mánadagur 26. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
10
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Her fyri vóru vóru Ingvør
Justinussen, varaleiðari, og
Bjørghild Djurhuus, heilsu
frøðingur frá Gigni heilsu
frøði til børn & ung í Jakarta
sum konsulentar hjá Mercy
Corps. Hetta var eftir áheitan
frá Mercy Corps í samband
við
verkætlanina
BEST
projekt í Jakarta.
Endamálið
var
at
samskifta við, ráðgeva og
stuðla myndugleikum, fak
fólkum og Mercy Corps í
arbeiðnum við at stovnseta
eitt miðstøðir, grundaðar á
konseptið Gigni í Føroyum,
fyri at betra um heilsu
tænastuna til familjur við
børnum í Norðurjakarta.
Verkætlanin er millum
annað stuðlað av Føroya
Landstýri.
Men hvussu ber tað til, at
hjálparfelagsskapurin Mercy
Corps og myndugleikar í
Jakarta biðja fólk úr Føroyum
at koma har?
Kunnu føroysk fakfólk og
føroyskur hjálparpeningur
gera nakran mun í einum so
stórum býi sum Jakarta?
Hetta, saman við áhuga
verdum myndum og films
klippum verður at hoyra
og síggja meira um í Miðla
húsinum klokkan 19.30.
eirikur@sosialurin.fo
Føroysk vitan eftirspurd í Jakarta
Eirikur Lindenskov
Sannur hátíðardámur var
í
nýggja
Skúlanum
við
Ósánna, sum seinnapartin
leygardagin varð vígdur av
Hanusi á Gørðum, presti.
Kristian Rasmussen, verk
frøðingur hjá Landsverki,
sum saman við Boga Hansen,
verkfrøðingi,
hevur
verið
byggiharraumboð
vegna
kommununa í sambandi við
hesa byggingina, segði nøkur
orð, áðrenn hann handaði
Gunvá við Keldu, borgarstjóra,
lykilin til nýggja skúlan.
Gunvá við Keldu, borgar
stjóri, segði síðan nøkur
orð, har hon millum annað
ynskti Símuni Petur Hjelm,
skúlastjóra,
tillukku
við
nýggja skúlanum og handaði
honum lykilin til skúlan.
Sera stór mannfjøld møtti
upp til hesa hátíðarløtuna,
har Klaksvíkar Hornorkestur
legði fyri undir leiðslu av Ova
Olsen. Tvey næmingakór
sungu og ein kvinnukvartett,
mannað við lærarum sang
eisini, sigur Dávur Winther,
marknaðarleiðari hjá Klaks
víkar kommunu.
Millum røðararnar vóru
eisini
Jógvan
Skorheim,
mentanarnevnarformaður,
Símun Petur Hjelm, skúla
stjóri, Charlotta Thorsteins
son, lærari, og Símun Gullak
sen,
skúlastýrisformaður,
sum bóru fram heilsanir og
fagnaðu nýggja skúlanum,
sum
hevur
hópin
av
nýmótans tókni og er munin
rúmligari enn hin fyrri.
Eisini eru tríggjar mið
hallir, ein stór og tvær smærri
til framhaldsdeildina. Onnur
av hesum høllum hevur
tilknýti til miðlaverkstaðið
ella bókasavnið og skúla
stovur og hin til serhølini.
Skúlin er ljósur og lættur
og útsýnið gott.
Nógv fagnaðu nýggja Skúlanum við Ósánna
SKÚLI Leygardagin 24. apríl 2010 var almenn móttøka í nýggja Skúlanum við Ósánna,
har fyrsti skúladagur verður mánadagin, og áhugin at síggja skúlan var ovurstórur
HJÁLP Komandi mikukvøld klokkan 19.30 verður framløga um
hjálpararbeiði í Jakarta, Indonesia í Miðlahúsinum. Tað er Heilsu
málaráðið saman við Gigni heilsufrøði til børn & ung sum skipa fyri
3.100
fermetrar
Tann parturin av
skúlanum, sum
í hesum umfari
verður tikin í
nýtslu, er 2200
fermetrar til víddar,
og víðari byggingin,
sum kemur at taka
eitt gott ár, fevnir
um góðar 900
fermetrar aftrat.
Skúlin verður tá
3100 fermetrar
til støddar við 18
skúlastovum og 5
serstovum.
Bjørghild Djurhuus
og Ingvør Justinussen
í mammubólki í
Norður Jakarta
Ítróttarháskúlin Ikast fer í annaðkvøld at greiða frá, hvussu tað er at ganga á háskúla og samstundis venja
nógvan ítrótt. Hetta verður gjørt í Miðlahúsinum í annaðkvøld klokkan 19. Í tíðindaskrivi sigur ítróttarskúlin,
at tey vilja bjóða føroyskum lesandi á skúlin fyri hálvan prís, sum er 750 krónur um vikuna. Á fundinum
í Miðlahúsinum fer Jesper Johnsen, undirvísari við ábyrgd fyri hondbóltsakademinum hann hevur fyrr
verið venjari hjá Hornsens og FC Midtjylland kvinnur, vunnið Europa Cup í 2004, og verið venjari hjá Ikast
í fyrstu deild og Skanderborg og Skovbakken. Jonas Dal Andresen er eisini undirvísari við ábyrgd fyri
fótbóltsakademinum, hann er fyrrverandi yrkisfótbóltsleikari. Eisini fara Rói Danielsen, føroyskur næmingur
á ISI hondbóltsakademinum 2006/07 og Heidi Joensen, føroyskur næmingur á ISI hondbóltsakademinum
í 2006, at greiða frá. Ítróttarháskúlin Ikast heilsar, at øll eru vælkomin til fundin.
Leita eftir næmingum til ítróttarháskúla
Nógv fólk vóru komin í Ósáskúlan
leygardagin, tá nýggi skúlin varð vígdur
Mynd: Dávur Winther