Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 17 VIKUSKIFTI enda mál er at útvega Ungarn og tí ung arska fólkinum eina betri framtíð. Tær víðgongdu høgrakreftirnar síggja seg sjálvar sum verjar fyri tí, sum er ungarskt, og sum tann sein asta verjuskansan ímnóti altjóða kapital­ inum, ES og fólksins fíggindum, sum eru jødar, romanar, kommunistar og sam kynd. Hóast jødar og romanar hava livað í Ungarn og verið við til at menna landið síðani miðøldina, eru teir sam­ bært Jobbik ikki partur av tí ungarska fólk inum. Tvørturímóti verða teir báðir fólkabólkarnir lýstir sum fremmanda­ fólk, ið liva sum snúltarar á tí ungarska samfelagslikaminum. Skrúðgongur í gøtunum Men tær víðgongdu høgrakreftirnar brúka ikki bara tann politiska pallin til at gera vart við seg. Tær hava eisini sett dám á gøtumyndina í Budapest og aðrastaðni við skrúðgongunum hjá Ungarsku Garduni, sum er tann hálvhernaðarliga greinin av Jobbik. Tað er ikki sørt, at teir svørtu búnarnir hjá garduni minna um búnarnar hjá fascistunum í tríatiárunum, og tað er ikki so løgið, at búnarnir og tey facsistisku tekinini hjá garduni hava loypt ræðslu á teir umleið 100.000 jødarnar og teir 70.000 romanarnar í Ungarn. Í fjør settu myndugleikarnir forboð fyri teimum ágangandi skrúðgongunum, men tær hava kortini hildið fram í teimum fátæku býlingunum, har fyri tað mesta russar búgva. Alment skal tann hálvhernaðarliga gardan tryggja lóg og landaskil og verja landið, men higartil hevur hon bara elvt til spenning millum romar og etniskar ungarar. Hildið verður fyri vist, at Tann Ungarska Gardan hevur skipað fyri minst 60 álopum á romar teir seinastu átjan mánaðirnar. Minst sjey fólk eru myrd í sambandi við ágangin, og løgreglan hevur sagt, at tað eru fólk við hernaðarligari útbúgving, sum hava lagt álopini til rættis. Myndugleikarnir hava lovað samsýning, um onkur vil avdúka teir seku, men tað hevur ikki fingið nakran at slatra. Kanska ikki so løgið, um havt verður í huga, at eitt av fakfeløgunum hjá løgregluni hevur gjørt samstarvssáttmála við Ta Ungarsku Garduna. Fascistiskur statur Eitt av aðalmálunum hjá Jobbik er, at Ungarn skal hava síni mistu landaøki aftur, sum sagt verður. Eitt úrslit av Trianonsáttmálanum frá 1920 var, at 70 prosent av tí søguliga Ungarn endaðu sum partar av grannalondunum, har stórir ungarskir bólkar samstundis endaðu sum minnilutar í øðrum landi. Hesi øki og hesi fólk skulu leggjast afturat Ungarn í einum Stór­Ungarn, sigur Jobbik. Ein nýggj konservativ stjórn undir leiðslu av Viktor Orbán fer at snara Ungarn longri til høgru. Hann var eisini forsætisráðharri í Fidesz­ stjórnini, sum sat við valdið frá 1998 til 2002. Við avgjørdum meirluta í tjóðartinginum kann Orbán skerja skrivi­ og talifrælsið, lækka skattin, skapa arbeiðspláss og lata dyrnar upp fyri einum marknaðarbúskapi. Gabi Gleichmann heldur, at møgu­ liga fara hesi tiltøk at avmarka gróðrar­ líkindini hjá Jobbik, men sjálvur hevur hann ikki tær bestu vónirnar. – Tað er stórur vandi fyri, at Orbán, sum hevur víst seg at skjótur at slaka fyri víðgongdum høgrakreftum, verður bundin av stuðuli frá Jobbik og fer at sleppa flokkinum inn í tann politiska hitan. Hendir tað, tekur Ungarn eitt risafet ímóti at gerast tann fyrstu fascistiski staturin í Evropa í hesari øldini, skrivar Gabi Gleichmann. (Kelda: aftenposten) aScISman ropa mynd: polfoto