fríggjadagur 23. apríl 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72
18
Sosialurin
500 børn liva
í fátækadømi
í føroyum
Rigmor Dam
Hon hevur ikki ráð til at keypa
børnunum mjólk hvønn dag. Í
staðin keyp ir hon eitt blikk av
kálk tablett um fyri 100 krónur.
So fáa tey um ikki annað kálkina.
Ein onnur hevur ikki ráð
til kjøt, og fær tískil allan
døgurðamat frá privata hjálpar
felagsskapinum
“Hjálp in”,
sum
koyrir
útging nan
mat
frá handlunum út til stakar
uppihaldarar. Hó ast kjøtið ofta
er brúnt og ikki reytt, er tað
frægari enn onki kjøt, tí børnini
standa í vøkstri.
Ella hvat vit mammuni, sum
fer oman á bakka við tráðu í
hond eftir smáfiski, tí køli s kápið
er skralltómt.
Støku
uppihaldararnir
siga við ein munn, at tað er
ikki yvirskot til annað, enn
tað hægst neyðuga. So brillur,
tann lækni, kavadraktir, gagg
ur, vetrarstivlar, føðin g ar dagar,
ferðir, konfirmatiónir ella boyli
til tennirnar á barni num koma
altíð í síðstu røð. Tí peningur er
ikki til slíkt.
Alt hetta í lítla loyni króki num
í Norðuratlantshavi: Para dís
inum Føroyum!
Stættamunurin økist
Mikukvøldið var stórt til tak
í
Miðlahúsinum,
har
nýggj
kanning um korini hjá støkum
uppihaldarum í Før oyum varð
avdúkað.
Eitt fullsett hús, har ímill um
eisini fýra politikarar, lýddi á
skakandi føroyska veru leikan, tá
tær báðar Siri Hansen og Annika
Antonius sen, sum báðar hava
lisið Cand. Ped. Soc á Danmarks
Pedago g iske Universitet, greiddu
frá úrslitunum av kann ingini.
Sambært teimum er hug
burð urin í Føroyum sum heild,
at her er onki fátæka dømi, og
at familjan altíð traðk ar til, tá
ringast veit við.
Men,
tá
samfelagið
á
hendan hátt skákar sær undan
vælferðarábyrgdini og leggur
hana yvir á familj ur nar, er
vandi fyri, at munurin millum
fátøk og rík bara økist, sigur
Annika
Antoniussen,
sum
í
hesum sambandi vísir á, at
polariseringin, ella stætta mun
urin, uppstendur, tá tað er upp
til familjurnar einsa mall ar at
taka um endan.
Tí øll hava bara ikki hasa
familju na við yvirskoti til at
hjálpa vaksnum børnum og
barna børnum, sigur hon.
Hava tvey og trý størv
Alt hetta, í smáum før oysk um
barnafamiljum við bert einum
forsyrgjara.
Familjum, ið sum oftast búgva
bíliga til leigu hjá privat um
útleigarum, og sum hvørja løtu
kunnu verða sett ar á gøtuna.
Og ikki í alkaholiseraðum,
sjúk um ella á annan hátt veik
um familjum, men hjá hart
arbeiðandi og útbúnum vaks
num forsyrgjanum, sum ofta
hava bæði tvey og trý størv fyri
at fáa ráð til mat.
Tað eru í øllum førum 1.000
stakir uppihaldarar í Fø r o yum,
og roknað verður við, at tað í
minsta lagi eru 500 børn, sum
liva í fátæka dømi.
Í kanningini hava Siri Hansen
og Annika Antonius sen tosað
við 22 stakar uppi haldarar kring
Vælferð Nógv børn í Føroyum líða
neyð vegna fátækadømi. Hetta kann
hava stórar avleiðingar fyri børnini,
bæði sálarliga, kropsliga og sosialt.
Hetta siga tær báðar, Siri Hansen og
Annika Antoniussen, sum hava kannað
livikorini hjá støkum uppihaldarum
– Materiella undirskotið kann hava
avleiðingar fyri menningina og sosiala
lívið hjá barninum