Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. apríl 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73 Sosialurin Ítróttarblaðið EB/Streymur trygt víðari Uni Holm Johannesen EB/Streymur hevur vunnið seg eitt fet nærri finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Sundalagsmenn vóru greitt oman á, tá teir vitjaðu FC Suðuroy seinna partin í gjár. Úrslitið varð 1-4. Týdningarmesta løtan var, at Gudmund Nielsen legði gestirnar á odda í fyrsta minuttinum eftir hvíld ina. Heimaliðið trýsti Hans Pauli Samuelsen, EB/Streym- ur, og Jón Krosslá Poulsen, FC Suðuroy, høvdu verið á blett inum í fyrra hálvleiki. Málið hjá Gudmundi Nielsen hevði við sær, at heimaliðið noyddist at spenna álopsbogan og flyta seg nakrar metrar longur fram á vøllin. Suðuroyingarnir vóru fleiri ferðir nær við. Tvær ferðir brast bólturin í stólpan, umframt fleiri spentar støður framman fyri mál- inum hjá René Tórgarð. At heimaliðið flutti seg fram á vøllin, gav pláss til gestirnar at fara í skjótálop. Tvær ferðir tók EB/Streymur av, tá Arnbjørn T. Hansen og Leif Niclasen komu á mál talvuna. Úrslitið sigur ikki alt um dystar- gongdina. Heimaliðið stríddist væl og prógvaði aftur, at munurin mill- um uppflytarunum og oddanum í bestu deildini ikki er stórur. Gest irnir vóru neyvari og tóku av møguleikunum. Men tað er eisini ein stórur eginleiki, sum gjørdi stór- an mun. Marni boðsendur úr Danmark Marni Djurhuus var sannførandi í sínum avriki á miðvøllinum hjá EB/Streymi í gjár. Men tað var ikki ætlanin, at fyrrverandi lands liðs- leikarin skuldi verða við í hópinum hjá sundalagsmonnum. Daniel Udsen, Sorin Anghel, Alex José dos Santos, Brian Olsen og Bjarni Jørgensen vóru ikki við. Tí valdi Heðin Askham, venjari, at senda boð eftir Marna Djurhuus, sum hevur verið búsitandi í Dan- mark síðan ársskiftið. Marni Djurhuus hevur vant við Vanløse seinastu mánaðirnar, og tað tóktist heldur ikki sum, at tað haltaði við kropsligu venjingini hjá honum. uni@sosialurin.fo løgmanssteypið EB/Streymur lat ongan iva vera um, at sundalagsmenn hava uppiborið pláss í hálvfinaluni EB/Streymur hevur sett kós móti fjórðu finaluni á rað Mynd: Sofus D. Johannesen Beina kós