Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73 12 Sosialurin Kjak Siti og lesi greinina um ferðavinnu í Føroyum á Portalinum, og eitt viðmæli sum gevur 5 stjørnur? Veit ikki hvar hesar stjørur koma frá. Greinin er sum heild bert ein endurtøka av øll­ um tosinum og evlinum um ferðarvinnu, sum skal økjast og enntá veksa við ferð. Haldið mær tilgóðar, er tað nakar føroyingur sum ikki hevur hoyrt hetta fyri? Fiskivinnan verður nevnd, men hon verður ong antíð nakað íkast til ferðavinnuna, tí hon er sum altíð ein vinna fyri vinir og kenningar, alt eftir hvør er landstýrisfólk. Politisk raðfesting stend­ ur sum ein møguleiki, ja tað seinasta vit hava upplivað er, at politikar hava syrgt fyri, at einki charterflogfar úr útheiminum hevur møgu leika at lenda í Før­ oy um, og eingin fær møgu­ leika at kappast við Atlan­ tic. Tey ferðafólkini sum koma til Føroyar koma við útlenskum ferða manna­ skipum og eru her í longsta lagi 12 tímar, og hetta er vøksturin, sum hevur verið seinastu árini, og her eigur Uttanríkisráðið ikki ein fingur í. Enn einaferð: Skulu Før­ oyar nakrantíð gerast eitt ferðafólkaland, er bert ein vegur, og tað er loftvegis, men hetta hava Johan Dahl og Jørgin Niclasen syrgt fyri ikki hendur tey næstu 20 árini, og hetta kemur at standa sum ein dapur varði eftir hesar politikarar. Eingin ferðavinna úr útheimi fer at gera charter­ ferðir til Føroyar við flog­ førum. So kunnu føroyingar fram haldandi tosa og tosa um ferðavinnu, og hetta orsaka av politisk ari raðfesting og av persón­ ligum áhuga fyri at forða framgongd innan flúgving. (Glyvursnes) Tað er sera stutligt at droyma, og tað kostar einki, men landsstýrið hevur enda liga sløkt henda dreym at menna ferðavinnuna við ikki at byggja altjóða flog­ havn á Glyvursnesi. Við eini Floghavn á Glyv ursnesi kundi allur heimurin sent charter flog­ før við 200 til 300 ferða­ fólkum, og ferðafólk kundu brúkt eina viku ella fjúrtan dagar í Føroyum, og tá høvdu vit fingið nýggjar bilettprísir bæði til Føroyar og úr Føroyum. Hetta hevði givið arbeiði og trivna, einki annað. Petur Hermansen Skulu vit verða ferða­ fólka land krevur tað flog vøll Eingin ferðavinna úr útheimi fer at gera charter ferðir til Føroyar við flog førum Aftan á nevndarvalið á lands fundinum hava kvinn­ urnar yvir vág í floksstjórn Miðfloksins. Umframt flok­ stjórnarleiðaran Charlottu á Váli Olsen eru Mia av Kák Joensen og Sólfríð Heinesen nývaldar í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru Poul Jóhan Djurhuus og Jenis av Rana, sum er floksformaður. Varalimir í nevndini eru Kaj Otto Frederiksberg, Arni K. Abrahamsen, Frank Jacobsen og Vinjard Johansen. Samgongan eigur at leggja frá sær Landsfundurin staðfestir, at politiska ómegdin í sam­ gonguni lættliga kann føra samfelagið á ørmundarhús. Tá tað enntá frá samgongufólki er vanligt at hoyra, at ongin politisk leiðsla er, ongin bú ­ skaparstýring og ongar mið­ vísar framtíðarætlanir, er tíðin komin hjá sam gongu­ flokkunum at viðganga veru­ leikan og leggja frá sær. Landsfundurin metir at talan í dag er um búskaparliga undantaksstøðu. Nú er neyð ugt, at ábyrgdarfullir politikk arar skipa eina bjarg­ ing arstjórn. Miðflokkurin er fúsur og tilreiðar at verða við í slíkari. Almenni bygnaðurin má broytast Neyðugt er at broyta al­ menna bygnaðin, tí yvir­ bygn aðurin er ov stórur. Ov langt er frá leiðslu til brúkarar, og mong millumlið kunnu sparast burtur, uttan at tænastur gerast verri. Almenn arbeiðspláss eiga ikki at verða brúkt at lokka vælútbúgvin fólk heimaftur, um úrslitið er, at nýggj millumleiðarastørv verða stovnað við øktari byrðu fyri skattgjaldaran sum úrslit. Landsfundurin frámæl ir samanleggingum av stovn­ um, skúlum komm unum v.m., uttan at grundleggjandi kann ingar av møguligum fylgj um fyrst liggja á borð­ inum. Stuðul til løgtings­ menn floksins Landsfundurin byggir garð um førda flokspolitikkin og heitir á menn og kvinnur um at verða við at menna Miðflokkin á tí trygga grund­ arstøði, sum orð Guds leggur. Eitt støði sum er óheft av altíð skiftandi og ótrygga tíðarrákinum. Landsfundurin tekur fult undir við royndunum at fáa rættartrygdina hjá ófødda barninum staðfesta í nýggju føroysku grundlógini. Somuleiðis fegnast lands­ fundurin um ta sólskinsøgu, sum politiski kvøldskúlin er og heitir á floksstjórnina um at umhugsa framhald og møguliga útbygging av hesum. Ríkidømið má raðfestast rætt! Landsfundurin heitir á polit­ iska myndugleikan um at áseta eitt fátækramark og harmast ágangin móti teim­ um á niðastu rókum sam­ felagsins seinasta árið. Somuleiðis harmast fund­ arfólkið avtøkuna av stuðl­ inum til vitaminir, mineralir og annað neyðugt kostískoyti til okkara eldru, uppskotið um at áleggja foreldrum at børnum við likamligari ella sálarligari sjúku ella breki at gjalda heilivág sín, og broytta egingjaldið fyri heilivág. Her er talan um einvísa undirgraving av væl ­ ferðarsamfelagnum og veik­ astu borgarum tess. Landsfundurin heitir á heilsumálaráharran um at bjóða øllum føringum ílegu­ kanningar fyri sjúkuna CTD og at veita berarum av hesari hættisligu sjúku stuðul til carnitinviðgerina. Familjuvinarligur skattapolitikkur Landsfundurin mælir polit­ iska myndugleikanum til broytingar í skattaskipanini, so hendan ikki framhaldandi eggjar til at liva saman ógift. Ágangurin á familjuna sum kjarni samfelagsins er størri enn nakrantíð, og tí eiga vit bæði í skatta­ og rætt­ inda politikki at verja støðu hjúna bandsins. Burðardygg og etisk fiskiveiða Landsfundurin tekur undir við at fremja bygnaðarligar broytingar í fiskivinnuni. Virkast má fyri burðardyggari og etiskari veiðu innan øll øki. Neyðugt er at taka lív­ frøðiligu ráðgevingina í álv ara. Botnfiskaveiðan er á søgu liga lágum støði, tí gramni og ótol hevur í alt ov stóran mun stýrt politiskum avgerðum. Áhugamál eiga ikki at skugga fyri yvir skip­ aðum og skilagóðari stýring. Allir borgarar eiga at hava somu sømdir Landsfundurin heitir á lands myndugleikarnar um at fremja rætt vísi í ætl­ aðu broyt ing un um í MVG­ lógini. Í fram lagda upp skot­ inum er talan um brot á grundleggjandi siðvenju um eins viðferð av borgarum, nú ætlanin er at frítaka nýbygging av ítróttar­ og mentanarhúsum fyri MVG, uttan at veita kirkju­ og sam­ komuhúsum somu sømdir. Kringvarpsgjald Landsfundurin mælir enn einaferð til at taka av tvangs­ kravda kring varps gjaldið. Landsfundurin mótmælir, at ávís fjølmiðlafólk sleppa at brúka almennar miðlar til miðvíst at bera fram per­ sónlig sjónarmið og áhuga­ mál. At stýra einum landi krevur eina stjórn Vegna Miðflokkin, Jenis av Rana Yvirlýsing frá landsfundi Miðfloksins 2010