,
og tú kanst eisini keypa dygdarvøru
og gjalda eitt sindur meiri. Soleiðis er
konseptið hjá okkum skrúvað saman,
sigur handilsleiðarin, sum heldur, at
hetta riggar óføra væl.
Elin á Torkilsheyggi sigur, at við
skiftafólkini hjá Brotinum eru nógv
økt í tali, síðan handilshølini gjørdust
størri, betri og vakrari.
– Vit hava viðskiftafólk, sum bara
keypa dygdarvøru, og vit hava fólk,
sum halda seg til bíligastu vørurnar. Í
Brotinum fáa fólk eina góða uppliving,
og vit ganga høgt uppí, at støðið er høgt.
Fólk fáa nógv fyri eyguni í snotuligu
hølunum, og vit leggja stóran dent á, at
dygdin á vørunum er í hásæti.
Hon stórtrívist
Handilsleiðarin sigur seg vera sera væl
nøgda við síni starvsfólk, harav onkur
hevur verið í Brotinum heilt síðan
byrjan, og onnur hava verið í fleiri ár.
– Sjálvt um eg havi verið í hand ils
vinnuni heilt síðan 14 ára aldur, dámar
mær bara betri og betri hetta lívið – og
kanska dámar mær hetta ov væl, sum
Elin tekur til.
Handilsleiðarin í Brotinum hevur
eisini alt gott at bera síni leiðslu við
Niels Mortensen á odda.
– Eg havi ein fyrimyndarliga góðan
stjóra, sum er sera góður at samstarva
við, sigur Elin á Torkilsheyggi.
– Tað var ikki ein spurningur um, hvør líVsleiðin fór aT vera. Tú varð
bara kasTað úT í heTTa. her var einki aT Tosa um. eg byrjaði í fyriTøkuni
hjá okkum sum sTór smágenTa, og heilT síðan eg var 14 ára gomul, hevur
handilslívið verið mín gerandisluTur, sigur elin á Torkilsheyggi, sum
í dag sTýrir sTóra maTVøruhandlinum broTinum í salTangará
Kvinna stýrir broTinum
mynd: jens kristian vang
til arbeIðIs
navn: Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
starv: Leiðari
besta við starvinum:
Nøgd viðskifta-og starvsfólk
ringasta við starvinum:
Tá vøra ikki kemur sum avtalað
starvstíð: 1997
starvsfólk: 12
staður: Grótbrotsgøta 1, Saltangará
stjóri: Niels Mortensen
faKta elin