fríggjadagur 23. apríl 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
16
Sosialurin
Eftir eitt langt og mangan strævið,
men eisini eydnuríkt lív, andaðist Karl
Jespersen 94 ára gamal.
Fyri einans 3 árum síðan átti eg
eisini ein langabba og eina langommu
við Gjógv. Øll blivu tey yvir 90 ára
gomul .
Gigomman á Tvøroyri og langomman
og langabbin í Hvalba blivu øll 79 ára
gomul. Nú eru mong ár síðan tey doyðu.
Eg minnist ikki so nógv til teirra, men
tey vóru eisini góð við meg.
Tá ið føðingardagar vóru, var Karl
abbin við. Hann hevði altíð ein bræv
bjálva við pengum í við sær, og inni
í brævbjálvanum var eisini altíð ein
yrking.
Tá ið eg fór út á Tvøroyri at ganga
í skúla, var eg mangan og vitjaði
Karlabban. Hevði eg ein frítíma, var
leiðin løgd oman í krambúðina. Tá eg
hevði prátað eina løtu við Jonhard
abban í krambúðini, plagdi eg at
fara upp til Langabban. Tað var so
hugnaligt at ganga upp í gjøgnum tær
smølu trappurnar og síðani at gloppa
hurðina. Hvørja ferð sá eg tað sama:
Har sat Karlabbin í ruggistólinum
framman fyri sjónvarpinum, og í
hondini
hevði
hann
snúshornið,
sum hann hevði fingið úr Íslandi.
Tá ið hann sá meg, rætti hann báðar
armarnar yvir høvd, og sum oftast
rópti hann: “Hey sjøman, kom innar!”
Eg setti meg altíð við vindeygað yvir av
honum. Altíð stóðu ein ella fleiri skálir
við bommum á borðinum. So byrjaði
hann at siga frá øllum tí, ið honum
hevði verið fyri. Hann kundi steðga á
eina løtu, meðan hann fekk sær snús
í nøsina, so helt hann fram, oftast var
tað frá útróðrinum í Grønlandi, ið hann
greiddi frá.
Karlabbin og langabbin við Gjógv
vóru so líkir á manga hátt, teir vóru
lættir av lyndi, altíð í góðum lag, lættir
og kvikir á fótum, komst tú at vitja,
sótu teir altíð og skemtaðu sær við
børnini. Báðir blivu teir 94 ára gamlir,
men tað, sum teir høvdu mest til felags,
var, at teimum dámdi sera væl at vera á
sjónum og at fáast við fisk.
Karlabbin var so óheppin at bróta
sær mjødnina, hann kom ikki úr
songini aftur. Hann lá á Suðuroyar
Sjúkrahúsi teir seinastu dagarnar,
men hann hevði tað lætta sinnalagið,
til hann legði eyguni saman.
Nú gerandisdagurin er byrjaður
aftur, er tað ikki tað sama at koma
inn í krambúðina, ongi fet, onki prát
er at hoyra úr stovuni uppiá, so tað
er saknur ikki at kunna fara uppá at
vitja Karlabban. Men eg havi mong góð
minnir eftir Karlabban.
Jónhard Ferjá
Minningarorð um
Karl Jespersen langabba
Føddur 7/10-1915 – deyður 20/3-2010
3. apríl fingu Jonni
Vinther og Dánjal Johan
Joensen, Sumba, eina
dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3480 gr.
13. apríl fingu Judith
Falkvard
og
Høgni
Joensen, Miðvági, eina
dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 4200 gr.
13. apríl fingu Kristvør og
Eivind Kolden, Skopun,
ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3450 gr.
15. apríl fekk Jákup
Martin
ein
lítlan
beiggja. Hann var 57 cm
langur og vigaði 4750 gr.
Foreldur teirra eru Birita
og Henning Jarnskor,
Syðrugøtu.
17. apríl fingu Katrina
Maria og Brynleif Vang,
Glyvrum, eina dóttur.
Hon var 52 cm long og
vigaði 3610 gr.
19. apríl fingu Fríða Berg
og Bárður Dal Christi
ansen, Keypmanna
havn, eina dóttur. Hon
vigaði 3770 gr og var 50
cm long.
19. apríl fingu Marita
og
Jógvan
Vilhelm,
Klaksvík, ein son. Hann
var 52 cm langur og
vigaði 3300 gr.
19. apríl fingu Beinta og
Jan Laursen, Tórshavn,
ein son. Hann var 50 cm
langur og vigaði 3100 gr.
21. apríl fingu Randi
Simonsen og Høgni á
Lofti, Tórshavn, ein son.
Hann var 54 cm langur
og vigaði 4270 gr.
21. apríl fingu Majbritt
og
Djóni
Strømsten,
Sandavági,
ein
son.
Hann var 52 cm langur
og vigaði 3315 gr.
21. apríl fingu Marja
Lund Gjógvará og Brian
Sjúrðarson,
Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 55
cm long og vigaði 4090 gr.
Føðingar
4. apríl fingu Beinta
Ejdesgaard
Bech
og
Anthon
Borgardal,
Lopra, ein son. Hann var
56 cm langur og vigaði
4330 gr.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 24. apríl verður Solveig Nolsøe Johansen
70 ár. Opið hús verður leygardagin 24. apríl í Jómsborg
frá kl. 14 til kl 18. Øll eru vælkomin.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á
ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi
tá okkara kæra mamma, vermamma, omma,
langomma og olduromma
Elsa Margretha Frederiksen
Við kirkjar, Miðvági
andaðist og varð jarðað.
Vit takka sambýlinum í Vestmanna og
Ellis- og røktarheiminum á Sýnuni fyri
røkt og umsorgan, tíðina hon var har.
Tøkk til David Johannesen, prest fyri góð
og troystarrík orð. Tøkk til Elsu Margit fyri
minnisvekjandi orð í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, organist og sangarar.
Eisini takka vit fyri peningagávur til búfólkið
á Sýnuni, blómur og kransar.
Familjunnar vegna
John, Jóan Pauli, Anny, Árni og Regin
Tøkk
øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu
okkum samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi,
verpápi, abbi og langabbi okkara
Thorbjørn Lisberg
Trongisvági
andaðist og varð jarðaður, takka vit hjartaliga.
Tøkk til prest fyri góð og troystarrík orð í
kapellinum og kirkjuni. Tøkk til organist,
kirkjutænarar og sangarar.
Og til tykkum, sum hjálptu
okkum við ervinum.
Familjunnar vegna
Jens og Marner
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og
samkenslu, tá ið okkara høgt elskaði maður,
pápi, sonur og beiggi
Malmberg Heri Simonsen
doyði og varð jarðaður.
Takk til familju, vinir og kenningar. Takk
til tykkum mongu, sum tóku ímóti okkum á
flogvøllinum, tá vit komu heim.
Takk til Ingu Poulsen Dam fyri troystarrík orð
í kirkjuni, og takk til kirkjutænarar, organist
og sangarar. Somuleiðis takk til Bjartu og
Terja fyri góðan sang í kirkjuni.
Takk til øll, ið á ymsan hátt hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum.
Takk til starvsfólkið á Hotel Tórshavn og
á Ríkissjúkrahúsinum fyri stuðul
og umsorgan í hesi sváru tíð.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara síðsta hvíldarstað. Takk fyri
blómur, kransar, heilsanir og peningagávur
til krabbameinsfelagið.
Familjunnar vegna
Dora, Pauli, Mikkjal, Sára og Egon
Tøkk
Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, tá ið
Hans Marius
lá sjúkur, og tá ið hann fór til gravar.
Ein serlig takk til starvsfólkið á
G1 og G4 á Landssjúkrahúsinum.
Bergljót og genturnar v/familju
Vitus og Turið v/familju