Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73 Sosialurin Vilmund Jacobsen Sunnumorgunin gjørdist eigarin av eini stórari svartari ær á eini trøð á Glyvrum rættiliga ovfarin, tá ærin hjá honum gekk við heili fimm lombum niðri í bønum – og tvey onnur fullborin lomb lógu deyð nærindis. Símun Pauli Jacobsen, sum eigur ærina, siglir við Finni Fríða, men var heima, nú sjáldsama hendingin fór fram. – Ærin, sum er nøkur ára gomul, hevur fleiri ár havt tvey lomb, men í fjør kom einki undan. Vit høvdu tvær ær og ein brund hjá okkum sjálvum, men hann hevur neyvan gjørt nógv til nyttu. Hvørgin ærin á trøðni lembdi í fjør. Sjey í tali – Í ár hava vit havt ein brund, sum er ættaður Undan Egg í Elduvík. Seyðurin gekk í einum gerði, sum ligg ur upp­ at okkkara, og í brunds tíðini høvdu vit opið millum gerð­ ini. Nú bar betri til, ásannar Símun Pauli. Hann sigur seg ikki hava havt varhugan av, at ærin fór at lemba fleiri lomb, men her fekk eigarin annað at síggja. – Eg var til arbeiðis, og tað var grannin, Ólavur Sam­ uelsen, sum ringdi til Erhard Knudsen um 9.30­tíðina sunnu morgunin. Erhard hevur áður havt seyð í gerð­ inum og hevur stóran áhuga fyri seyði. Seinnu árini plagdi eg at hjálpa honum. Vermóðir mín, Marjun Ennigarð, sum býr beint omanfyri trøðna, var komin úr arbeiði um 07­tíðina sunnumorgunin, og tá hevði ærin ikki lembt. Símun Pauli sigur, at eftir at Ólavur hevði ringt, varð farið oman á trøðna at hyggja, hvussu út sá, og nú vísti tað seg, at ærin hevði lembt ikki færri enn sjey lomb! – Niðri í gerðinum gekk ærin við heili fimm lombum, sum øll vóru á lívi – og tvey fullborin lomb lógu deyðfødd nærindis. Símun Pauli sigur, at ein maður, ið hevði hoyrt um øll lombini, sum ærin á Glyvrum hevði lembt, ringdi og spurdi, um hann kundi fáa eitt lamb úr rúgvuni, tí ærin hjá honum hevði mist sítt lamb. Jú, tað var gamaní. Trý eru deyð Í morgun, tá Sosialurin tos aði við Símun Paula Jacobsen, visti hann at siga, at nú er eitt lamb tíverri deytt aftrat, soleiðis at ærin, sum í gjárkvøldið gekk við fýra lombum, nú gongur við trimum. – Eg var niðri í gerðinum í morgun klokkan 05.30, og tá lá hetta eina lambið deytt við síðuna av ærini. Hann sigur, at av teimum fýra lombunum, sum ærin gekk við í gjárkvøldið, tóktist eitt lamb heldur minni og kanska tyngri á beinunum enn hini trý, men tað var ikki hetta lambið, sum lá deytt í morgun. Símun Pauli Jacobsen sigur seg í morgun ikki hava tosað við mannin, sum fekk hitt eina lambið frá honum. – Men seinast, eg visti, gekk alt væl, og ærin hevði tikið lambið til sín, sigur hann. Stórt forvitni hevur verið um ærina á trøðni á Glyvrum, sum sunnumorgunin lembdi øll hesi sjey lombini, og væl av fólki hevur verið á Glyvrum og hugt at hesum. vilmund@sosialurin.fo Trý av sjey lombum eru deyð 7 LOMB Ærin á Glyvrum, sum sunnumorgunin lembdi tilsamans sjey lomb, hevur nú mist trý av sínum lombum. Tvey vóru deyðfødd, og síðstu nátt doyði hitt triðja lambið. Eftir eru nú fýra lomb, sum eftir umstøðunum síggja út til at hava tað gott ... niðri á trøðni gekk ærin við heili fimm lombum, sum øll vóru á lívi – og tvey fullborin lomb lógu deyðfødd nærindis... Símun Pauli JacobSen Ærin, sum einki lamb hevði í fjør, lembdi ikki færri enn sjey lomb sunnumorgunin Mynd: Vilmund Jacobsen Ólavur Samuelsen er granni. Brundurin er úr haganum í Elduvík, sum hann seldi Eivindi Thomsen og Maluni Jógvansdóttir í Kollafirði Mynd: Vilmund Jacobsen Símun Pauli Jacobsen saman við dóttir síni. – Stórt forvitni hevur verið um ærina, sum lembdi øll hesi sjey lombini, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen