fríggjadagur 23. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
Sosialurin
materials man
Tú fert at arbeiða við viðlíkahaldsskipanum
og at skráseta tekniska dátu í sambandi við
byggiverkætlanir innan frálandavinnuna. Tú
verður ráðgevi fyri samstarvsfelagar hjá OPD.
Umsøkjarar, ið hava royndir við viðlíkahalds
skipanum, so sum AMOS, STAR og SAP hava
fyrimun.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur royndir við viðlíka
haldi, lagurstýring og at halda skil á tekniskari
dátu. Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert
sinnað/ur at átaka tær skiftandi uppgávur. Tú
hevur maskinistprógv ella líknandi tekniska
útbúgving. Tú skalt vera von/vanur at brúka
telduskipanir og duga væl enskt. Ynskiligt er,
at tú hevur royndir innan frálandavinnuna og/
ella siglingarroyndir.
project manager
Tú skalt standa fyri at skráseta og ráðgeva
fólki, stovnum og virkjum í frálandavinnuni.
Tú skalt eisini skipa fyri skeiðum og samskipa
undirvísing. Tú skalt tí hava breiðan førleika.
Ein partur av arbeiðsuppgávuni er eisini at
arbeiða við viðlíkahaldsskipanum og skráseta
tekniska dátu í frálandavinnuni sum ráðgevi
fyri samstarvsfelagar hjá OPD. Umsøkjarar,
ið hava royndir við viðlíkahaldsskipanum (so
sum AMOS) og HRskipanum hava fyrimun.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú ert framlig/ur, kanst arbeiða
sjálvstøðugt og dugir at skapa eitt umhvørvi,
ið kann nøkta tørvin hjá øllum áhugabólkum.
Tú hevur maskinmeistaraprógv ella líknandi
tekniska útbúgving. Tú skalt vera von/vanur at
brúka telduskipanir og duga væl mál – serliga
norðurlendskt og enskt.
Ynskiligt er, at tú hevur royndir innan frá
landavinnuna og skrivstovu og/ella leiðs
luroyndir. Tú skalt hava góð samstarvsevni og
hegni til taka upp nýggj sambond og byggja
netverk.
setanar- og lønartreytir
Lønin verður ásett eftir førleika og royndum.
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum skal
sendast til dh@offshoredirectory.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin
07. mai 2010
Nærri upplýsingar um starvið:
Dánial Hoydal, stjóri,
tel. +45 22942837
dh@offshoredirectory.fo
www.offshoredirectory.fo
2 størv í frálandavinnuni
MANPOwER fROM THE NORTH ATLANTic
Offshore Directory
Traðabrekka 13
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
North Atlantic Offshore Personnel
Directory er nýggj verkætlan sum
hevur til endamáls at skráseta
og førleikamenna fólk í norður
atlantsøkinum, sum kunnu arbeiða í
frálandavinnuni.
OPD skal veita tænastur og ráð
geving til fólk, stovnar og vinnulív
í frálandavinnuni og samskipa
skeiðvirksemi og undirvísing. OPD
skal ætlandi vera ein vitanardepil og
eitt netverk fyri alla frálandavinnuna
í norðuratlantsøkinum.