Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Foreldrini á Trølla- nesi hava saman við Mentamálastýrinum oyðilagt okkum kommununa, heldur Markus í Norðná- stovu, sum umhugsar at rýma úr Mikladali TRØLLANES-TRÆTAN Eyðun Klakstein Kalsoy: Gerandisdagurin í Mikladali og á Trøllanesi er nú so nógv merktur av træt- uni um skúlan á Trøllanesi, at sjálvt bygdaráðsformað- urin í kommununi umhugs- ar at rýma. – Eg eri føddur og upp- vaksin í Mikladali, men eg ongantíð áður uppliva slíkt klandur, sum tað nú er vorðið til. Vit eru eitt sindur í villareiði, og eg ivist í, um rætta loysnin kanska bara er at flyta av bygdini, sigur Markus í Norðnástovu. – Kommunan er oyði- løgd, og tað eru foreldrini á Trøllanesi, sum saman við Mentamálastýrinum hava syrgt fyri tí. Mentamála- stýrið hevur við sínum skeivu framferð skapt nógv rumbul í hesum máli, held- ur hann. Hava roynt at loysa málið Trætan um skúlan á Trølla- nesi hevur langa og fløkta forsøgu, og tey átta skúla- børnini á Trøllanesi hava ikki verið í skúla síðani fyri summarferiuna í fjør. Foreldrini á Trøllanesi krevja, at skúlin í bygdini verður tikin í nýtslu aftur, soleiðis sum gamla bygda- ráðið gjørdi av fyri einum góðum ári síðani. Hendan avgerð varð broytt, tá nýggja bygdaráðið kom til í januar í fjør. – Vit royndu at finna onkra loysn, soleiðis at skúlin á Trøllanesi kundi brúkast sum ein verkstaður ella okkurt líknandi. Hugs- anin var so, at børnini kundu verða har ein dag um vikuna, sigur Markus í Nornástovu. – Men foreldrini hava nú bara eitt ultimativt krav um, at skúlin á Trøllanesi skal brúkast helvtina av tíðini, tey vilja ikki hoyra talan um annað. Best við einum skúla Bygdaráðsformaðurin í Mikladals kommunu stað- festir enn einaferð, at av- gerðin um skúlan á Trølla- nesi verður ikki broytt. – Vit halda, at tað er best við einum skúla í kommun- uni, tí tað fáa børnini meira burturúr. Vit vóru tó opin fyri, at skúlin á Trøllanesi kundi brúkast til okkurt, til dømis í krevtivum arbeiði, men tey á Trøllanesi vilja bara góðtaka, at skúlatíðin verður býtt javnt millum skúlarnar á Trøllanesi og Mikladali, og tað kemur ikki upp á tal, sigur Markus í Norðnástovu. – Gamla bygdaráðið sat fýra ár við meiriluta á Trøllanesi, men tey gjørdu einki fyri at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tey kláraðu sjálvi at fella eitt uppskot um tað. Beint áðr- enn tey løgdu frá sær, sam- tyktu tey, at nú skuldi skúl- in lata uppaftur, og so skuldi nýggja bygdaráðið taka sær av tí. Nýggja bygdaráðið tók skjóta avgerð um at strika avgerðina hjá gamla bygda- ráðnum, tí tey hildu ikki, at tað var ráðiligt við tveim- um skúlum í kommununi. Hetta hevði við sær, at foreldrini á Trøllanesi tóku børnini hjá sær úr skúlan- um, og síðani hava tey fing- ið undirvísing heima. Bygdaráðsformaðurin í Mikladali: – Kommunan er oyðiløgd Hans Eiler Hammer hevur gjørt eina roynd at fáa fund í lag millum fólk á Trølla- nesi og foreldrini at børnum, sum búgva í Mikladali TRØLLANES-TRÆTAN Eyðun Klakstein Kalsoy: Fleiri fólk hava seinastu mánaðirnar óformliga roynt at fingið partarnar í Trøllanes-træt- uni at tosa seg til sættis um eina loysn á lemjandi stríðnum um skúlan í kommununi. Olga Biksopstø var ein tann fyrsta, sum royndi seg, og onnur fólk hava eisini verið uppi. Men allar royndir at fáa partarnar at tosa saman eru miseydn- aðar, og støðan er fullkomi- liga løst fast. Ein av teimum, sum her- fyri gjørdi eina roynd fáa tey á Trøllanesi og í Mikla- dali at hittast er Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Norðoya vestara presta- gjaldi. Til økið hjá honum og Niels Paula Danielsen hoyrir Kalsoyggin. Støðan er vánalig Prestur hitti fyri jól bæði fólk á Trøllanesi og í Mikladali. – Eg ætlaði mær ikki at blanda meg upp í stríðið sum so, men eg vildi gera eina roynd fyri at fáa part- arnar at hittast, tí støðan er ólukkulig. – Fólk í teimum báðum bygdunum eru ikki longur saman um nakað. Stríðið um skúlan ávirkar kirkju- gongd, sjómanskvinnuring- in, barnatiltøk og alt annað, sum tey áður hava verið fel- ags um. Nú vilja tey ikki longur vera saman um nak- að, sigur Hans Eiler Hammer. Royndin hjá presti mis- eydnaðist. Tey á Trøllanesi vóru sinnað at fara á ein fund við umboð fyri bygda- ráðið og ella foreldur í Mikladali, men tá avtornaði var áhugi ikki fyri einum slíkum fundi í Mikladali. – Mín ætlan var als ikki at taka nakra støðu í hesum máli, men bara royna at fáa partarnar at tosa saman. Men hóast eg fór positivt til verka, so bar tað ikki til at fáa partarnar saman, sigur Hans Eiler Hammer. Hann hevur onga ítøki- liga ætlan um at gera eina nýggja roynd. Prestur roynt at mekla Trætan um skúlan á Trøllanesi er løst púra fast, og lívið í norðaru kommununi á Kalsoynni er merkt av stríðnum – Mín ætlan var als ikki at taka nakra støðu í hesum máli, men bara royna at fáa partarnar at tosa saman. Men hóast eg fór positivt til verka, so bar tað ikki til at fáa partarnar saman, sigur Hans Eiler Hammer 4 Nr. 7 - 11. januar 2002 Nr. 7 - 11. januar 2002 5 Tlf. 31 26 25 BRIAN YOUNG livandi tónleikur spælir á Caféini 16.-20. januar Meirilutin í Menta- málanevndini í Tórshavnar býráð mælir til, at Høgni Mikkelsen, sjálvur býráðslimur, skal byggja tann eina barnagarðin, sum býráðið hevur í hyggju at byggja, meðan Búsetur skal byggja hin. Meirilutin fylgir sostatt ikki tilráðingini hjá metingarbólkinum. Minnilutin við Jógvani Arge finst harðliga at sam- gonguni BARNAGARÐAR Stefan í Skorini – Hetta málið luktar illa. Tað tykist sum um sam- gongan vil geva einum av sínum egnu eitt arbeiði, hóast metingarbólkurin greitt hevur sagt, at dygdin á barnagørðunum hjá Bú- setri er nógv betri, sigur Jógvan Arge, ið situr í minniluta í Mentamála- nevndini. Hann sigur á heimasíðu sínari, at hann er skelkaður av støðuni hjá meirilut- anum, og at nevndin hevur tikið atlit, ið ikki seta brúkaran í fremstu røð. Hann sigur við øðrum orðum, at samgongan nørir at sínum egnu við at lata Høgna Mikkelsen arbeiðið, hóast mælt verður til at taka at tilboðunum frá Búsetri. Býráðið bað um tilboð um bygging av tveimum barnagørðum í Havn. Ein skal byggjast á Hamrinum á Argjum og hin skal vera á Løgmannabreyt í Hoyvík. Pláss skal vera fyri 36 barnagarðsbørnum og 24 vøggustovubørnum, so tilsamans er talan um 120 ansingarpláss. Trý tilboð komu inn, og Høgni Mikkelsen var bíligast í báðum førum. Hansara tilboð eru á góðar 7 milliónir fyri hvønn barnagarðin uttan MVG. Tilboðini hjá Búsetri eru á umleið 8,4 milliónir fyri hvønn uttan MVG. Tó metti metingarbólk- urin, sum var mannaður við arkitekti og fólki úr um- sitingini, at Mentamála- nevndin skuldi taka av tilboðunum frá Búsetri. Bólkurin gjørdi eina heild- armeting, har mett varð um kostnað, tilfar, innrætting arkitektur og annað. Bólkurin gav barnagørð- unum karakter á einum stiga frá 1 til 10. Barna- garðurin hjá Búsetri í Hoyvík fekk 8,8 frá bólk- inum, og Høgni Mikkelsen fekk 8,2. Á Hamrinum fekk Búsetur 9 og Høgni Mikk- elsen fekk 8,2. Metingarbólkurin metti sum heild, at býráðið fekk meira burturúr við at taka av tilboðunum frá Búsetri. Tó gekk meirilutin, sum er Heðin Mortensen, Beate L. Samuelsen og Bjarti Mohr, ímóti tilmælinum frá bólkinum. Nevndin mælir býráðnum til, at Búsetur byggir barnagarðin við Løgmannabreyt fyri 8,34 milliónir krónur, meðan Høgni Mikkelsen byggir barnagarðin á Hamrinum fyri góðar 7 milliónir. Hugsa um peningin Heðin Mortensen er for- maður í Mentamálanev ndini, og hann leggur dent á, at peningurin hjá skatt- gjaldaranum skal nýtast á skilabestan hátt. Hann sigur, at um hugt verður eftir kostnaðinum, skuldi Høgni Mikkelsen fingið bæði arbeiðini. – Tað er ógvuliga torført hjá okkum yvirfyri borgar- anum at taka av dýrastu loysnini, bara tí at barna- garðarnir skulu vera júst soleiðis, sum vit ynskja tað, men tað kostar góðar tríggj- ar milliónir meira fyri skattaborgaran, sigur Heðin Mortensen. Heðin sigur, at henda samgongan als ikki hevur í huga, at tað er ein sam- gongufelagi, ið bjóðar uppá byggingina, og tað ikki hevur ávirkan á teirra støðutakan. Formaðurin leggur aftur- at, at býráðið vil hava barnagarðarnar lidnar skjótast gjørligt. Tí er tað ein fyrimunur, at sami arbeiðsgevari ikki hevur báðar barnagarðarnar um hendi. Tá er størri trygd fyri, at barnagarðarnir verða lidnir til tíðina, heldur hann. Heðin Mortensen avdúk- ar samsundis, at býráðið arbeiðir við at keypa eini hús í Kaldbak, ið skal hýsa eini 25 børnum. Við at taka av tí eina tilboðnum frá Høgna Mikkelsen sparir býráðið pening, ið verður nýttur til henda ansingar- stovnin í staðin. Fíggjarnevndin hevði fund um málið hósdagin seinnapart, og býráðið við- gjørdi málið á fundi seinni um kvøldið. Meira verður at frætta um hesar fund- irnar í komandi blaði. 347 á bíðilista Samlaða játtanin fyri hesar báðar barnagarðarnar er 19,2 milliónir, og tá er innbúgv roknað upp í. Hetta verður tikið av íløgu- karminum, ið fyri Tórs- havnar kommunu er 64 milliónir. Arbeiðið uppá báðar barnagarðarnar byrjar 1. februar. Byggingin skal vera liðug 1. november, men býráðið fer at taka upp samráðingar viðBúsetur og Høgna Mikkelsen um at fáa barnagarðarnar lidnar tann 1. september, t.v.s. tveir mánaðir fyri tíðarætlanina. Býráðið fer at bjóða út arbeiði at byggja tveir barnagarðar afturat, og hesi skulu vera lidnir um eitt gott ár. Í dag standa 347 børn, ið eru eldri enn hálvt ár, á bíðilista til ansingarpláss í Tórshavnar kommunu. Tey flestu av hesum eru til- flytarar, sum ikki eru fødd í Havn, men ið eru flutt til høvuðsstaðin. Mentamálanevndin fylgir ikki tilráðing Hóast ein metingarbólkur mælti Mentamálanevndini til at taka av báðum tilboðunum frá Búsetri uppá tveir barnagarðar, so tekur nevndin ikki hetta tilmælið til eftirtektar Savnsmynd C M Y K 5 4