fríggjadagur 23. apríl 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 72 · 23. apríl 2010
16
VIKUSKIFTI
bakgrund
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Valið tann 11. apríl var eitt lagnuval,
hóast øll vistu úrslitið frammanundan.
Mið-høgraflokkurin Fidesz fekk næstan
53 prosent av atkvøðunum og tryggjaði
sær stóran meiriluta í tjóðartinginum.
Men tann veruligi vinnarin var Jobbik.
Á valinum fyri fýra árum síðani
fekk flokkurin bara tvey prosent av
atkvøðunum, men nú fekk hann stuðul
frá næstan 17 prosentum av teimum,
sum vóru á vali og gjørdist triðstørsti
flokkur í landinum.
– Tí var valdagurin 11. apríl ein
dimmur dagur fyri Ungarn. Ja, fyri
alt Evropa, skrivar viðmerkjarin Gabi
Gleichmann.
Jobbik er ein rasistiskur, høgra-
víð gongdur og sera tjóðskaparligur
fascistaflokkur. Tann 11. apríl atkvøddi
sætti hvør veljari í Ungarn fyri einum
populistiskum flokki, sum alment mælir
sínum stuðlum til at hata romarar,
jødar og »fremmand«, og hvørs mál
er at broyta ungarska landamarkið við
at skipa eitt Stór-Ungarn og at skriva ta
evropeisku søguna av nýggjum.
Valúrslitið var ein vanlukka, sum
kann fáa ræðuligar avleiðingar - ikki
bara fyri Ungarn, men eisini fyri um-
heimin.
Tá atkvøðurnar frá seinna valumfari
eru taldar, og tað samlaða valúrslitið
liggur á borðinum, verður fyri fyrstu
ferð í demokratisku søgu Ungarns
sætti hvør tingsessur mannaður við
umboði fyri ein flokk, sum í sínari
grundhugsjón vil seta demokratiið úr
gildi og seta einaræði ístaðin fyri.
Men hvussu er Ungarn endað í hesi
óhugnaligu og syrgiligu støðu, spyr
Gabi Gleichmann.
Fortíðarinnar skuggar
Ta fyrstu tíðina, eftir at Berlinmúrurin
var fallin í 1989, var støðan í Ungarn
eins og aðrastaðni handan tað gamla
Jarntjaldið merkt av kæti og lætta. Fyri
fyrstu ferð í fólksins 1100 ára longu
søgu fingu borgararnir frælsi og við
tí trygd fyri øllum menniskjaligum
rættindum. Hetta var ein góð tíð, har
fólk dusaðu sær í teimum vælsignilsum,
sum demokratiið hevði við sær, og
búskapurin gekk tann rætta vegin.
Tann nýggja tíðin gav eisini rúmd
fyri einum fjølbroyttum politiskum
ráki, men saman við øllum tí nýggja
komu eisini teir gomlu skuggarnir frá
fortíðini upp á tann politiska himmalin.
Í tí nýggja demokratiska samfelagnum
tóku sterkar kreftir seg saman og
tilevnaðu eina politiska hugmyndafrøði,
sum bygdi á eina fascistiska hugsjón, ið
bleiv kryddað við einari sera hættisligari
tjóðskaparuppfatan við rasistiskum
ískoyti. Men teir, sum stóðu ovast í
tí polit iska landslagnum, undirmettu
evnini hjá teirri nýggju rørsluni at fáa
sam band við fólkið.
Í 2006 bleiv Ungarn skelkað av
einari bandupptøku, har landsins leið-
ari upplýsti, at stjórnin hevði logið
fyri fólkinum. Tað endaði við teirri
ringastu kreppuni síðani tað politiska
skiftið 17 ár frammanundan. Í Budapest
savnaðust fólk í gøtunum at vísa sína
misnøgd, og fleiri hundrað vórðu løstað
í bardøgum við løgregluna.
Góð gróðrarlíkindi
Í altjóða búskaparkreppuni í 2008 bleiv
Ungarn sera meint rakt. Í veruleikanum
var landið um at fara á húsagang og
noyddist at læna 25 milliardir dollarar.
Uttanlandsskuldin bleiv ovurstór,
virðið á landsins gjaldoyra fall nógv,
arbeiðsloysið vaks, og fátækradømið
breiddi seg kring landið. Tann politiska
skipanin bleiv meiri óstøðug, samstundis
sum tær sosialu skipaninar viknaðu.
Ein sosialistisk minnilutastjórn sat við
valdið, og teir ráðandi vórðu støðugt
lagdir undir svik og annað óregluligt.
Tann demokratiski gerandisdagurin
og dagsins trupulleikar hava ivaleyst
stytt fjúsið hjá fólki. Tann veksandi
misnøgdin varð vend ímóti tí romanska
minnilutanum og jødunum, sum fingu
skyldina av teirri syndarligu støðuni,
og hesari støðuni hava teir víðgongdu
politikararnir á ytsta høgravonginum
dugað at gjørt sær dælt av.
Rasistiskar hugsjónir
Fyri seks árum síðani tóku konservativar
kreftir í Fidesz-flokkinum seg sam an
og stovnaðu Jobbik, hvørs høvuðs-
Tann víðgongdi høgraflokkurin Jobbik var Tann sTóri
vinnarin á fyrra umfari av ungarska tJóðartingsvalinum,
sum var Tann 11. apríl. Harvið Tók ungarn eiTT risafeT
ímóTi einari gongd, sum kann enda við, aT landið verður
Tann fyrsti fascistiski staturin í evropa í Hesari
øldini. seinna valumfar verður nú sunnudagin
So SpøKIr fa
aftUr í EVr
mynd: polfoto
Hóast myndugleikarnir hava sett forboð fyri skrúðgongunum
hjá Ungarsku Garduni, halda tær fram
mynd: aftenposten