mánadagur 26. apríl 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tríggir brøður á sama liði
Tá AB vann sín fyrsta sigur á heimavølli ímóti Víkingi í næstbestu deildini, var tað við trimum brøðrum á liðnum. Heðin Stenberg, Jónas
Stenberg og Fróði Stenberg vóru allir við á liðnum hjá AB. Yngsti bróðurin, Heðin vardi málið hjá AB, meðan miðlingurin, Jónas og elsti
bróðurin, Fróði báðir skoraðu mál í hinum endanum fyri AB. GÍ hevði á sinni tríggjar brøður á liðnum, tá Pauli, Magni og Henning
Jarnskor tørnaðu út fyri besta liðið hjá GÍ, og vóru við til at vinna bæði FM og steypakappingina. Góða TB-liðið í 1970-unum hevði
eisini tríggjar brøður á liðnum. Sigmund Nolsøe, og so tvíburðarnar, Ásmund og Trónd. Nolsøe-brøðurnir vunnu eisini bæði FM og
steypakappingina við TB. Heðin, Jónas og Fróði eru synir hjá Tòrálv Stenberg, sála, sum í mong ár var formaður í AB.
Rólant Waag Dam
Enn einaferð taptu Christian
Lam hauge Holst og Silkeborg.
Hesa ferð var mótstøðuliðið OB,
sum vann javna dystin við einum
máli. Silkeborg er av sonnum í
einum aldudali fyri tíðina. Við
dystinum leygardagin hevur liðið
ikki vunnið í sjey dystir, og nú
liggja uppflytararnir ikki longur
á óvæntaða triðja plássinum,
men eru nummar sjey í deildini.
Holst spældi til tað restaðu fimm
min uttir. Landsliðsleikarin var
rættiliga sjónligur í fyrra hálvleiki,
men hvørki hann ella liðfelagarnir
megnaðu at skora. Tað nærmasta
Holst kom einum máli, var eitt
skot úti frá eftir 20 minuttir. Nú
har m ast hann og liðfelagarnir um
tapi, tí Silkeborg hevði kjansir til
fleiri mál og eisini fleiri stig.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Føroyski
landsliðsleikarin
við
17-talinum á bakinum í FC Roskilde,
spældi allan dystin á tamb, tá
hann saman við restina av liðnum
vitjaði hjá FC Fyn. FC Roskilde
hevur veruliga verið væl koyrandi
seinastu dystirnar og hevur ikki
tapt ein dyst, síðani kappingin varð
tikin upp aftur eftir vetrarsteðgin.
Henda góða gongd varð tó steðga í
dag, tá FC Fyn vann ógvuliga tepurt
1-0. Í FC Roskilde iðra teir seg um
hetta, tí teir høvdu fleiri fínar
kjansir í fyrra hálvleiki, samstundis
sum málið hjá FC Fyn fall eftir
eitt ógvuliga bíligt brotsspark í
seinna hálvleiki. Atli Danielsen
hevði ikki nakran málmøguleika,
men var maðurin aftanfyri fleiri
vandamiklar deyðbóltsstøður. Júst
hetta vápnið eru tey sera fegin um
í Roskilde, og hava tey eisini notið
gott av tí í øðrum dystum.
rolant@sosialurin.fo
Spjótkast
í góðari
menning
spjótkast Tilgongdin millum yngra
ættarliðið er rættiliga eyðsýnd í
spjótkasti. Og leygardagin royndu sjey
ungir spjótkastarar seg á Tórsvølli.
Heri Simonsen
Frælsi ítrótturin byrjar at
heysta fruktirnar av teimum
bøttu
umstøðunum
innan
fræls an ítrótt. Kastilegendan,
Heri Ziska hevur gjørt eitt stórt
miðvíst og slóðbrótandi ar-
beiðið fyri at fáa veruliga gongd
á ta aldargomlu, olympisku
ítrótt ina. Leygardagin vóru tað
sjey luttakararar í spjótkasti,
all ir úr Hvirluni, og hóast kalda
undan vindin, sum gav nógvum
kast arum
trupulleikar,
so
komu nógv met til hóldar.
Helgi Geyti gjørdi, sum hann er
van ur og betraði bólkametið,
hesa ferð við næstan 2 metrum,
so tað nú er 41,69 metrar. Kasti
kom í triðja umfarið, og var tað
ikki serliga væleydna tekniskt,
men hesaferð megnaði Helgi
ikki at finna eitt betur tekniskt
kast fram, og endaði hann tí á
41,69 metrum, sum var 31 cm.
ov stutt til at klára a-kravið
til talentbólkin hjá FÍF, men
b-kravið (40,50 m) bleiv klárað.
Hanus Bergsson, sum er við at
knekka ta teknisku koduna
viðv. spjótkasti, betraði sítt
per són liga met við meir enn
5 metrum og kláraði eisini
b-kravið til talentbólkin. Har
er tó nógv eftir at heinta fram.
Tróndur Arge og Bjørk Svabo
betraðu eisini síni persónligu
met, so tey nú er ávikavist 29.02
metrar og 16,03 metrar.
heris@sosialurin.fo
Úrslitini í spjótkasti vóru:
Bólkur Reiðskapur Íðkari
Árg. Felag
Úrslit
Menn
800 g
Rógvi Højgaard
1983 Hvirlan
49,60 m
D16-17 700 g
Helgi Geyti
1993 Hvirlan
41,69 m bólkamet
Tróndur Arge
1994 Hvirlan
29,02 m pers. met
Steinolvur Geyti
1994 Hvirlan
28,09 m
D14-15 600 g
Hanus Bergsson
1995 Hvirlan
36,79 m pers. met
Hallur Simonsen
1995 Hvirlan
23,73 m
G14-15 600 g
Bjørk R. Svabo
1996 Hvirlan
16,03 m pers. met
Loksins tapti
Atli og Roskilde
Raskur Holst
tapti aftur
Atli Danielsen og FC Roskilde,
hava verið væl koyrandi, men
móti FC Fyn, taptu teir við
einum máli móti ongum.
Mynd: Savnsmynd