mánadagur 26. apríl 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Hóast átta FC Hoyvík spælarar
eiga eina fortíð í B36, so spardu teir
sum eiga nútíðina í B36 ikki uppá
krút ið, tá FC Hoyvík tók ímóti B36
í fjórðingsfinaluni í kappingini um
løg mans steypið. Áðrenn ein tími
var farin, var støðan 7-0 til B36, og
alt var langt síðani avgjørt. Tá vóru
tank arnir
hjá
árstalsfelagnum
rættaðir ímóti komandi umfarinum
í vodafonedeildini, og FC Hoyvík
slapp at pynta um tá 73 minuttir
vóru farnir. FC Hoyvík brutu
ígjøgn um í høgru síðu, har Uni
Holm Johannesen, sendi eitt inn-
legg innfyri. Har eydnaðist tað
Sunn leifi Midjord at pynta um tað
endaliga úrslitið.
Á niðara vøll
Fróði Danielsen, formaður í FC
Hoyvík segði við Portalin leyg ar-
kvøldið, at teir høvdu valt at leggja
dystin á niðara vøll í Gunda dali,
tí tað var teirra fasti heima vøllur.
Hann metti, at tað var ein ítróttar-
ligur fyrimunur hjá FC Hoy vík at
møta B36 á niðara vølli, heldur enn
á ovara vølli. Tí gjørdist tað ein
rættiliga óvand støða hjá teimum
flestu av teimum 300 áskoðar-
unum, sum vóru komnir til dystin.
Fyri B36-liðið var tað kortini ikki
ein so óvand støða at verða á
niðara vølli. Liðið venur á niðara
vølli einaferð um vikuna, og tað
sá ikki út til at darva oddaliðið
í
vodafonedeildini
yvirhøvur.
Tað var serliga við smáspælinum
mitt á vøllinum, at B36 vann seg í
yvir tals støður. Beinavegin hevði
B36 góðar málmøguleikar, og í 18.
minutti kom hol á, tá Jákup á Borg
í góðum samstarvi við Christian
R. Mouritsen spældi Bárð Olsen
frían, sum við enn einum skoti
uttan fyri brotsteigin beindi bóltin
í málið. Seinastu átta minuttirnar
skrædnaði veruliga, tá B36 fekk trý
mál. Fyrsta lítla korterið í seinna
hálvleiki fekk B36 trý mál aftrat,
og so var tíðin búgvin at hugsa um
næstu uppgávuna. Helst spælir
B36 sín heimadyst í hálvfinaluni á
ovara vølli í Gundadali, um enn teir
vísa seg at trívast væl á niðara vølli
í Gundadali.
heris@sosialurin.fo
Hálvfinalupláss
við 7-tumma seymi
Fyri átta av teimum spælarunum
hjá FC Hoyvík, sum royndu seg
ímóti B36 ígjár gjørdist talan um
eina rættiliga serstaka uppliving,
hóast hesir átta og liðfelagar
teirra máttu leggja rygg til eitt
rættiliga greitt tap. Tummas
Hans Rubeksen, Eyðun Højgaard,
Janus W. Mortensen, Jørgen
Meitil berg, Bogi Hermansen, Jón
Brekku, Ásbjørn Gunnarsson og
Uni H. Johannesen hava allir
roynt seg á besta liðnum B36
í onkrum tíðarskeiði. Fortíðin
megn aði tó ikki at gera so nógv
við nútíðina, tá samanum kom.
heris@sosialurin.fo
Átta fyrrverandi
B36-arar við FC Hoyvík
løgmanssteypið B36 negldi
tíðliga fyri ímóti FC Hoyvík. At koyra
B36 á niðara vøll hjálpti einki hjá
FC Hoyvík, tá samanum kom
Eftir langa skaðapausu, kom
dugnaligi miðvallarin, Ingi
Højsted, aftur á vøllin fyri B36
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Royndu menninir hjá hvíta
árstalsfelagnum vóru ein ov
stórur bita hjá FC Hoyvík
Mynd: Hilmar Jan Hansen
comeback
klassamunur