Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 18 VIKUSKIFTI Grannakonan varð bukað Góða Rigmor Eg eri uppvaksin í einari lítlari bygd. Vit høvdu eitt gott grannalag, og eg hevði ein lukkuligan barndóm. Nú eg eri vaksin, havi eg funnið útav, at grannakonan varð illa bukað av manninum. Eg eri vís í, at mamma mín, sum nú er deyð, visti hetta, tí hon og grannakonan vóru góðar vinkonur. Men hóast hetta helt harðskapurin fram og grannahjúnini eru enn saman. Men hvussu kundi mamma liva við hesari vitan, uttan at gera nakað? Tað skilji eg ikki, tí eg hevði ikki sjálv klárað at latið sum onki. Og hvussu heldur tú, at rættast er at gera, um man veit, at ein vinkona verður bukað? v. Dóttirin Góða dóttir Eg rokni við, at tú ert vís í, at mamma tín onki gjørdi. Helst var mamma tín av gamla »flinkeskole« slagnum, sum vardu mangt eitt tabu og hildu einari ræðandi tøgnmentan uppi. Hugsa bara um evni sum kynsliga misnýtslu av børnum, konubuking, sexualangist, rúsdrekkamisnýtslu og mangt annað, sum man bara ikki tosaði um. Tað kann eisini vera, at mamma tín var ein klók kona, sum visti, at um hon var alt ov dømandi og blandaði seg alt ov nógv uppí, var vandi fyri, at hon kom at styggja vinkonuna frá sær. Og hvør skuldi so vera har fyri hana, tá ringast leikaði á? Sum vitni til harðskap millum hjún skulu vit ansa eftir ikki at vera ov fordømandi. Bukaða kvinnan veit væl, at harðskapurin er ikki í lagi. Men tað er sum kunnugt ikki altíð skilið, men kenslurnar, sum stýra okkum. Bukaða kvinnan elskar ofta mannin onkursvegna. Men hon elskar ikki illgerðir hansara. Tí kann tað vera sera torført at fara frá manninum, »tí hann er sooo fittur, tá hann ikki er harðligur«. Um kvinnan kennir á sær, at vinkonan fordømir hana, ella nýtir eitt og hvørt høvi at mæla henni til at fara frá manninum, kann endin vera, at hon stoytir vinkonuna frá sær. Hon veit væl, at tað er ikki í lagi, at vera verandi hjá manninum – hon skammast snøgt sagt. Og so hava tær kanska mist sambandið fyri altíð. Men slepp ikki bukaðu vinkonuni upp á fjall. Finn javnvágina millum at vísa henni á ein annan veruleika, at lurta og at vísa umsorgan. Tú skalt hvørki taka ábyrgd ella avgerðir fyri hana. Men tak frástøðu frá harðskapinum og tosa skil við hana viðhvørt. Minn hana á tað góða lívið og dreymarnar, sum einaferð vóru. Og at hon til eina og hvørja tíð kann søkja sær stuðul hjá tær, um hon velur at fara frá manninum, til dømis við at vísa henni til Kvinnuhúsið. Men ansa eftir ikki at styggja hana frá tær. Her er lurtandi leikluturin góður, so kvinnan hevur onkran at venda trupulleikunum við. Tá kemur hon vónandi sjálv til ta niðurstøðu, at best er at gera enda á parlagnum. v. rigmor Eg havi stolið Góða Rigmor Eg eri ein kona í 60unum. Eg havi gjørt nakað forferdiliga skeivt, tí eg havi stolið í einum handli. Áðrenn eg visti av, lá ein steik og nakrir borðklútar í taskuni. Eg veit ikki, hví eg gjørdi tað, og eg havi ongantíð gjørt slíkt fyrr. Ongin veit sjálvandi av hesum, og eg eri so flóv og skamfull yvir tað. Eg havi ikki verið inni í handlinum aftur, tí eg eri so bangin fyri, at tey kanska hava sæð meg gera hetta, og av tí, at eg eri so tilkomin, lata tey sum luft. Eg hugsi alla tíð um tað, og eg angri so bitturliga, at eg gjørdi tað. Tað var slett ikki av neyð, men eg føldi bara, at tað var spennandi at gera tað akkurát tá. Rigmor, heldur tú man kann broyta persónligheit soleiðis bara eina lítla løtu? Tað var akkurát sum um, at tað ikki var eg, sum gjørdi tað. Heilsan omman Góða omman Ja, hatta er ein keðilig støða, tú ert komin í. Serliga um tú hugsar um tað alla tíðina og ikki torir inn í handilin aftur. Men heilt erligt, hatta hendi og ongin er deyður! Tú spyrt, um eg haldi, at man kann broyta persónligheit bara soleiðis í eina lítla løtu. Ja, tað trúgvi eg faktiskt. Vit hoyra jú javnan um fólk, sum fremja brotsverk, men ikki verða revsað, tí mett verður, at tey vóru óútroknilig í brotsløtuni. So kanst tú bara ugga teg við, at tað var ein steik, og ikki ein ósekur persónur, sum tað gekk útyvir. Annars haldi eg tað vera nærliggjandi at hugsa, at tú kanska manglar spenning og innihald í gerandisdegnum. Tí fari eg at mæla til, at tú finnur okkurt stuttligt at ganga uppí saman við vinfólki: Svimjið í sjónum, tjaldið við Fjallavatn, farið ein tyrlutúr, fáið tykkum eina kenning ella bjóðið tykkum fram sum leikarar í lokala sjónleikarfelagnum.. Og far so til handils aftur í morgin har tú komst til at nápa eina steik og nakrir borðlappar. v. rigmor Daman lukkar av Góða Rigmor Eg eri ein 27 ára gamal drongur. Eg komi saman við eini gentu, sum er 22. Problemið hjá mær ella okkum er, at hon ikki vil í song við mær. Vit eru komin saman í 11 mðr. nú, og eg eri ógvuliga góður við hana. Men tá tað kemur til hatta er ongin kjansur. Tað er ikki av religiøsum orsøkum ella at hon vil verða gift fyrst. Hon sigur, at hon elskar meg, men nú haldi eg, at eg havi bíðað nóg leingi. Tá eg tosi við hana um tað, lukkar hon av og vit koma ikki víðari. Eg vil gjarna hava børn og konu, men tað verður ikki við henni við hetta lag. Annars er hon ein livandi, sjarmerandi, pen og ja alt genta. Heilsan sjeikurin Góðir sjeikurin Eg skilji væl, at tú ert ørkymlaður, um tú ikki sleppur saman við damuni aftan á næstan eitt ár. At hon fullkomiliga lukkar av, kundi bent á, at har er meira í málinum enn tú og eg skilja. Tí skalt tú taka gentuna í hondina, og krevja av henni, at tit leita tykkum hjálp. Antin hjá lækna, sálarfrøðini ella sexologi. Tí sjálvandi vil ein vaksin maður sum tú hava kynsligt samlív við unnustuni. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Um ljót orð verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð Orðið 'tjóð' er sama orð sum tað týska 'deutsch' og hevur bara týdningin 'fólk' ella 'hópur av fólki'. Tí kalla íslendingar týskarar fyri tjóðverjar. Men onnur orð eru, sum eru líka ljót. Til dømis 'altjóðagerð'. Hetta skrímslið er ljótt upp á fleiri mátar. Tað minnir um pressuger og illgerð og brotsgerð. Og so er tað eisini rimpað saman við makt. Vit høvdu fenomenið 'inter nationes' = millum fólkini, fólkanna millum. Tað verður brúkt í politiskum týdningi (fæloysingar í øllum londum, gangið saman!), og ein vakur sangur eitur eisini internationali. Vit kenna eisini orðið 'transnationalt', sum verður brúkt um kapitalistiskt virksemi tvørtur um lond og fólk – ikki at forveksla við tað internationala, sum sameinir fólkini. Men hvønn semantiskan førning hevur so 'altjóðagerðin'? Skulu vit internationaliserast, og hvat er so tað? Nógv hentari er orðið 'globalisering'. Øll kenna (og summi eiga) ein globus. Navnframir globetrottar eru Leivur Hepni og Christoffer Columbus, so globaliseringin hevur altíð verið. Nakað annað er, at hon er nógv intensiverað hesa seinastu tíðina, hóast tær virðisleysu pengamilliardirnar satt at siga ikki tykjast hava so stóra bindikraft. Lat okkum varðveita orðið 'globalisering'. Tá ið vit kunnu spasera og fernisera og modernisera og tapetisera, so kunnu vit eisini globalisera. (AN)