Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 7 - 11. januar 2002 Nr. 7 - 11. januar 2002 9 Á vitjan sínari í Føroyum fer Anders Fogh Rasmussen at hava fundir við Løg- mann, Landsstýrið og Sambandsflokkin VITJAN Heri á Rógvi Anders Fogh Rasmussen, danski forsætisráðharrin, lendir eftir ætlan í Føroyum mánamorgunin, 14. januar, um ellivutíðina. Steðgurin hjá honum verður tó ikki serliga langur, tí longu týs- morgunin, 15. januar, kl. 11 fer hann avstað aftur. – Der er tale om et kort arbejdsbesøg. Men jeg fin- der det vigtigt her umiddel- bart eftir min tiltræden som statsminister at få et første- håndskendskab til de færøske synspunkter. Først og fremmest at få lagmandens og landsstyrets syn på det fremtidige til- knytningsforhold mellem Færøerne og Danmark, men jeg lytter gerne til andre emner, som man fra færøsk side ønsker at tage op og drøfte med mig, sigur Anders Fogh Rasmussen í tíðindaskrivi í sambandi við vitjanina í Føroyum. Danski forsætisráðharrin hevur áður sagt við Sosial- in, at hann ikki hevur nakað tilboð við til landsstýrið. Tá segði danski forsætisráð- harrin eisini, at orðalagið skuldi betrast, tá ið hetta hevði verið óneyðuga neg- ativt. Anders Fogh Rasmus- sen kemur eftir ætlan eisini aftur til Føroya seinni í ár á almenna vitjan. Òformelt prát Umframt fundirnar við Løgmann og Landsstýrið, stendur eisini ein fundur við Sambandsflokkin á skránni. Forkvinnan í Sam- bandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, sigur, at talan verður um eitt óformelt prát. – Sambandsflokkurin hevur leingi havt samstarv við Venstre, og sjálv eri eg eisini partur av tingbólkin- um hjá Venstre. Vit bóðu sostatt um ein fund við Anders Fogh Rasmussen, og hetta hava vit eisini fingið, sigur Lisbeth L. Petersen. Enn er ikki greitt, hvør verður við á fundinum fyri Sambandsflokkin. Lisbeth L. Petersen leggur dent á, at tað er Sambandsflokkurin, sum Anders Fogh skal fundast við og ikki and- støðuna í Føroyum. Skráin hjá danska forsæt- isráðharranum sær soleiðis út: Mánadagur 14. januar Kl. 12.30 Fund við Løgmann Kl. 15.00 Fund við Landsstýrið Kl. 16.00 Pressufundur Kl. 17.15 Fund við Sambandsflokkin Kl. 19.00 Døgurði Týsdagur 15. januar Kl. 08.30 Fund við løgmann Kl. 10.00 Fráferð Skráin hjá Fogh løgd – Tað er einki annað enn valagn, at lands- stýrið nú gevur fólka- pensjónistunum part av teimum ábøtun- um, sum teir eiga og skuldu havt fingið. Rættast var, um fólka- pensjónin var prís- talsregulerað, tí so høvdu fólkapensjón- istarnir fingið væl meira, sigur Marjus Dam PENSJÓNIR Heri á Rógvi Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sig- ur, at ætlanirnar hjá lands- stýrinum eru einki annað enn valagn. Landsstýrið kunngjørdi fyrr í vikuni, at pensjónist- ar skulu fáa nakrar ábøtur, sum teir kallaðu tað. Eitt nú skuldi grundupphæddin gerast skattafrí og tað skuldi vera lættari hjá pensjónistum at vinna sær nøkur oyru við síðurnar av pensjónini. Vágatingmaðurin hjá Sambandsflokkinum held- ur tað vera sera løgið, at landsstýrið nú leggur hetta uppskotið fram, tá ið sam- gongan hevur felt fleir onn- ur uppskot frá andstøðuni, sum góvu pensjónistum ein munandi bata. – Tað er eingin ivi um, at hetta er valagn. Sambands- flokkurin hevur eisini áður skotið upp, at fólkapensj- ónistar skulu fáa meira at lívbjarga sær við, men hetta hevur samgongan felt, sig- ur Marjus Dam. Tingmaðurin fyri Sam- bandsflokkin undirstrikar, at hann er fegin um, fólka- pensjónistar nú fáa fleiri pengar, men hann heldur ikki nógv um framferðar- háttin hjá landsstýrinum. – Á fíggjarliga økinum fer samgongan at hava tørv á einari eykajáttan, og nú er meginparturin av yvirskot- inum burtur. Tað gevur óiv- að at vera soleiðis, at beint áðrenn valið, verður hetta uppskotið samtykt í tingin- um. Tá ið lógin er sett at virka við afturvirkandi kraft, so fáa pensjónistarnir á henda hátt ábøturnar frá landsstýrinum beint undan eitt løgtingsval, og hetta er einki annað enn valagn, sigur Marjus Dam. Vágatingmaðurin heldur, at skattatrýstið í Føroyum sum heild er alt ov høgt, og hetta rakar eisini pensjón- istar. Hann leggur eisini dent á, at tær ábøturnar, sum pensjónistarnir fáa nú, ikki eru annað enn tað, ið teir eiga at fáa, og hetta hevði eisini verið munandi meira, um fólkapensjónin var prístalsregulerað, sum Sambandsflokkurin m.a. hevur skotið upp. – Áðrenn blokkurin kom, so vórðu pensjónirnar prís- talsreguleraðar, men hetti vendi mann burturfrá aftur. Nú fer mann undir at minka blokkin, soleiðis at tað ikki er av neyð, at viðurskiftini koyra tungt, sigu Marjus Dam. Hann leggur afturat, at teir eitt nú hava skotið upp, at leggja 800 mió í grunn til pensjónistarnar, men hetta var tað heldur eingin áhugi fyri í samgonguni. Hava bøtt um Edmund Joensen, tingmað- ur fyri Sambandsflokkin, sum var løgmaður frá 1994 til 1998, sigur, at teir í tí tíðarskeiðinum framdu fleiri batar fyri fólkapensj- ónistarnar. – Vit hækkaðu eitt nú bæði botnfrádráttin og við- bøturnar. Eisin betraðu vit um á røktarøkinum, og hetta er nakað, ið henda samgongan einki hevur gjørt við, sigur Edmund Joensen. Tá ið landsstýrið løgdu ætlanirnar fram viðvíkjandi fólkapensjónini varð víst á, at undanfarna samgongan einki hevði gjørt fyri at betra um umstøðurnar hjá Pensjónistunum og útgjald- ið hevði verið tað sama øll árini. Edmund Joensen er, sum tað eisini sæst omanfyri, púra ósamdur við hesum sjónarmiðinum. Hann er samdur við partamanni sínum, Marjusi Dam, í, at hetta er einki annað enn valagn, at lands- stýrið nú tekur hetta stigið, tí samgongan hevur felt fleiri uppskotum, sum Sambandsflokkurin hevur verið partur av. Steðgurin hjá Anders Fogh í Føroyum verður 24 tímar Marjus Dam: Ábøturnar til fólkapensjónistar eru valagn – Á fíggjarliga økinum fer samgongan at hava tørv á einari eykajáttan, og nú er meginparturin av yvirskot- inum burtur. Tað gevur óivað at vera soleiðis, at beint áðr- enn valið, verður hetta upp- skotið samtykt í tinginum. Tá ið lógin er sett at virka við afturvirkandi kraft, so fáa pensjónistarnir á henda hátt ábøturnar frá landsstýrinum beint undan eitt løgtingsval, og hetta er einki annað enn valagn, sigur Marjus Dam At landsstýrið sam- stundis lækkar skatt- in á pensiónini og hækkar markið fyri, nær trekt verður burturav, er dømi um júst tað øvugta – nevniliga at lands- stýrið ikki tekur inn- aftur tað, sum verður givið út, sigur Karsten Hansen PENSJÓNIR Herí á Rógvi Hósmorgunin sendi Karst- en Hansen út eitt tíðinda- skriv í sambandi við, at Kristian Magnussen, fyrr- verandi landsstýrismaður og tingmaður fyri Javnað- arflokkin, sigur, at lands- stýrið tekur við aðrari hondini í pensjónsmálin- um. Hetta er beinleiðis skeivt. Undir hesum landsstýri eru pensiónsviðbøturnar longu hækkaðar rættuliga nógv og verða prístalsviðgjørdar ella javnaðar við 4 % árliga. Hetta sjálvt um prís- taliðlækkar og er niðanfyri 100 í løtuni. Við nýggja uppskotinum er talan um størstu batar í fólkapensi- ónini nakrantíð í einum val- skeiði, fyri tey sum treingja mest, sigur Karsten Hansen. Hann sigur samstundis eisini, at hevði pensjónin verði prístalsregulerað, so hevði úrslitið verið, fólka- pensjónistar fingu enn minni. – Við at hækka og prís- talsregulera viðbøturnar 4% árliga, sum landsstýrið ger, eru tað júst tey, ið hava minst at liva fyri, ið fáa størsta ágóðan. At prístals- regulera grundupphæddina, sum javnaðarflokurin hevur skotið upp, hevði rakt sosi- alt nógv skeivari, tí tá hevði hækkingin ikki farið til tey, ið treingja mest. Hartil er at siga, at um uppskot javnaðarfloksins varð samtykt, so hevði ong- in hækking verið nú, tí prís- talið er fallið, sigur Karsten Hansen. Finnleif hartar Karsten Í Sosialinum i gjár segði Finnleif Guttesen, býráðs- formaður á Tvøroyri, at kommunan fór at missa 1,8 mió orsakað av ætlanini hja landsstýrinum. Hetta var Karsten ósamdur við hann um. Hann vísti m.a. á, at Tvøroyrar kommuna hevði fingið pening aðrastaðni frá, eitt nú Landsvega- grunnurin. Hetta heldur Finnleif vera beinleiðs ósatt. –Landsvegagrunnurin er sagdur at vera ólógligur, og hetta haldi vera beinleiðis skeivt av landsstýrismann- inum at taka við. Tað, sum vit hava fingið úr grunnin- um, er ikki annað enn tað, ið vit eiga til góðar, og hevur einki við hetta at gera, sigur Finnleif Gutte- sen. Karsten svarar Kristiani aftur Karsten er ósamdur við Kristian Magnussen, og Finn- leif Guttesen er ósamdur við Karsten. Støðugt fleiri seismiskar kanningar verða gjørdar í tí norðara partinum av føroyska landgrunn- inum. Fleiri jarðfrøð- ingar meta, at her finnast eins góðar og kanska uppaftur betri møguleikar at finna olju og serstakliga gass enn í Gullhorn- inum fyri sunnan. Stór gassfund á norskum øki ikki so langt frá markinum við Føroyar benda sama vegin OLJULEITING Jan Müller Olju- og gassfund á djúpum vatni í norskum øki nær føroyska markinum kunnu verða tekin um, at tað kunnu goyma seg stórar nøgdir av bæði olju og serliga gassi á tí partinum av føroyska landgrunnin- um, sum hevur mark til norskt øki. Hetta hevur Sosialurin fingið upplýst frá rættiliga vælvitandi keldum í norskum oljuum- hvørvi. Tað, sum sipað verður til, er ikki minst Ormen Lange fundið, sum er gjørt á sera djúpum vatni á norskum øki og har tað finnast sera stórar nøgdir av gassi. Eisini onnur fund eru gjørd á norska partinum av Atlantsmótinum. Og komandi útbjóðingar í Noregi fara nettupp at leggja seg meira eftir hes- um nýggjum økjunum. Oljuleitingin otar seg long- ur og longur út á stóru dýp- ini út fyri Miðnoreg, eitt nú stóra Vøringbassengið. Nú kendu oljuleiðirnar nærri landi eru troyttar og kann- aðar leggja norskir olju- myndugleikar stóran dent á at leita eftir olju og gassi á norska partinum av Atlants- mótinum. Tá tað snýr seg um Ormen Lange fundið, so útilokar norski jarðfrøðing- urin Terje Hagevang, ikki, at møguleikar eru eisini at gera slík fund í føroyskum øki eisini. Tað slagið av strukturum, sum Ormen Lange er, er eisini skrásett og funnið á føroyskum øki. Er basaltið ikki alt ov tjúkt tvs. upp til einar 2 kilometrar, so nýtist tað ikki at verða nøkur forðing fyri leiting her skilst. Nú Bretland skjótt fer at tørva gass leggja norðmenn stóran dent á at finna gassfelt og at útvikla tey. Verða tað gjørd gassfund á føroyskum øki, so er møgu- leiki fyri, at hesi kunnu fáa stóran týdning i framtíðini, tá gass eisini frá føroyska partinum av Atlantsmótin- um kann útflytast til stóra bretska marknaðin. Tað, sum í dag ger gass minni áhugavert um okkara leiðir í løtuni, er tann sannroynd, at tað finst eingin infra- strukturur á Atlantsmótin- um til at herberga gassin- um. Fleiri smærri gassfelt eru longu funnin vestan fyri Hetland, men enn manglar tað heilt stóra gassfundið, sum kann bera í sær, at tað verður lønandi at leggja gassleiðing frá økinum og til lands. Um tað liggur og bíðar í lisensinum hjá Ame- rada Hess í Gullblokkinum ella tað liggur longur norðaliga er enn óvist. Gassleiðing løgd Herfyri varð ein gassleið- ing løgd frá feltunum Foi- naven og Schiehallion til Sullom Voe og víðari til Magnusfeltið norðaliga í Norðsjónum. Endamálið við tí íløguni er at gera brúk av yvirsskotsgassinum frá hesum báðum oljukeldun- um, sum higartil er vorðið sprænt niður aftur í undir- grundina umframt at verða brent av. Nú verður gassið flutt longu leiðina til Magnusfeltið, har tað verð- ur sprænt niður undir olju- goymslurnar fyri á tann hátt at trýsta meira olju upp úr goymslunum. Tað ger, at oljuframleiðlsan kann vara nógv longri tíð. Men tað er greitt, at gass- prátið kann gerast meira og meira áhugavert, tá bæði Bretland og Írland koma at tørva gass. Tí verður m.a. eisini gitt, at fundið hjá Hess er eitt risastórt gass- fund. Er tað so, so kann tað fáa týdning fyri møguliga gassframleiðslu í økinum. Síggja stórar møguleikar Ein av teimum, sum hevur arbeitt nógv við at kanna føroyska økið og her ikki minst økini fyri norðan tvs. alla leiðina frá Gullhornin- um og víðari norðureftir er Terje Hagevang, stjóri í Sagex. Felagið hevur verið við til at stovna eitt seismikkfelag, Inseis, sum eisini leggur stóran dent á at kanna føroyska økið og hava teir skotið nógvan seismikk á føroyska land- grunninum í fjør. Og fara at halda fram við tí í ár. Terje Hagevang váttar, at tess djúpri fundini verða gjørd tess størri møgleiki er at finna gass, men tað úti- lokar ikki oljufund eisini. Tað vísir seg nevniliga, at tess longur teir koma út á djúpt vatn á norskum øki og gera fund, tess sjónligari gerast møguleikarnir fyri at finna bæði gass, gass- kondensat og olju har norð- uri á føroyska landgrunnin- um. Terje Hagevang, sum herfyri spáddi, at olja fór at verða funnin í tí triðju boringini, heldur fundið hjá Hess vera sera lovandi. Hann heldur tað eisini vildi verið órealistiskt, um man hevði roknað við nøkrum betri enn hetta. Nú skal tíð- in so vísa, um tað er løn- andi. Hann sigur, at vit fara finna nógv áhugavert í Gullhorninum og vit fara helst eisini finna bæði olju og gass, tá vit koma longur norður, eisini heilt upp móti markinum til Noreg. Terje Hagevang heldur tí føroyska landgrunnin verða sera áhugaverdan bæði fyri verandi feløg og onnur við. Hann útilokar ikki, at tað kunnu koma oljufeløg aftrat inn á føroyska land- grunnin at leita. Millum hesi kunnu verða bæði Chevron og Conoco, sum í hesum árinum fara at verða løgd saman við ávikavist Texaco og Phill- ips, tvey feløg sum eru við í leitingini og sum fylgja væl við útviklinginum her. Norska oljuævintýrið nærkast Føroyum Føroyar á heimskortið hjá ConocoPhillips. Við samanleggingini av Conoco og Phillips kann sigast, at enn eitt stórt oljufelag kemur inn á føroyska økið. Her síggja vit hvussu høgt komandi samanlagda felagið leggur í Føroyaøkið Kortið vísir, hvar norska seismikkfelagið InSeis hevur skotið og fer at skjóta seismikk á føroyskum øki og sum eitt nú Sagex Petroleum hevur umboðið. Vit síggja, at stórur partur av seismikkinum verður skotin rættiliga norðaliga. Hetta bendir á, at oljufeløg hava vónir um at finna kolvetni í undirgrundini aðrastaðni enn í Gullhorninum C M Y K 9 8