Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 23. apríl 2010 · Nr. 72 Sosialurin alt landið. Av teimum vóru fýra stakir páp ar. Í kanningini verður stað fest, at ein stakur uppi haldari skal forvinna í minsta lagi 30 prosent meira enn onnur, fyri at fáa tað at mæla runt. Sostatt skuldu tær heilt upp á eina inntøku á 42.000 krónur um mánaðin, áðr enn staki uppihaldarin sjálv/ur metti, at viðkomandi hevði nóg mikið. Børnini líða Hesi 500 børnini líða neyð. Ikki afrikanskt fátækadømi, men lutfalsligt fátækadømi, sum tað verður rópt í okkara parti av heiminum. Hetta er fátækt millum miðal hampa borgarar, sum kann elva til sosiala av byrgj an, marginalisering og negativan sosialan arv hjá børnunum. Fyribrigdi, ið vanliga ikki verða góð tik in í skandinaviska væl­ ferðar sam felagnum. Men eftir øll um at døma í Føroyum. Í kanningini um stakar uppi­ haldarar greiða for eldr ini frá, at tað ringasta er ikki, at tey sjálvi mangla eitt sind ur her og har. Nei, tað ringas ta er, at børnini líða und ir, at ráðini eru ongantíð til tað, sum onnur børn fáa. At børnini altíð skulu vera við undirlutan. Ongantíð sleppa at ferðast og at hava positivar upplivingar, sum tey kunnu deila við hini børnini. At tey ikki eiga leikur ella lutir, sum til dømis teldu, fartelefon, spæli maskin­ ur, rulluskoytur og so framvegis. Børnini hjá støkum uppi­ haldarum skilja seg burturúr rúgv uni, tí tey fáa ongantíð nýggj ar, fínar leikur, sum er vælumtóktar millum hini. Leik­ ur og upplivingar, sum eru so umráðandi fyri at kunna luttaka í sosialum virk semi saman við vinfólki. - ..sum støk mamma havi eg ikki ráð at keypa teimum Play - station ella Nintendo DS o.s.fr.. grannagentan, sum dóttir in spælir við, eigur bæði Nintendo, Playstation og egna teldu, hóast hon er bert 5 ár. Dóttir mín dugir enn ikki at tendra eina teldu, for ­ tel ur ein mamma. Avleiðingin av, at barnið hev­ ur ikki atgongd til teldu kann gerast, at barnið lærir ikki at brúka hana, tí tað sær ikki foreldrið brúka teldu. ­ Materiella undirskotið kann hava avleiðingar fyri menn ing­ ina og sosiala lívið hjá barninum. Eitt barn skal ikki altíð hava tað nýggjasta nýggja, men tað skal heldur ikki altíð vera sama barnið, sum onki fær, siga tær báðar, Siri Hansen og Annika Antoniussen í høvuðs uppgávuni. Skúlin ikki fyri fátøk Men fíggjarliga trongstøðan í heiminum hevur ikki bara avleiðingar fyri materiella ríki dømið. Eisini í mun til upp livingar og tiltøk merkja familjurnar stóran mangul. Hetta hevur eisini við sær, at børn ini mugu avlýsa sosial til tøk. Í kanningini nevna tær eitt nú hetta við, at spara upp til ferðir í skúlanum. Hetta kann vera sera trupult hjá ein um støkum uppihaldara. Um viðkomandi til dømis hev ur trý børn, sum skulu rinda 300 krónur á konto um mánaðin, so ber tað als ikki til, tá tiltøkupenginurin til mat, klæðir – Eitt barn skal ikki altíð hava tað nýggjasta nýggja, men tað skal heldur ikki altíð vera sama barnið, sum onki fær Eitt fullsett hús, harímillum eisini fýra politikarar, lýddi á skakandi føroyska veruleikan, tá tær báðar Siri Hansen t.v. og Annika Antoniussen, sum báðar hava lisið Cand. Ped. Soc á Danmarks Pedagogiske Universitet, greiddu frá úrslitunum av kanningini Mynd: Jens Kristian Vang 100 krónur kostar eitt blikk av kálktablettum. So fáa børnini um ikki annað kálk, tá vit nú ikki hava ráð til mjólk! Støk framhald...