fríggjadagur 23. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
15
VIKUSKIFTI
“Íslendingar hava hvørki tamar
hald á sínum bankum ella sín um
eldgosum,” segði stór skemtarin
John Cleese í Oslo fríggja kvøldið
16.apríl í sjón varps sendingini
Skavlan.
Verturin, Fredrik Skavlan,
segði seg hava frætt, at John
Cleese ætlaði sær at vera eina tíð
í Oslo.
“Ja, tveir mánaðir ella so,”
svaraði Cleese,. Hann var
rimmar øsku fastur í Oslo. Skavlan
minti hann á, at eina ferð gjørdi
hann lýsingar fyri Kaupting.
“Ja, og eg havi einki frætt
aft ur frá teimum,” svaraði John
Cleese.
John Cleese hevði ikki stundir
til at vera rimmarfastur í Norra,
so hann fekk ein hýruvogn at
koyra seg úr Oslo til Brússel,
30.000 norskar krónur. Úr Brússel
slapp hann við toki til Onglands.
John Cleese hevur ikki stundir
at bíða eftir floglíkindum (sigst
kort ini, at hann hevur verið tvær
ferð ir í Føroyum), tí hann noyðist
at vinna sær nógvar pengar fyri
at gjalda fyrrverandi konu sínari
100 milliónir krónur. Tað ger
hann við sýningini Paying My
Ex wife.
John Cleese var fyri tað fyrsta
so býttur at gifta seg – uppaftur
enn tá. Og síðani var hann so
skít býtt ur at verða skildur – í
USA. Hann viðgekk í Skavlan,
at exfrúan hevði ein nógv betri
sakførara enn hann hevði sjálvur.
Loyalur móti fyrrverandi konuni
var hann ikki. 100 milliónir eru
nógvir pengar.
Eisini í Føroyum gjørdust vit
øskurimmarføst. Hvørki øsku
dólg ur ella øskufísa sluppu av
landi num. Tey høvdu ikki farið
kort ini, heimføðingarnir. Og
eingin flogvøllur á Glyvursnesi.
Íslendingar, ja, tey duga hatta
har, at gera vart við seg. Tey hava
ikki somu undirlutakenslur sum
vit. Liva ikki av undanførslum
og umberingum og av at geva
øðrum skyldina sum vit.
Í Íslandi tóku nakrir juppi
liberal istar kjansin og váðan.
Gong ur tað, so gongur tað. Tað
gekk ikki. Og hvat so? Tey siga, at
40 menn og ein kvinna rendu alt
um koll, tí tað sluppu tey ótarnað
at gera. Eitt framkomið samfelag
forð ar ikki framfýsnum fólkum,
ibirtar um, íverksetarum. Bara
ein av teimum, sum søktu Ísland,
hev ur biðið um umbering. Rættir
menn biðja ikki um umbering.
Og so duga tey so óføra væl
at flyta fokus, íslendingar. Stóra
dóma dagskanningin kom, men
so fylti fyrrverandi forsetin so
hósk andi runt, og eitt eldgos kom
í tøkum tíma. Slíkt kallast timing
við einum fremmandum orði.
Ice land strikes again.
Fyrrverandi forsetin, Vígdís,
fekk eitt gávukort við fyri varni
úr Føroyum. Sum so ofta var
løgtingið ov seint á sjóvar falli
num. Pengarnir frá almennu Før
oyum vóru líka sum ikki játtaðir
enn, bara hálvgum játtaðir.
Betur lá fyri við gávuni til
drotningina. Hon var ikki nakað
gávukort við fyrivarni.
Øskurok og forboðið at
flúgva. Hvør man hava vinning
av tí? Veit nakar, um tað veruliga
ikki ber til at flúgva?
Hvussu nógv vóru tað nú,
sum doyðu av svínakríminum?
Hvussu nógvar teldur doyðu
á midnátt 31.desember 1999?
Hvussu nógv hópoyðingarvápn
hevði Saddam Hussein? Bara
øsku bumbur. Hví ber ikki til at
lekja krabbamein uttan kemo og
annan fananskap? Tí onkur vinn
ur pengar av tí, at tað ikki ber til.
Veður lags broytingar?
Onkur vinnur nógvar pengar
av lygnum. Og júst sum í Ís
landi spæla øll við, politikarar,
myndug leikar, akademikarar og
fjøl miðlar ikki minst. Fjølmiðlar
eru altíð fúsir at kunngera og
dyrka dómadagsspádómarnar.
Lygn in verður sannleikin.
Sum skilamaðurin segði: “Tú
skalt ikki trúgva meira enn helvt
ina av tí, sum tú sært og ongum
av tí, sum tú hoyrir.”
Tá so tað er sagt, latið okkum
tá fegnast um, at vit hava bæði
summar tíð og vár. Og kavin er
ikki gráur, men hvítur. Er lívið
Dómadagar
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Seyðakongur
hesin seyðurin smæðist ikki burtur. hann hevur klatrað upp á tekjuna og tykist proklamera, at
hann er kongur yvir allari verðini. Tað kann eisini verða, at seyðurin leitar eftir einum veðri.
Ringar í vatninum
Stórir ringvirkningar av alivinnuni
Portal.fo
Var hann innilagstur?
Høgni komin út í Danmark
Planet.fo
Vit gleða okkum till
nýggja skapið!
Hondbólturin skal broytast
Sosialurin
So tænti øskan
onkrum endamáli
Reality-stjørnur sita heima
Planet.fo
Tað kann mann róliga siga
Runavíkingar snýttir á málstrikuni
Dimma
Nýtt uttandura konsept
Listaframsýning á Áarvegnum
Portal.fo
Lond í luftina
Tað mesta av Europa á flog aftur
Vágaportalurin
Eingin skolaður fyri borð
Í góðum veðri kemur Norrøna
fullsett til Føroya
Portal.fo
Men nakrir kanska?
Ikki fleiri sjúkratilburðir í
Føroyum av øksuni
Vágaportalurin
Hvør er fullur?
Tað er at kalla fult skip hesa
árstíðina, men um hesa tíðina er
ikki vanligt at stúva so væl, so
talan er næstan um fult skip
Portal.fo
Skrivstovan verður
í einum gosbað
ES setir gosnevnd
Portal.fo
ranga
í
strúpan
hesir brúnu bandittarnir eru ikki til at sleppa uttan um, tá lekrastu
menn í Miðamerika skulu finnast. jose úr Costa rica, joel úr
honduras og Aurelio úr nicaragua kappast í eini bodybuilder
kapping í san salvador nú um dagarnar. Og vit kunnu ikki
siga annað, enn at teir veruliga eru heitir í Miðamerika!
Tá babba
er sjúkur
Tá babba er sjúkur
steðgar verðin. Boð verða
givin til tey nærmastu.
Arbeiðið verður avlýst.
sjónvarpið verður trilað
inn í sovikamarið. Matur og
drekka borin upp á songina.
Og samkensla verður sýnd.
Tá mamma er sjúk, er
døgurðin seinkaður
10 minuttir!
Teir lekrastu í Miðamerika
Mynd: Polfoto