mánadagur 26. apríl 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tá ið dysturin millum Man
chester City og Arsenal byrj
aði leygardagin, setti Finn
Nielsen í Havn seg at hyggja.
Sonurin Gunnar sat á beinki
num sum málmaður, og pápin
hevur tí alla tíðina fylgt væl
við, hvussu gongst hjá liði
hansara Manchester City.
Finn Nielsen sá teir fyrstu
60 minuttirnar av dystinum,
men noyddist so at fara.
Ikki visti hann, at sonurin
10 minuttir seinni kom inn í
málið og helt tað reint teir 22
minuttirnar, sum eftir vóru
av dystinum.
– Eg havi verið úti og leitað
á netinum, men havi bara
funnið okkurt smávegis frá
dystinum. Dysturin kemur
ikki út á netið fyrr enn um
einar tvær vikur, sigur Finn
Nielsen.
Hegni krevst
Fótbóltsspælarar, sum eru
so hepnir og dugnaligir at
koma í Premier League, vóna
alla tíðina at sleppa á vøllin.
Finn Nielsen fæst ikki at
siga, um tey høvdu væntað,
at Gunnar slapp í málið, men
hann hevur frammanundan
spælt bæði við Blackburn og
við eykaliði hjá City.
– Tað ber ikki til at fáa
sáttmála við slík lið, uttan
so at spælarin hevur gávur,
sigur Finn Nielsen.
Gunnar Nielsen var bara
15 ára gamal, tá ið hann fór
til Danmarkar á fótbólts
skúla saman við trimum
vinmonnum, sum allir fóru
at spæla við Frem.
Sum smádrongur spældi
hann við HB.
Stuðlaður heimanifrá
– Vit hava altíð stuðlað
honum í fótbóltinum, men vit
settu sum treyt, tá ið hann var
liðugur við fótbóltsskúlan,
at hann skuldi fáa sær eina
miðnámsútbúgving. Aftaná
tað var hann nóg vaksin til,
sjálvur at ráða, sigur Finn
Nielsen.
Tá so Gunnar hevði tikið
miðnámsskúlaprógv,
fór
hann á handilsskúla í Ishøj
uttan fyri Keypmannahavn.
Hetta er ein handilsskúli fyri
elituítróttarfólk, og øðrvísi
við hesum skúla er, at tað
verður ikki kravt líka nógv
uppmøting. Hugt verður bara
eftir, hvussu næmingurin
stendur seg.
Gunnar tók hægri handils
skúlaprógv og kundi so fara
víðari.
Nú er Gunnar Nielsen 23
ára gamal. Hann hevur før
oyska unnustu, og tí væntar
Finn Nielsen næstan, at
sonurin eina ferð kemur heim
aftur til Føroya at búgva.
Men hann kemur neyvan,
so leingi hann roynir at gera
professionella karrieru.
Nú bíðar familjan hjá
Gunnari bara eftir at frætta,
um Gunnar aftur sleppur at
royna seg i málinum. Man
chester City hevur tríggjar
tydningarmiklar
dystir
eftir, og kanska skal Gunnar
Nielsen spæla teir dystirnar.
randi@sosialurin.fo
Er errin av soninum
FÓTBÓLTUR Foreldrini hjá Gunnari Nielsen hava altíð
stuðlað soninum. – Men vit settu sum treyt, at hann skuldi
taka miðnámsútbúgving, sigur pápin Finn Nielsen
Finn Nielsen, sum er
pápi Gunnar, er spentur
upp á komandi systirnar
hjá Machester City
Randi Jacobsen
Kriminalpolitiið
hevur
fingið nakrar fráboðanir frá
fólki, sum hava havt ilgruna
um, at onnur dyrkað hassj
heima.
Mánadagin
eygleiddi
politiið tí eini hús í eystur
býnum í Havn.
Um kvøldið kom ein
maður á gátt í húsunum,
og tá ið hann koyrdi avstað
aftur, varð hann eltur av
politinum, sum tók mannin.
Maðurin hevði hassj hjá
sær.
So fór politiið til húsini,
har politiið í einum kamari
fann 27 hassjplantur um
framt roykiklárt hassj og
útgerð.
Deymurin stóð frá øllum
plantunum, og soppavøkstur
var um alt kamarið.
Tann umleið 30 ára
gamli maðurin, sum hevði
plantasjuna,
varð
tikin,
og mikudagin var hann í
rættinum.
Hann kærdi, at politiið
hevði rannsakað húsini,
men rætturin segði tað vera
í lagi.
Hald varð lagt á plantur,
hassj og útgerð. Planturnar
fyltu upp í ein stóran posa,
og deymurnar var so nógvur,
at av heilsuávum vórðu
planturnar fyribeindar.
Maðurin við hassjplan
tasjuni búðí í húsunum
saman við konu og barni,
og við tað at eitt barn var
í húsunum, varð fráboð
an send sosialu myndug
leikunum.
randi@sosialurin.fo
Hassjplantasja
avdúkað í Havn
RÚSEVNI Kriminalpolitiið
legði í seinast viku halda á 27
hassjplantur umframt hassj og
útgerð í einum húsum í Havn
haSSj
27 slíkar plantur fann
politiið í húsunum
Tá íslendsku bankarnir fóru á heysin á heysti í 2008, var føroyski vinnulívsmaðurin Jákup á Dul Jacobsen
stórkundi í bankunum Glitni, Kaupting og Landsbankanum. Skuldin lá í níggju feløgum, sum tilsamans
skyldaðu teimum trimum bankunum 470 milliónir evrur. Hetta kemur fram í frágreiðingini, sum tann
serliga kanningarnevndin hjá Altinginum hevur skrivað. Har sæst, at lánini hjá feløgunum hjá Jákupi á
Dul Jacobsen vuksu støðugt frá 2005 og úteftir, og at tey vóru upp á tað mesta síðst í september í 2008 ella
beint undan bankaskrædlinum. Tey størstu lánini vóru frá Kaupting, og tey vóru oman fyri 300 milliónir
evrur, tá skuldin var upp á tað mesta. Lánini frá Landsbankanum vóru upp á 250 milliónir evrur. Seinasta
heyst kom fram, at Jákup á Dul Jacobsen var fluttur úr Íslandi við familjuni. Nú býr hann í Shanghai í
Kina. Eg keypi so miki nógv úr Kina, at eg verði helst noyddur at vera har og at taka mær av keypinum,
segði Jákup á Dul Jacobsen tá.
Flutti til Kina undan milliardaskuld