fríggjadagur 11. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 7 - 11. januar 2002
Nr. 7 - 11. januar 2002
7
Nú fáa tey gomlu í
Havn eitt nýtt tilboð.
Tey, sum vilja, kunnu
fáa eina sjúkrasystir á
vitjan av og á
HEIMAVITJAN
Áki Bertholdsen
Gongst sum ætlað, fáa tey
gomlu í Havn skjótt eina
nýggja tænastu. Tey, sum
vilja,
kunnu
fáa
eina
sjúkrasystir á vitjan av og á.
Tá ið fíggjarlógin hjá Tórs-
havnar Kommunu var til
viðgerðar, setti minnilutin í
býráðnum uppskot fram um
at seta eina heimavitjan til
eldri á stovn til tey eldru í
kommununi og mælti sam-
stundis til at seta 400.000
krónur av til endamálið, so
at ein sjúkrasystir kundi
verða sett í starv at røkja
tænastuna.
Uppskotið var einmælt
samtykt á býráðsfundi.
Elin Lindenskov, sum
førdi orðið fyri minnilutan í
hesum máli, sigur, at hon
hevur biðið um at málið
kemur til viðgerðar á næsta
fundi í sosialu nevnd hjá
býráðnum,
so
arbeiðið
kann byrja at leggja skipan-
ina til rættis og tað hevur
hon fingið játtað.
Fyribyrgjandi vitjan
Hon sigur, at hetta er ein
nýggj tænasta, har tey
gomlu í Tórshavnar Komm-
unu, sum vilja, kunnu fáa
eina sjúkrasystir á vitjan av
og á.
Fyrrenn skipanin er løgd
til rættis, ber ikki til at siga,
hvussu hon verður skipað,
men ætlanin er, at hendan
sjúkrasystirin skal vitja tey
gomlu í kommununi, sum
vilja hava hana, eina,
kanska tvær ferðir um ári.
Enn er heldur ikki av-
gjørt, um tað verður tey
gomlu yvir 80 ár, ella yvir
75 ár, sum fáa hetta tilboð-
ið, ella um aldursmarkið
verður eitt annað.
Men í øllum førum vænt-
ar og vónar hon, at skipanin
fæst at virka í ár.
Elin Lindenskov sigur, at
hetta er eitt fyribyrgjandi
tiltak, sum kann forða fyri
nógvum
trupulleikum,
bæði hjá teimum gomlu og,
ikki minst, eisini hjá heilsu-
verkinum.
– Fáa tey gomlu eina
sjúkrasystir á vitjan av og á,
kann hon fáa eyga á heilsu-
ligar ella sosialar trupul-
leikar hjá teimum. Og við
at seta tiltøk í verk, kann
sjúkrasystirin sostatt eisini
forða fyri, at trupulleikarnir
vaksa seg størri.
Hon sigur, at hetta tiltak-
ið er í samsvari við eldra-
álitið,
sum
Tórshavnar
Býráð gjørdi í 1999, har ein
slík vitjunartænasta verður
umrødd.
Tá gjørdi Býráðið eina
kanning, sum vístu, at 23%
av øllum gomlum, sum
búðu heima, hildu, at tað
hevði verið gott at fingið
eina fyribyrgjandi vitjan, tá
ið ein er blivin 80 ár.
Summi hildu, at tað átti at
verið fyrr, kanska frá tí at
tey eru 75 ár.
– Tey, sum hildu, at tað
hevði verið gott við eini
slíkari heimavitjan, vistu
ikki altíð, hvagar tey skuldu
venda sær, um onkur trup-
ulleiki skuldi stungið seg
upp, tað kann vera alt
møguligt, eitt hoyriapparat,
sum skal stillast, einar brill-
ur, sum skulu rættast, ella
okkurt heilt annað. Tey
hugsað eisini um grannar,
vinfólk og skyldfólk, tí tað
var ikki altíð, at tey fingu
upp í lag at biðja um hjálp
og tá hevði tað verið gott,
um onkur kundi stokkið inn
á gólvið av og á.
Sera góðar royndir
Í Danmark er slík vitjunar-
tænasta sett á stovn við sera
góðum úrsliti. Ein kanning,
sum er gjørd í Rødøvre
vísti, at eftir at hendan
skipanin var sett í verk,
vórðu 19% færri løgd inn á
sjúkrahús, dagarnir í seing-
ini lækkaði 24%, 31% færri
fluttu á røktarheim lækna-
vitjanirnar blivu heili 50%
færri í tali.
– Hetta kundi tískil eisini
verið ein munandi fyrimun-
ur fyri sjúkrahús, røktar- og
ellisheim, sum eru ógvuliga
ovbyrjað sum er.
Hetta kemst av, at fólk
ganga ikki so leingi við
trupulleikum, áðrenn teir
verða viðgjørdur og tá er
viðgerðin bæði nógv lættari
og skjótari og tað bøtir
munandi um livimátan hjá
teimum eldru, sigur Elin
Lindenskov.
– Tað er ein politisk
avgerð, sum forðar
fyri, at føroyingar,
sum hava ávís sløg av
krabbameini fáa tað
bestu viðgerðina,
sigur Mogens
Egholm, yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum
HEILSUBÓT
Áki Bertholdsen
– Tað er upp á hægstu tíð, at
føroyskir sjúklingar, sum
hava tørv á viðgerð uttan-
lands, fáa aðrar møguleikar
enn at verða sendir á Ríkis-
sjúkrahúsið.
Tað
heldur
Mogens
Egholm,
yvirlækni
á
Landssjúkrashúsinum.
Seinastu
tíðina
hava
kanningar víst, at viðgerðin
fyri eitt nú ávís sløg
krabbameini er betri í
Noregi og Svøríki enn hon
er í Danmark.
– Men sum støðan er í
løtuni, ber ikki til at senda
føroyskar sjúklingar aðra-
staðni enn á ríkissjúkrahús-
ið, sigur yvirlæknin.
Landsstýrismaðurin í Al-
manna og heilsumálum,
hevur boðað frá, at hann nú
er at kanna, um tað ber til at
geva føroyskum sjúkling-
um aðrar møguleikar, enn
at verða sendir á Ríkis-
sjúkrahúsið, ella til á onnur
sjúkrahús í Danmarkar.
Hesum tekur yvirlæknin
fult undir við.
– Tað er upp á tíðina, at
hesin trupulleikin verður
tikin upp, sigur hann.
Hann sigur, at hann fatar
ikki, hví tað ikki skal bera
at senda sjúklingar aðra-
staðni, enn á Ríkissjúkra-
húsi.
Men hann heldur seg
kortini vita, hví tað ikki
verður gjørt.
– Tá ið vit senda sjúkl-
ingar uttanlands, betalir
føroyski landskassin fult
gjald fyri allar kanningar
og viðgerðir.
– Senda vit sjúklingarnar
á Ríkissjúkrahúsið, verður
viðgerðin goldin av eini
serligari kontu til viðgerð
uttanlands, men hetta er ein
konto, sum er uttanfyri
heilsuverkið.
– Men verða sjúklingar
hinvegin sendir aðrastaðni,
skal Heilsuverkið sjálvt be-
tala, og tað ber ikki til við tí
fíggjarkarmi, sum er.
Hann sigur, at fyri at fáa
viðgerðina goldnað av
kontuni til viðgerð uttan-
lands er tað sostatt ein treyt,
at sjúklingurin verður send-
ur á Ríkissjúkrahúsið.
Hann skilir ikki, hví hetta
er so. Men hetta má vera
ein ella onnur merkilig pol-
itisk semja onkustaðni, sig-
ur hann.
Hann sigur, at sostatt er
tað bara heilt undantaksvís,
at sjúklingar verða sendir
aðrastaðni, enn á Ríkis-
sjúkrahúsið.
Betri møguleikar
Mogens Egholm sigur, at
ber tað til at fáa betri við-
gerð fyri ávísar sjúkur aðra-
staðni enn á Ríkissjúkra-
húsinum, eigur tann møgu-
leikin avgjørt at verða
troyttur, eitt nú í Noregi,
Svøríki, Íslandi, sum eisini
hevur eitt heilsuverkið, sum
minst er á sama støði sum í
Danmark, ella onkra heilt
aðrastaðni.
Men talan kann eisini
verða um onnur sjúkrahús í
Danmark, enn Ríkissjúkra-
húsið.
– Undir øllum umstøðum
er støðan, sum hon er í løt-
uni, ógvuliga óheppin, tí nú
hava vit ongar møguleikar
enn Ríkissjúkrahúsið. Og
umframt at viðgerðin har í
ávísum førum ikki er so
góð sum aðrastaðni, hevur
Ríkissjúkrahúsið harafturat
stórur
trupulleikar
við
starvsfólkatroti. Og omaná
alt kemur, at viðgerðirnar á
Ríkissjúkrahúsinum eru av-
gjørt ikki bíligar.
– Tað eru nógv onnur
sjúkrahús, har tað ber til at
fáa viðgerð bíligari enn á
Ríkissjúkrahúsinum. Men
heldur ikki tann spurning-
urin er kannaður, tað kemst
helst eisini av tí, at sum er,
er føroyska heilsuverkið
tvingað at senda sjúkling-
arnar á Ríkissjúkrahúsið.
Talan kann eitt nú verða
um krabbameinssjúklingar,
men eisini um aðrar sjúkl-
ingar og tað kann væl hugs-
ast, at tað ber væl til at fáa
góða ella betri viðgerð
arðastaðni enn á Ríkis-
sjúkrahúsinum og tað bílig-
ari eisini.
Onkuntíð hevur eisini
verið frammi um at senda
krabbameinssjúklingar til
Týsklands, men tað mælir
yvirlæknin frá.
– Krabbameinsviðgerðin
í Týsklandi, sum hugsað
verður um, er ógvuliga
umstrídd og dygdin í henni
er ikki vísindaliga prógvað.
Tað hevur eisini víst seg, at
hjáárinini mangan eru so
álvarslig, at doyggja sjúkl-
ingarnir ikki av krabba-
meini, doyggja teir av hjá-
árinunum.
Mogens Egholm sigur, at
tær royndir hann hevur av
hesi viðgerðini í Týsklandi,
eru ikki góðar.
Fyri nøkrum árum síðani
var júst sami spurningur
umrøddur á Løgtingi. Tá
mælti onkur tingmaður frá
at senda sjúklingar til onnur
lond, tí hann helt, at tað
verður ov fremmand. Hann
førdi fram, at tað sosiala
umhvørvið hevur stóran
týdning fyri grøðingina og
tað umhvørvið er ikki aðra-
staðni í sama mun sum í
Danmark, har føroyingar
skilja málið, hava vinfólk
og
skyldfólk
og
har
sjúklingahotellið er?
– Tað eru sjónarmið, sum
onki grundarlag er fyri at
hava, tí kanningar um slík
viðurskifti eru ikki gjørdar.
Sjálvsagt kann tað vera
høgligt hjá føroyingum at
fara til Danmarkar, har teir
duga málið, men tað er
heldur ikki so trupult at
skilja svenskt og norskt og
tað tekur ikki langa tíð at
ferðast úr Keypmannahavn
til Malmø, fyri at taka eitt
dømi,
sigur
Mogens
Egholm. Hann heldur so-
statt, at tað er dygdin í
sjálvari viðgerðini, sum
hevur størstan týdningin.
Sjúkrasystir fer at vitja gomul í Havn
Upp á tíðina at sjúklingar úr Føroyum
fáa fleiri møguleikar
Kanningar vísa, at í
vissum førum er
viðgerðin ímóti
krabbameini betri í
Noregi og í Svøríki
enn á Ríkissjúkra-
húsinum, so tað er
upp á tíðina, at
tann møguleikin
verður kannaður,
sigur Mogens
Egholm, yvirlækni á
Landssjúkrahús-
inum
Skjótt fer tað at bera til hjá
gomlum í Havnini at fáa
vitjan av sjúkrasystir av og á.
Kanningar aðrastaðni vísa,
at hetta hjálpir munandi um
heilsustøðuna. Myndin er
tilvildarlig
Útoyggjafelagið, sum
her fyri varð stovnað,
er farið til verka.
fyribilsnevnd er vald,
og farið er undir at
fyrireika blaðútgávu,
eins og fundarvirk-
semi verður fyri-
reikað
ØKISMENNING
Edvard Joensen
Útoyggjafelagið hevur valt
fyribilsnevnd, sum millum
annað skal fyrireika aðal-
fundin, sum verða skal í
mai. Eisini verður arbeitt
við at velja økisnevndir og
at geva blað út.
Í nevndini í Útoyggja-
felagnum sita Óla Jákup úr
Dímun, sum er formaður,
umframt Katrinu Johanne-
sen úr Mykinesi og Olgu
Biskopstø úr Klaksvik.
Óla Jákup úr Dímun
sigur, at felagið er eitt
áhugafelag, har einstak-
lingar kunnu tekna seg sum
lim. Men skipanin er so-
leiðis, at bert fólk, sum
búgva á útoyggj og í Gása-
dali hava atkvøðurætt á
fundum felagsins.
Tað fyrsta stóra tiltakið,
sum nú fyriliggur, sigur
formaðurin, verður at fara
runt á ymsu støðini at seta á
stovn økisráð og síðan at
velja eitt umboð í umboðs-
ráðið hjá felagnum. Hetta,
ætlar hann, skal gerat í
januar-februar.
Nevnt hevur verið, at ein
skrivstova skal setast á
stovn. Um tað sigur Óla
Jákup úr Dímun, at hon
verður helst ikki til nakað
fyrr enn eftir aðalfundin í
mai.
Álitið
Løgmaður hevur fingið eitt
álit frá útoyggjanevndini,
sum sat, og hetta álit ætlar
nýggja felagið at brúka sum
grundarlag
fyri
sínum
arbeiði. Mint eigur reglu-
liga at verða aftur á tað,
sum í hesum áliti stendur,
sigur felagsformaðurin.
Hann heldur tað vera eitt
gott hugskot, sum hevur
verið frammi, at seta eitt
fólk í fyrisitingini burtur av
til at taka sær av útoyggja-
málum.
Um ítøkilig mál, sum
felagið fer at arbeiða við,
nevnir formaðurin økis-
vinnuhúsini, sum fyrr hava
verið frammi.
Tað er serliga matvøru-
lógin, sigur hann, sum
pressar á at fáa eitt slikt
hús. Sum kunnugt er tað
mest landbúnaður, sum
smáplássini hava at liva av,
og skal eitt nú matvøru-
lógin haldast til fulnar, skal
allur seyður flytast livandi
til Hósvíkar at fletta.
Á Dímun er tað ógjørligt
sum er. Skal tað gerast, skal
tað vera við tyrlu,og so
kostar tað beinanveg so
nógv, at bíligari er at reka
gonguna út av bakkanum.
Var hinvegin eitt lítið
sláturvirki, sum kundi við-
gjørt bæði seyð og fugl, í
oynni, hevði borið til at
hagreitt slíkt eftir fyriskrift-
unum, sigur dímunarbónd-
in.
Hann heldur annars, at
eitt tilfeingi, sum gerast
kann meira burtur úr, er
fuglurin, sum flestu út-
oyggjarnar hava rímiliga
væl av. Men aftur her er
lokala vinnuhúsið ein fyri-
munur, vísir hann á.
Onnur vinna
Um feðravinnuna sigur for-
maðurin í Útoyggjafelag-
num, at tað eru í grundini
bara Koltur og Mykines,
sum hava gjørt nakað mið-
víst við ferðavinnu. Aðra-
staðni verður lítið og einki
gjørt, og á Dimun er púra
einki.
Óla Jákuop úr Dímun
digur, at tey hava við vilja
valt ikki at satsa upp á
ferðavinnu, tí tey meta seg
ikki hava umstøður til tað.
Tað skal fólk til at taka sær
av ferðafólki, og tey eru
vanliga rættiliga fáment í
Dímun, sigur hann.
Um blaðið, sum felagið
ætlar at geva út, sigur Óla
Jákup úr Dímun, at Olga
Biskopstø, nevdarlimur er
farin undir at fyrireika
fyrstu
útgávuna.
Talan
verður helst um eitt heft
tíðarrit, sum ætlandi skal
koma út í mesta lagi eina
ferð um mánaðan.
Spurningur hevur verið
settur við, um tað er neyð-
ugt við einum útoyggja-
felag, tá eitt nú kommunu-
felag er frammanundan.
Til tað svara formaðurin,
at Útoyggjafelagið og júst
er stovnað sum eitt áhuga-
felag fyri einstaklingar, tí
kommunurnar alment ar-
beiða saman í øðrum felag.
Mett varð, at skilagott er
við slíkum felag, sum kann
viðgera mál hjá myndug-
leikunum fyri limirnar, sum
soleiðis fáa størri slagkraft,
enn um tann eisntaki hvør í
sínum lagi roynir at koma
ígjøgnum, sigur Óla Jákup
úr Dímun, formaður i
Útoyggjafelagnum.
Útoyggjafelagið farið til verka
Tað gongur tungt hjá
fiskavirkinum Lido
Seafood í Skálavík.
Men at felagið skal
vera farið í gjaldsteðg,
avsannar nevndarfor-
maðurin avgjørdur
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Einki arbeiði hevur verið á
fiskavirkinum Lido Sea-
food í Skálavík síðan
áðrenn jól. Søgur eru farnar
at ganga um, at felagið er
farið í gjaldsteðg, men tað
avsannar nevndarfomað-
urin, Jógvan Sundstein, av-
gjørt.
Hann váttar tó, at tað
gongur tungt hjá felagnum
at fáa tað at mala runt.
Ymsir trupulleikar hava
verið, og tað seinasta var, at
virkið lá stilt einar tríggjar
vikur í heyst, tí vatnið var
ov skitið til matframleiðslu.
Bíðað hevur verið eftir
reinsiverki, og farið varð
aftur til arbeiðis einaferð í
november. Síðan var nógv
arbeiði fram í móti jólum,
sigur Jógvan Sundstein.
Men enn hevur gólvið ikki
verið vátt í nýggja árinum.
Lido Seafood varð upp-
runaliga ætlað at gera
lidnar døgurðarættir til
útlendska marknaðin.
Men slíkt er kostnaðar-
mikið at byggja upp, sigur
Jógvan Sundstein, og tá
búskapurin koyrir tungt
frammanundan, er ikki
ráðiligt at brúka ov nógva
tíð og pengar up á at
»eksperimentera«,
sum
hann tekur til.
Tí valdu tey heldur at
leggja seg eftir vanligari
flakaframleiðslu, har alt
varð fryst. Soleiðis fyri at
royna at leggja botn og
vinna eitt sindur av peng-
um, sum so møgulig kunnu
brúkast til upprunaligu
ætlaninar.
Virkið er tó útgjørt til
tað, sum upprunaliga var
ætlað, og verða ráð til tað,
verður ivaleyst roynt aftur,
sigur nevndarformaðurin.
Tungt hjá Lido Seafood
Eitt vinnuhús á Dímun hevði bøtt væl um umstøðurnar til at hagreitt bæði seyð og fugl og kundi ivaleyst eisini givið betri úrtøku
burturúr, heldur Óla Jákup úr Dímun, fomaður í Útoyggjafelagnum
Lido Seafodd hevur tað strævið, men er ikki farið í gjaldsteðg, sigur nevndarformaðurin
C
M
Y
K
7
6