mánadagur 26. apríl 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 26. apríl 2010 · Nr. 73
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre
Tað skuldi ganga 120 minuttir áðrenn
avgerðin í fjórðingsfinaludystinum
millum ÍF og B68 fall. Júst sum flest
øll væntaðu at dysturin skuldi av
gerðast við brotsspørkum, fekk
Øssur Dalbúð eina sending aftur
um verjuna hjá B68, og lyfti bóltin
hegn isliga upp um Vlada í í tóma
B68 málið, til 32 til íF.
Sostatt eru tað fuglfirðingar
sum drógu longra stráðið í einum
jøvn um dysti, og hava harvið ognað
sær pláss í hálvfinaluni í kappingini
um løgmanssteypið.
Rótutur dystur
Dysturin millum ÍF og B68 fer
ikki í søguna sum ein vælleiktur
dyst ur. Til tað stóð ov nógv uppá
spæl hjá báðum liðunum. Høgi
intensiteturin, nógvu nærdystirnir
og til tíðir harðligt spæl, høvdu við
sær at tað ofta var steðgur í dyst
inum. Av tí sama gjørdist tað trup
ult at fáa glið á spælið hjá báð um
liðum.
Hóast
fuglfirðingar
høvdu
bóltin mest í fyrra hálvleiki, so
vóru tað gestirnir sum fingu fyrsta
mál ið, tá Ndende legði gestirnar á
odda 01, sum eisini gjørdist hálv
leiksstøðan.
Tíðliga í seinra hálvleiki bragdaði
hjá fuglfirðingum. Fyrst javnaði Áki
Petersen, áðrenn Rógvi Jacobsen
legði ÍF á odda, tá tað restaðu 13
minuttir.
Nú vóru tað toftamenn, sum
vóru noyddir fram á vøllin fyri at
fáa útjavnandi málið, og bert fáar
minuttir eftir at íF hevði lagt seg á
odda, bleiv ein toftamaður feldur
í brotsteiginum hjá ÍF. Dómarin
dømdi brotsspark til B68, sum
Øssur Hansen setti trygt í netið til
22.
Dramatikkur til síðst
Av tí at dysturin endaði 22, var
neyð ugt við longdari leiktíð. Tað
sást á leikarunum, at møðin byrjaði
at gera um seg. Markeringarnar
sótu ikki líka tættar, og hetta hevði
við sær at bæði liðini komu fram til
lík inda møguleikar, uttan tó at geva
úrtøku.
Serliga dramatiskt bleiv tað
fram móti dystarenda. Í 117. Mintti
dømir dómarin brotsspark til íF,
men eftir at hava ráðført seg við
linjudómaran,
kolldømdi
hann
brots sparkið. Í staðin fekk Karl
Løkin sítt seinra gula kort, og var
har við vístur av vøllinum.
Tískil
skuldu
fuglfirðingar
leika síðstu minuttirnar við einum
manni í undirtali. Men hvat ger
tað, tá Øssur Dalbúð avgjørdi dyst
in í síðsta minutti, til stóra frøi
fyri leikarar og viðhaldsfólk hjá ÍF,
meðan toftamenn bert kunnu iðra
seg um at tapa dystin í síðsta min
utti.
hansenolavur@hotmail.com
ÍF fekk hevnd fyri Vodafone-
tapið á Toftum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
ÍF vann í síðsta minutti
løgmanssteypið Øssur Dalbúð gjørdist stóra hetjan hjá fuglfirðingum, tá hann skoraði
sigursmálið í síðsta minutti av longdu leiktíðini, eftir at tað stóð jøvnum 2-2, tá vanliga
leiktíðin var farin. Sostatt vann ÍF 3-2 á B68 í einum rótutum, men spennandi dysti
– Tað er ein fantastisk kensla at
skora avgerandi málið í síðsta
minutti, segði ein fegin Øssur
Dal búð, tá Sosialurin fekk orðið
á hann eftir dystin.
Hóast talan var um ein javnan
dyst, so metir Øssur at sigurin
hjá ÍF er fult uppiborin.
– Meðan B68 lógu aftarliga á
vøllinum og satsaðu uppá mót
álop, so royndu vit at mynda
dystin, og komu fram til nakrar
møgu leikar.
– Sjálvt tá B68 leggur seg á
odda í fyrra hálvleiki, og tá teir
javn aðu seint í dystinum, so
blíva vit við at stríðast, og tað
løn ar seg í síðsta enda, sigur ein
fegin Øssur Dalbúð at enda.
hansenolavur@hotmail.com
Øssur Dalbúð:
– Ein fantastisk
kensla
hevnd
oyggjaslag
Fuglfirðingar drógu
longra stráið
Mynd: Hilmar Jan Hansen