mánadagur 26. apríl 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Geza gjørdist hetjan
løgmanssteypið Víkingur og AB noyddust at spæla í 120 minuttir og skuldu
skjóta fimm brotsspørk hvør, áðrenn tað varð greitt, hvør slapp at halda fram í
kappingini um Løgmanssteypið. Málverjin Geza Turi gjørdist hetjan
Uni Holm Johannesen
Seinasta skotið átti Stig-Roar Søb-
stad. Hann misnýtti. So var AB úti.
Geza Turi var fyri.
Dysturin í Sarpugerði í gjár var
framúr. Har var nær um alt. Mál.
Nærdystir.
Spenningur.
Hetjur.
Brots sparkskapping. Glaðar vinn-
arar. Og sera vónbrotnar taparar.
Víkingur vann seg í gjár víðari í
hálvfinaluna í kappingini um Løg-
manssteypið. Men klokkan var farin
av seks-talinum, tá áskoðararnir
sluppu til hús.
Javnt
Eftir vanligu leiktíðina stóð á jøvn-
um. Súni Olsen hevði stýrt bóltin
við høvdinum í netið, tá fyrri hálv-
leikur var hálvrunnin. Men mið-
skeiðis í seinna umfarinum javnaði
Tehe Aristide, tá hann var fyrstur á
bóltinum eftir fríspark.
AB hevur serliga havt trupul-
leikar í verjupartinum í hesumm
kappingarárinum. Málini hava nær
um raplað inn í málið handan Tórð
Thomsen. Men fýra teir aftastu
vóru stinnir í Sarpugerði í gjár.
Hinvegin gekk minni væl at
skjóta mál. Gestirnir av Argjum
spældu seg í løtum til góðar støður,
men tað var sjáldan, at Geza Turi í
mál inum varð settur undir trýst.
Dysturin var serliga merktur av
mongu nærdystunum. Víkingur
hevur ikki verið sannførandi í sín-
um spæli higartil í ár, hóast úrs-
litini ikki hava verið av leið. Í gjár
vunnu teir seg í hálvfinaluna uttan
sannførandi spæl. Tað skulu teir
eisini hava rós fyri.
Avgerðin fall, tá seinasta skotið
í dystinum fall. Stig-Roar Søbstad
fekk ikki bóltin framvið Geza Turi,
sum bjargaði. Víkingur er í hálv-
finaluni.
Brotssparks
kappingin:
Víkingur: Súni Olsen til 2-1
AB: Gunnar Haraldsen misnýtti
Víkingur: Sølvi Vatnahamr til
3-1
AB: Nikolaj Eriksen til 3-2
Víkingur: Sam Jacobsen til 4-2
AB: Mortan úr Hørg til 4-3
Víkingur: Atli Gregersen til 5-3
AB: Evrard Blé til 5-4
Víkingur: Finnur Justinussen
misnýtti
AB: Stig-Roar Søbstad misnýtti
Toppskjúttin í Vodafonedeildini,
Stig-Roar Søbstad, brendi
avgerandi brotssparkið
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Toppskjúttin í fjør, Finnur
Justinussen, brendi eisini í
brotssparkskappingini
Mynd: Hilmar Jan Hansen
brendi eisini