Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 72 · 23. apríl 2010 19 VIKUSKIFTI Málið við lívinum – at tapa seg 43Things byrjaði í Seattle í 2005. Heimasíðan er gjørd soleiðis, at fólk skriva, hvat meiningin við lívinum er. At hava eini 43 mál er passaligt, halda fólkini handan heimasíðuna. Síðan hevur sera nógvar vitjanir, og tað ber eisini til at fáa samband við fólk, ið hava somu mál í lívinum sum ein sjálvur. Nú hava tey gjørt ein lista yvir 100 tey mest vanligu tingini, ið vit vilja uppnáa í lívinum. Her eru 20 tey ovastu: Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Guðrun Heðinsdóttir Mortensen Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Deiggj: 25 g av sukri 1 egg 50 g av ger 1 dl av mjólk 1/2 tsk av salti 300 g av mjøli 1 dl av flótandi Becel ella 100 g margarin Køkukrem: 2 egg 1/2 tsk av vaniljusukri 4 spsk av sukri 2 spsk av Maizena majsstívilsi 2½ dl av mjólk … ella tú kanst keypa liðugt køkukrem (og tað er minst líka gott) Lekrir bollar við køkukremi – Uml. 12 stk. lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Hita mjólkina til hon er flógv og rør gerina í. Tá gerin er upployst, skal alt eltast saman. Er deiggið heldur bleytt, so koyr eitt sindur meira av mjøli í. Koyr deiggið í tveir partar, rulla út og sker hvørt stykkið í seks fýrkantar. Legg passaligt av køkukremi á fýrkantin, tak í tey bæði hornini skrátt yvir av hvørjum øðrum, inn móti miðjuna og klemma væl saman, so kremið ikki rennur úr meðan bollarnir verða bakaðir. Vend teimum, so samankomingin vendir niðureftir, og legg teir á plátuna at ganga í 15 min. Hita ovnin til 200 stig. Baka eina plátu í senn mitt í ovninum í 15-20 minuttir, til bollarnir eru ljósabrúnir. Kann vera, at nakað av kreminum er runnið úr undir bakingini, men tað bilar einki. Smyr sjokulátuglaring á bollarnar, tá teir eru kølnaðir. At tApA seg, gevAst At útsetA ting, skrivA einA bók og blívA forelskAð. tAð erU fýrA tey vAn­ lig AstU málini, ið brúk­ Ar Ar nir á heimAsíðUni 43things.com hAvA. Sjokulátuglaring 125 gr av flormelisi 1 spsk av kakao 2 spsk av kókandi vatni – ella til tað er passaliga tjúkt (appelsinsaft kann eisini brúkast) 1. Tapa seg 2. Gevast at útseta ting 3. Skriva eina bók 4. Blíva forelskað 5. Eydnurík 6. Fá sær eina tatovering 7. Drekka meiri vatn 8. Gifta seg 9. Ferðast kring allan heim 10. Ferðast uttan mál 11. Síggja norðlýsið 12. Læra seg spanskt 13. Spara pengar 14. Mussast í regninum 15. Fotografera meira 16. Fáa nýggjar vinir 17. Læra seg at spæla gittar 18. Keypa eitt hús 17. Skuldafrí 20. Lesa fleiri bøkur (kelda: www.43things.com)