fríggjadagur 11. januar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 7 - 11. januar 2002
Nr. 7 - 11. januar 2002
3
Hóast tað longu er langt
síðani, tú fylti áttati ár, fari
eg við hesum at senda tær
eina lítla heilsan.
80 ár eru nógvir dagar
tilsamans. Eg tori ikki ein-
gong at royna at telja, men
dagarnir eru nógvir. Og
ikki eru teir farnir til
ónýtis. Knoss og baks, stríð
og strev - alt við einum
smíli, til øll, ið komu
framvið. Ikki minst tá tað
snúði seg um familju tína,
børn tíni, og sum tíðin gekk
eisini dýrabaru ommubørn
tíni. Nú hevur tú fingið
langommubørn, og fram-
vegis oysir tú av, fyri meg
at vísa seg, tí ótømandi
krukkuni.
At skipa fyri hevur tú
altíð dugað. Tá heystið
kom vart tú tilreiðar.
Baljur, tunnur, íløt, hjallur,
fjós, nevn tað, og tað var
vaskað. Alt var til reiðar,
eingin nýttist at bíða eftir
tær. Einki fjas. Vit fingu
nál stungna í hondina, og
so var bara at seyma. Tað
var seg pylsuindir eins væl
og fótamørar. Einki var at
bíða eftir, skjótari byrjað
varð, skjótari var liðugt.
Harra Gud viti, hvørjum
tað líktist, men seymað
varð og tað skjótt.
Hoyggingin kundi inn
ímillum verða tung at fara
undir, men tá tú skipaði
fyri, gekk alt sum eftir
ánni. Og sum tú plagar at
siga: "Fer alt inn í einari
stórari rúgvu, so verður tað
gott". Eingin orsøk at ivast,
tað tekur eisini alt ov langa
tíð. Stutt sagt Dany: Hóast
lítil og spinkul hevur tú
ongantíð
bakkað
fyri
arbeiði. Tað var og er
framvegis bara ein vegur,
og tað er at fara í gongd –
fáa tað frá hondini.
Røsk og hjartagóð eru
bara tveir av teimum egin-
leikum, ið eyðkenna teg.
Fyri meg, hevur tú fylt út
millum komma og punkt-
um, sett tingini í perspektiv,
givið mær tær rammurnar
mær tørvaði. Takk, at tú og
Jakku eisini høvdu rúm fyri
mær, við øllum mínum feil-
um, og lótu meg verða part-
ur av familju tykkara.
Ongatíð tá, tíansheldur í
dag, letur tú nakran av
okkum verða í iva um, at tú
hevur eitt aðalmál við lívið
tínum, og tað er at vísa á
Harran Kristus, sum er tær
so kærur, og størstur av
øllum. Eisini tað kæra ver-
móðir, takki eg tær fyri.
Verdóttir tín Randi
Ein føroyingur í Dan-
mark gjørdi kvettið
herfyri, tá hann fór at
taka sól í grannalag-
num hjá sær. Í sól-
miðstøðini fann hann
93.000 krónur, og týs-
dagin fekk hann stóra
finningarløn frá takk-
sama manninum,
sum átti pengarnar.
HEPPIN FØROYINGUR
Magnus Dam
Keypmannahavn
Jan Berg, sum býr á Fred-
eriksberg í Keypmanna-
havn, hevur nú ráð at fara
suðureftir, um honum lyst-
ir. Hann er júst vorðin
7.000 krónur ríkari, tí hann
stutt undan jólum fór inn í
eina sólmiðstøð í granna-
lagnum. Inni í sólmiðstøð-
ini hekk ein taska við
næstan 100.000 krónum, og
burturav mongu pengunum
fekk Jan Berg týsdagin
7.000 krónur í finningar-
løn.
- Eg trúði ikki mínum
egnu eygum, tá eg kom
heim og sá, at taskan var
kjokkfull
við
pengum.
Allur kroppurin skalv, so
kløkkur og bilsin var eg,
greiðir Jan Berg frá.
- Fyrst helt eg, at tað lógu
umleið 20.000 krónur í
taskuni – ein rúgva av størri
og smærri seðlum. Tá eg
seinni fór at telja nærri
eftir, gekk tað upp fyri
mær, at tað lógu 93.000
krónur í taskuni. Tá gjørdist
eg upp aftur kløkkari og
hugsaði, hvussu í allari
víðu verð nakar kundi
gloyma so nógvan pening
eftir inni í einari sólmið-
støð.
Royndi at finna eigaran
Eingin annar var staddur í
sólmiðstøðini, og tí gjørdi
Jan Berg av at taka taskuna
heim við. Í taskuni fann
hann, umframt nógva pen-
ingin, ymisk pappír hjá ein-
um manni úr Teilandi, sum
eftir pappírunum at døma
búði í Danmark.
Eitt telefonnummar var
eisini í taskuni, og Jan Berg
umhugsaði tí at ringja til
mannin. Hinvegin hugsaði
hann eisini um, hvaðani
pengarnir stavaðu. Um
talan var um pengar frá ein-
um brotsverki, og um hann
tí fór at koma sær sjálvum
út í óføri við at seta seg í
samband við mannin.
Eftir nakað av umhugs-
unartíð ringdi hann til
mannin, men eingin tók
telefonina í hinum enda-
num. Dagin eftir fór hann tí
á politistøðina við taskuni
og greiddi frá, hvar og
hvussu hann hevði funnið
peningin. Á politistøðini
vóru tey eins kløkk og Jan
sjálvur, tí tað er ikki á
hvørjum degi, at fólk finna
100.000 krónur.
Jan fekk í fyrsta umfari
2.000 krónur í finningar-
løn, og politiið lovaði at
ringja til hann, tá tey høvdu
funnið fram til eigaran.
Kanska hevði eigarin hug
at geva honum eina hægri
finningarløn.
Hevði mist vónina
Politiið fór nú undir at leita
eftir eigaramanninum, men
ikki fyrrenn mánadagin –
tríggjar vikur seinni – ring-
di politiið aftur til Jan. Tá
hevði løgreglan tikið tei-
lendska mannin við á støð-
ina til avhoyringar at vita,
hvaðani pengarnir stavaðu.
Tá greiddi maðurin pol-
itinum frá, at hann arbeiddi
á einari matstovu hjá fost-
urpápanum í Keypmanna-
havn, og at peningurin var
umsetningur frá matstovu-
ni. Hann varnaðist ikki, at
hann hevði gloymt taskuna
fyrrenn 20 minuttir eftir, at
hann var farin av sólmið-
støðini. Tá hann kom aftur,
hekk taskan ikki longur á
vegginum.
Sjálvur segði hann, at
hann ikki vildi melda til-
burðin, tí hann væntaði
ikki, at nakar fór at trúgva
honum. Hóast sjónbandatól
eru á sólmiðstøðini, so var
bara "kavi" at síggja frá
hesum kvøldinum, hann
misti peningin. Hann hevði
tí mist alla vón um, at
pengarnir skuldu koma
afturíaftur.
Vánaligastu jólini
í lívinum
Men so var ikki, og hesum
kundi hann takka Jan fyri.
Teir báðir hittust á politi-
støðini týsdagin, og Jan
fekk 5.000 krónur afturat
frá honum. Eigarin hevði tá
gingið øll jólini og nýggj-
árið við og hugsað um
mistu pengarnar. Fyri Jan
segði hann, at hetta vóru
tey vánaligastu jólini í lívi-
num.
Onkur annar var kanska
ikki farin á politistøðina
við pengunum, men hendan
tankan hevði Jan ongantíð.
Hann hugsaði, at onkur
saknaði peningin og helst
var í einari ólukkuligari
støðu. Og ringu samvitsku-
na, sum hann fyri vist hevði
fingið, um hann ikki var
farin við pengunum, vildi
hann einki hava við at gera.
Í dag er Jan Berg væl-
nøgdur, og fyri tær 7.000
krónurnar
kundi
hann
keypt sær ein ferðaseðil
suðureftir í fjálgu sólina.
Men tað ger hann kortini
ikki. Fyribils heldur hann
seg til handilssólina á
Frederiksberg.
-Tað lønar seg betur,
sigur hann.
Bjarni Sigurbjörns-
son sýnir fram mál-
ningar í Norður-
landahúsinum
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Leygardagin tann 12. Janu-
ar 2002 kl. 14.00 letur mál-
ningaframsýningin
hjá
Bjarna Sigurbjörnssyni í
Norðurlandahúsinum.
Bjarni Sigurbjörnson er
føddur í Íslandi 1966 og
hevur útbúgving frá Lista-
skúla Íslands og seinni frá
the San Francisco Art Insti-
tute, har hann varð Master
of Fine Arts í 1996. Í San
Francisco undirvísti hann
eisini saman við profess-
arum sum Sam Tchakalian,
Anne Appelby og Julius
Hatofsky
Málningar hansara, ið er
abstakt listaverk, málað á
glas, eru sýnd fram í Dan-
mark, Íslandi og USA, og
hevur hann hevur fingið
sera góð ummæli fyri verk
síni.
Framsýningin er í Norð-
urlandahúsinum til og við
10. februar 2002.
Seint verður nýggjársmorg-
un 2002 gloymdur, tá bróð-
ir ringdi heimanífrá og bar
boðini, at fløggini í bygdini
veittraðu í hálvari stong.
Dánjal Johannus var farin
bert 31 ára gamal. Tíðin
steðgaði, og tárini vóru ikki
til at halda aftur.
Hví og hví hann? Spurn-
ingar, sum fara at standa ó-
svaraðir. Harrans vegir eru
ikki okkara vegir.
Tankarnir leita aftur í tíð-
ina, tá barnaskógvarnir
vórðu traðkaðir í heim-
bygdini. Minnist ta ferðina,
vit báðir fóru á Vatnsnes at
fiska síl. Túrurin endaði tó
á einum bilverkstaði í Vági,
hagar bilurin varð sleip-
aður, eftir at hol fór á botn-
karið á veg niðan á Vatns-
nes. Onki síl, men eitt upp-
livilsi ríkari.
Starv títt hevði tú á
smoltstøðini í Grønadali.
Arbeiðssemi var títt ser-
merkið, og ringt verður at
taka arbeiðið upp eftir teg á
smoltstøðini, har tú við tíni
vitan eftir nógv ár vart álit-
ismaður.
Títt stóra ítriv var seyður,
og hetta legði tú nógva tíð
og stóra orku í. Og væl bar
til. Í vetur slaktaði tú ein
tann størsta veðrin, ið
menn vita at siga um í
Føroyum. Lítillátin vart tú
sum fáur, og neyvan var tað
tú sjálvur, sum syrgdi fyri,
at tíðindini um veðrin bór-
ust í bløðunum.
Sum seyðamaður hevði
tú altíð tín góða vin,
hundin, við í fylgi. Á túri
okkara á Vágfelli, seinast
eg var heima, hugtókst tú
meg vid tí samarbeiði, sum
tú og hundurin høvdu. Eftir
tínum boðum rak hundurin
seyðin, júst so sum tú hevði
vant hann at gera. Upp-
læring av hundi krevur
bæði hegni og tol, sum tær
var ognað í ríkiligt mát.
Á ferð tíni í stórbýnum
fyri tíð síðani stakst tú inn á
gólvið. Hugnaligt var at
prátað um gamlar dagar.
Títt góða lag og blíða lyndi
hevði tú við tær, har tú vart.
Dánjal Johannus upp-
livdi sítt lívsins summar, nú
deyðin kom sníkjandi og
eirindaleyst rykti hann
burtur. Tú og Dóris høvdu
valt eina felags framtíð,
men lagnan unti tykkum
bert stutta tíð saman. Góða
Dóris, okkara tankar eru
hjá tær í hesi sváru tíð.
Foreldur og systkin og øll
tit, ið hava mist, má Harrin
styrkja tykkum.
I slíkari stund eru orð
fátøk. Friður veri við
minninum
um
Dánjal
Johannus.
Ein vinur
Til vermóður mína
Dany í Jógvanstovu
á 80 ára degnum
Jan Berg var forfardur, tá hann stutt fyri jól fann eina tasku
við næstan 100.000 krónum. Nú hevur eigarin fingið peningin
aftur, og Jan hevur fingið finningarløn
Fann 93.000 kr. í sólmiðstøð
Minningarorð um
Dánjal Johannus Petersen
Porkeri
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gjørdu 80
ára føðingardagin so hugnaligan.
Tøkk fyri vitjan, gávur og telegramm.
Gott nýggjár, øll somul.
Sigrid Jespersen
Íslendsk framsýning í Norðurlandahúsinum
Sosialurin hevur gjørt
eitt sindur við tunlar
og trygd seinastu tíð-
ina. Sum eitt respons
uppá hetta hevur
Landsverkfrøðingur-
in sent út kunningar-
skriv um trygdina í
Føroya tunlum
TRYGD OG TUNLAR
Ingrid Bjarnastein
Í Føroyum hava vit norskar
tunlanormar. Har verður
millum annað kravt, at
trygdarútgerð skal vera í
tunlum. Allir nýggir tunlar í
Føroyum lúka hesi krøv, og
ætlanin er, at teir gomlu
skulu fáa útgerðina, sum
neyðug er.
Landsverkfrøðingurin
luttók á ráðstevnu í Noregi
í 1996 um trygd í tunlum.
Landsverkfrøðingurin hev-
ur síðani tá so arbeitt við
málinum, og í 1999 varð
ein bólkur settur at arbeiða
við eini tilbúgvingarætlan
fyri Kollafjarðartunnilin.
Ætlanin er at byrja við
Kollafjarðartunnlinum, og
síðani flyta arbeiðið so við
og við út til hinar tunlarnar
í landinum. Henda ætlanin
hevur tikið sína tíð, og varð
hon ikki liðug fyrr enn
beint fyri jól 2001.
Onki veðhald
Tað ber ikki til at tryggja, at
óhapp ongantíð fara at
henda. Sum til dømis tær
stóru vanlukkurnar í tunl-
unum í Europa, kunnu tær
henda í Føroyum? Tryggj-
ast kann ikki, at tað ikki
hendir, men sannlíkindini
fyri, at tað hendir eru ógvu-
liga lítil, av tí at ferðslan í
Føroyum bert er ein brot-
partur av ferðsluni í Mið-
europa.
Í Føroyum er mesta
miðalferðslan pr samdøgur
í føroyskum tunlum 4.200
bilar, meðan hon er 90.000
bilar í norskum tunlum.
Hagtøl siga, at óhapps-
títtleikin á veganetinum í
Føroyum er lægri enn í hin-
um norðanlondunum. Um
hugt verður eftir óhappstítt-
leika í tunlunum, har eldur
er við, í mun til óhapps-
títtleika við persónsskaða á
vegnum, er tann í tunlunum
90% lægri í tunlunum pr
akfarskilometur. Í miðal
fyri allar tunlarnar í Føroy-
um er óhappstíttleikin har
eldur er uppi í, 0,02 óhapp
pr. mió. akfarskilometur,
ella í øðrum orðum 0,15
óhapp um árið. Um hesi tøl
verða flutt yvir á Kolla-
fjarðartunnilin, gevur tað
okkum eitt tal, sum eitur
0,06 óhapp um árið, ella
eitt óhapp hvørt 18. ár.
Higartil hava óhappini við
eldi í tunlum í Føroyum
ikki verið álvarslig, meðan
732 fólk eru skadd á vega-
netinum, og harav eru 45
deyð.
Følsk trygd verri enn
eingin trygd
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur, sigur, at
peningur og og raðfesting
eiga at vera gjørd rætt, tí
annars er vandi fyri falskari
trygd, og følsk trygd er
verri enn eingin trygd.
Grundtankin er fyrst at
fyribyrgja eldsbruna í tunl-
um og í øðrum lagi at
sløkkja og bjarga. Og hetta,
sigur landsverksfrøðing-
urin, kann setast upp í seks
punkt:
1:At fyribyrgja ella minka
um vandan fyri óhappum
við eini "rættari" kon-
struktión, t.d. ljósi undir
loftinum
2:At hava útgerð soleiðis,
at eldur kann sløkkjast
innan fáar minuttir, t.d.
pulvursløkkjarar
3:At alarmera myndugleik-
arnar við t.d. neyðtelefon
4:At avmarka avleiðingar
við at ávara aðrar bilfør-
arar, t.d. reytt ljós og
bummar við innkoyring-
arnar
5:At avmarka eldin við ikki
at nýtta brennbarar kon-
struktiónir
6:At hava skipaða hjálp, tá
ið vanlukkan/óhappið er
hent, t.d. eina tilbúgving-
arætlan.
Kanningar í Noregi hava
víst, at tað er nærum
ómøguligt at gera nakað
hjálpi- ella sløkkingarar-
beiði frá royksíðuni, meðan
tað ber væl hinumegin. Tí
er ætlanin at fáa eina me-
kaniska ventialtión upp í
øllum tunlum, sum hava
eina ávísa longd og ferðslu.
Kelda: Kunningarskriv frá
Landsverkfrøðinginum. Hagtølini í
nýtt eru eru fyri árini 1990-99 eisini
frá Landsverkfrøðinginum.
Trygd í tunlum
Vilmund Jacobsen
Tvøroyri: Ikki færri enn
fimm skip hava landað á
Tvøroyri
hesa
vikuna.
Mikudagin
var
garna-
skipið, Ólavur Hvíti, við
14.000 pundum av hav-
tasku, og sama dagin var
Phoenix við 220.000 pund-
um av upsa.
Hósdagin,
tá
ið
vit
frættu, landaði Vesturskin
80.000 pund av kongafiski
og upsa, og kl. 13 hósdagin
skuldi Suðringur koma við
220.000 pundum av upsa.
At enda í røðini kemur
garnaskipið, Anita, í dag
við 20.000 pundum av
svartkalva.
Byrjaðu mikudagin
Bjarni Hansen, virkisleið-
ari á Fiskavirking á Tvør-
oyri, sigur, at tey keyptu
nakað av svartkalva í síðstu
viku, og tá vóru nøkur fá
fólk til arbeiðis, men
verulig gongd kom ikki á
aftur fyrr enn mikudagin í
hesi vikuni, tá ið alt ar-
beiðsfólkið varð boðsent.
- Í løtuni hava vit nógvan
fisk inni, so her verður
ríkiliga at gera teir næstu-
dagarnar,
sigur
Bjarni
Hansen.
Fleiri skip landað
á Tvøroyri
C
M
Y
K
3
2